Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 1984síða 15

‹ fyrra síða allar 15 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Lýsingar: | Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnad fyri lýsaran. Stongd minst eina viku afturat — Svimjarar í Havn noyðast at brynja seg við toli. | Garantieftirlitið í svimjihøllini tekur dupult so langa tíð enn ætlað. Orsøkin: væta sjálvandi Ikki fyrr enn í fyrsta lagi um eina viku letur svimji- hellin í Havn upp aftur. Hon hevur tá verið stongd í næstan seks vikur, meðan garantieftir- litið hevur verið. Ætlanin var, og tað bleiv eisini lýst, at hon skuldi vera afturlatin í tríggjar vikur. Tað var hildið ivaleyst, tí ikki var so nógv at gera. Men gakk! Ein óvænt- aður trupulleiki stakk seg upp Gunnar Hoydal, býar- arkitektur, upplýsir at í fleiri steðum vóru tær plastisku fugurnar í betonginum í hyljunum loysnaðar J har skuldi leggjast í aftur. Men so kom óvænt- aði trupulleikin: betongið tornaði ikki. Nústaðni týsdagin var tað vorðið so turt, at fug- urnar kundu leggjast í. Tær skula nú staðna og leygaragin verður skrúvað frá vatninum. Tað tekur nakrar dagar at fylla hyljarnar. Teir muga fyllast so líð- andi, tí annars missir býurin vatnið. Vatnið skal eisini hitast og Gunnar Hoydal væntar ikki, svimjihøllin kann lata upp aftur fyrr enn í fyrsta lagi hósdagin í næstu viku. Tær plastisku fugurnar í betonginum eru neyð- ugar, tí betongið skal kunna liva eitt sindur. Annars klovnar tað bara. Og tað er ongin fidusur. Minst av ellum í einum svimjihyli. hd # 3 Nú er langt síðani. Og i hvussu so er ein vika gongur afturat til børn og vaksin aftur sleppa at stuttleika sær í klorvatninum. Betongið undir flísunum var so vátt, at nústaðni fyrradagin var tað vorðið nóg turt til, at plastisku fugurnar kundu leggjast í. Svimjihellin læt aftur 14. januar Nýggj andaktsbók Adrian Johansen skrivaði í mong ár smærri andakts- brot til Dagblaðið. Fyri fáum árum síðani vóru partar av hesum brotum savnaði saman í bók, nevnd »Ekkoloddiå«. Men heilt fram til deyða sín í 1980 helt Adrian á at senda hesi brot til Dag- blaðið, harav flestu teirra nú eru týdd og hava verið prentaði undir heitinum »Vidførid« Umleid 120 av hesum andaktsbrotum eru nú savnaði saman eini nýggjari andaktsbók við heitinum >Viðferið<. Christian Hej hevur skrivað inngangin, har hann letur Adrian stutt greiða frá lívi sínum. Nakrar = myndir eisini við í bókini Eitt av seinastu ynskj- um Adrians eru var at láa givið hesar lestrar út í bók. Bókin er tilsamans 130 blaðsíður, er vakurt inn- bundin og kostar 80,— kr. í útselu. Jóhannus og Ólavur royna at fáa nótarnar upp á pláss. Í kveld verða teir saman við hinum í Brongli á pallinum í Klubbanum. Johannus hevur gjert flestu legini hjá orkestrinum, men Karl Martin og Sunleif eiga hver sítt. Ordini hava tey fyri tað mesta gjørt í felag Tey gera sjálvi musikkin — Brongl fer nú at spæla til dans. Royna log, sum skula á plátu Á Skansastovukonsertini í 1976 gjerdi bólkurin Brongl vart við seg sum tann fyrsti at spæla egnan tónleik á rokkkonsert í Feroyum. Og henda góða sið, at spæla egnan tónleik í staðin fyri at kopiera út- lendsk orkestur, hevur Brongl havt síðani tá. Bólkurin hevur av og á verið frammi á pallinum og í fjør summar setti hann upp eitt show, sum var væl vitjað og yvir- hevur væl móttikið. Í Klaksvík til dømis vóru yvir 600 áhoyrarar og -skoðarar. Brongl hevur eisini verið við á nøkrum væl- gerðarkonsertum. Men nú er ætlanin at royna nakað annað. At spæla til dans. Brongl spælir í Klubb- anum í kveld. Pláta í summar Brongl er helst best mann- aða rokkorkestur í Fer- oyum: Joanna Johansen, Malan Thomsen og Karl Martin Samuelsen syngja, Herluf Lútzen og Ólavur Øster spæla guitar, Sunleif Rasmussen key- boards, Hermund Jacob- sen trummur og bassspæl- ari er Jóhannus á Rógvu Joensen. Jóhannus hevur eisini gjert tey flestu legini, sum Brongl nú fer at spæla. Hnn sigur, at tey hava tíggju leg, sum ætlanin er at geva út á plátu. Upp- tøkan verður gjørd í Danmark í juni. Orðini til legini eru feroysk, uttan í einum føri. Brongl gav i 1976 út litla plåtu. A henni var lagið »Gjøgnum stríð til stjørnurnar«. Tad er tikid fram aftur og riggað til eitt sindur. Jóhannus sigur, at tey nú fara at spæla legini til dans. Onnur leg verða eisini. Tað fer eftir, hvussu lagið er á dansigólvinum. hd Titringja Sosialurin, tíf. 11820 — vit skriva