týsdagur 14. februar 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
februar 1984
Avgerðandi dystur í hondbólti:
gerðandi
dystin móti
Frammanundan eru kvinnuunglingarnir hjá
Kyndli vornir meistarar í ár
H71-Kyndil, mansunglingar: 18-22 ($-11)-
Málskjúttar: ???
Avardingar: H71 2 og Kyndil somuleið-
is 2
Útvísingar: H71 4X2 min. og Kyndil
somuleiðis 4X2 min
Dómarar: Vagnur Michelsen og Tordur
Thorsteinsson.
Áskoðarar: Umi. 100.
Leygardagin var avgerð-
andi dystur i mansung-
lingadeildini millum H71
og Kyndil spældur i itrott-
arhøllini å Hålsi.
Áðrenn dystin lå Kyndil
å odda i deildini vid trim-
um stigum fleiri enn H71
og tveimum dystum eftir
at leika, so neyðugt var
hjá vælleikandi hoyvíks-
unglingunum at vinna, um
teir skuldu gera sær
nakrar vónir um at ogna
sær meistaraheitið í ár.
Fyrstu 10 min. av dyst-
inum var einki, ið týddi
upp á at H71 hevði nakran
meguleika at gera seg
galdandi í hesum dysti.
Hoyvíkingar vóru óhepnir
við skotum sínum og í
mongum førum alt ov
seinir aftur at verja, og tá
Kyndil hesa letu spældi
kvikt og ágangandi vardi
ikki leingi fyrr enn steðan
var 4-1 til Kyndil. H71
fekk tó meira tamarhald á
leik sín og næstu letuna
skiltist hví liðið alt kapp-
ingarárið hevur ligið í
fremra endanum. Uppá
bert tveir min. eydnaðist
at javna til 4-4 og koma á
odda 5-4.
Men so kom steðgur í
aftur.
Kyndil kom fyri seg
aftur, javnaði og legði seg
á odda 8-5 áðrenn H71
aftur fekk bóltin í netið.
H71'ararnir royndu tað
teir kundu, men teir fingtu
ongantíð fatur á Kyndli
aftur og tá farið varð til
hálvleikssteðg var steðan
11-9 til Kyndil.
Í seinna hálvleiki
eydnaðist H71 við
tveimum skjótálopum at
javna til 11-11, men so
mistu teir takið aftur.
Kyndil kom á odda við
fýra málum og ongantíð
megnaði H71 at koma
nærri enn hesi fýra mál.
Tá avtornaði vísti úrslita-
talvan at Kyndil hevði
vunnið dystin við 22
málum móti 18 og við sigr-
inum tryggjað sær føroya-
meistaraheitið í mansung-
lingadeildini 1984.
Hesin dysturin gav boð
um at tað — tíbetur —
kanska ikki er so illa stutt
við manshondbólti í Fer-
oyum sum C-HM m.a.
annars bar boð um. Ungl-
ingarnir leiktu í letum
hondbólt á hegum tekn-
iskum steði og var leik-
urin harafturat kvikur og
áhugaverdur hjá áskoð-
arunum at eygleiða.
Um hesir leikarar halda
fram og læra seg at spæla
»roligari« so hava bæði
Kyndil og H71 okkurt at
gleða seg til.
Størsti trupulleikin hjá
H71 tóktist at vera at fáa
verjuleikin at ganga sum
hann skuldi — serliga
fingu = vengurnar hjá
Kyndli alt ov lætt spæl.
Hevdu leikararnir arbeitt
betur saman í verjuni er
eingin ivi um at úrslitið
kundi verið eitt annað.
Eitt,ið ein bytur merki í
tá H71 spælir, eru góðu
áskoðarar teirra, viðhalds-
fólkið. Tey royna hvat tey
kunnu fyri at eggja og
Føroyamelstarar
Vansunglingaliðið hjá Kyndli vann leygar-
dagin foroyameistaraheitið, tá liðið vann av-
H71-unglingunum.
H71, eitt av bestu unglingaliðunum. Liðið tapti i ár báðar dystirnar móti
Kyndli og av tí sama eisini FM
VS!
KOKS BEG
FT
Unglingalidid hjå Kyndli vann FM. Leikararnir eru, standandi frå vinstru Gunnar Gregoriussen, Geir
Wardum, Leivur Holm, Jónleif Sólsker, Finn Dalberg og Kári Rubek Nielsen. Húkandi frå vinstru siggj-
ast Rósing Skorá, Leif Kristoffersen, Sigvald Rasmussen, Regin Jakobsen og Jákup Midjord
stuðla leikarum teirra.
Uttan iva vildu flest øll
feløg verið glad at havt
tílíkar stuðlar kring vall-
irnar tá lið teirra spældu.
Við sigrinum tryggjaði
Kyndil — sum áður sagt
— sær FM í unglingadeild-
ini, men liðið luttekur
eisini í landskappingini í
3. deild og her hevur liðið
meguleika fyri at koma í
finaluna. Fyri at varðveita
vónina um eina finalu-
plássið máttu
kyndlar(ar)nir vinna dyst-
in móti Neistanum U
sunnudagin og varð úrslit-
ið av hesum dysti at
Kyndil vann stórsigur 28-
17, so liðið hevur megu-
leikar fyri at vinna 3. deild
eisini — hetta verður tó
torført vil venjarin Jóan
Pætur Midjord vera við:
— Liðini í hinum bólk-
inum, serliga VÍF og
St.IF eru avbera sterk og
vælleikandi.
Livst so spyrst. Sosi-
alurin ynskir í ellum
forum tillukku við meist-
araheitinum í unglinga-
deildini.
Til Hondhóltssam-
bandið Foroya til
umhugsunar
Tá sólin fer at hækka og
myrkri fer at víkja fyri
ljósinum og dagurin long-
ist, vaknar hugurin úr vet-
rarsvevni og nýtt lív fer
vvir bygdirnar.
Ítróttarlívið um vetrar-
hálvárið styttir veturin og
fólkið er upptikið av
sínum áhugamálum. Av
ítrótti verður mest hond-
og flogbóltur íðkaður um
veturin.
Vikuskifti 14. og 15.
januar skuldi VB leika
fleiri dystir, í Havn og á
Giljanesi í hondbólti, men
veðurgudarnir vóru ikki
blíðir, veðrið var av tí
ringast aog stórkavi. Tórs-
kveldið varð roynt at
ringja og fáa samband við
fleiri av nevndarlimum
HSF's, men ongin var at
hitta. Aftur fríggjadagin
royndu vit tað sama, men
uttan úrslit.
Tað fyrsta eg farið at
spyrja HSF um er: Hver
hevur myndugleika at út-
seta dystir og hvar er
hann at hitta?
Eg havi verið venjari
hjá VB síðstu 3 árini í
hondbólti, og veit eg ikki
um nakran dyst, ið er út-
settur av okkara ávum,
men tá onnur lið skuldu
meta her suðuri, eru
nógvir dystir útsettir, og
fleiri ongantíð spældir.
Fyri viku síðan fekk VB
bræv frá HSF um at dyst
irnir 14. og 15. januar vóru
taptir og eisini teir dystir
vit fyrr í vetur hevdu
spælt ímóti somu feløgum.
Hetta vil siga at vit missa
8 stig, eg haldi sjálvur at
straffurin varð nóg stórur
um vit mistu stig fyri teir
dystir, ið ikki vóru leiktir.
VB-kvinnur skuldu
spæla ímóti Sóljuni og
stóð í brævinum at vit
ongi avboð hevdu givið.
Vit ringdu tórskveldið,
men kundu ikki fáa nakað
greitt svar, um tey vildu
útseta dystin.
Eg fari eisini at spyrja
um Kyndil og SÍF sendu
klagur inn um dystirnar,
um so er, lat okkum fáa
avrit av fundarsamtyktini
hjá HSF hesum viðvíkj-
andi.
Gott er at hava góðar
kappingarreglur og royna
at fylgja teimum, men tað
má verða eins fyri øll. Vit
kunnu vísa á, at vit skulu
5-6 ferðir um veturin
norður eftir, vit fara
fríggjakveld kl. 21 og
verða aftur mánamorgun
kl. 3. Ofta eru skúlabern
við, ið skulu upp aftur tíð-
liga um morgunin. Eisini
er hetta dýrt fyri felagið,
okkurt vikuskiftið kostar
okkum 8 túsund kr., tí
heita vit á HSF um at
minka okkum um henda
kostnað so nógv sum
gjørligt.
Lið nordanfjørds aftra