Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — Ivamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Drottningarvitjan í Foroyum Snarrennin um oyggjarnar Í degunum 11.-15. mai Í ár, kemur Margretha, drottning, og Hendrik, prinsur, á vitjan í Fer- oyum. Eftir skránni fyri vitjan- ina, sum júst er send bleð- unum og Utvarpinum sæst, at eingin rúmd er fyri gestunum at njóta náttúruna ella at gera út- ferðir so sum vanligt er, tá ferðafólk koma henda- vegin. „Tag den ring og lad den vandre« er tað nærmasta tú kanst koma í tankar um. Margretha, drottning, og Hendrik, prinsur koma til Feroyar við flogfari 11. mai. Leygardagin byrjar al- menna vitjanin, tá Danne- brog leggur at bryggju í Havn, kl. níggju fyrra- partin. Síðan gongur leiðin niðan í Tinghúsið, har reður verða hildnar, men bert hálvan tíma seinni verður farið avstað aftur higani. Klokkar 10,40 er vitjan í Útvarpshúsinum, har steðgað verður í 20 minuttir í nýggja stovn- inum. Hent at leiðin til næsta stað er so stutt, tí síðan fara kongaligu gest- irnir í Norðurlandahúsið, har eisini bert 20 minuttir eru avsettir, at síggja henda so nógv umredda stovn. Kanska eru vitjunar- steðini ikki tilrættislogd av tilvild, tí síðan verður farið í Svimjihøllina i Havn, sum eisini liggur nærindis útvarpshúsinum og Norðurlandahúsinum. Har verður steðgað í eitt korter. Sum snarrenning verður síðan farið oman í Ríkis- umboðsstovnin, har steðg- að verður í eitt kórter. Klokkan 12,05 6 eru kongaligu gestinir aftur umborð á Dannebrog, har heiðursmerki verða latin føroyingum. Frå kl. eitt til hålvgum try seinnapartin er borð- hald fyri innbodnum um- borð á Dannebrog og hálvan tíma seinni verður farið við Westward Ho til Nólsoyar. Í Nólsoy verður rund- ferð í bygdini og vitja inn á gólvið hjá fugla- konservatorinum og í kirkjuni har. Heimaftur fara tey kongaligu kl. fimm við Tórshavn. Næsta punkt á skránni er konsert í Norðurlanda- húsinum, har Margretha, drottning og Hendrik, prinsur koma kl. 19,40. Hiðani verður farið avstað aftur kl. 20,30 og niðan á Hotel Føroyar, har Lands- stýrið er vertur við degurðahald. Hetta var bara fyrsta dagin og síðan gongur tað slag í slag. Sunnudagin kl. 10 fyrrapartin tekur Klaksvíkar byråd móti Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjó fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Seinasta drottningarvitna í Foroyum var í 1978. kongaligu gestunum, síðan vitjan á nýggja rekt- arheiminum, til gudstæn- astu í Christianskirkjuni, borðhald hjá býráðnum og farið verður avstað aftur úr Klaksvík klokkan tvey seinnapartin, út í Svínoy. Rundferð og kaffiborð 1 bygdini. Avstaðferð kl. 16,30. Higani til Eiðis kl. 19,00, bygdaráðið tekur ímóti og borðhald verður á Hotel Eiði. Mánadagin fara konga- ligu gestinir við Danne- brog til Suðuroyar, har býráðið í Vági tekur ímóti. Kaffibroð. Avstaðferð ein tíma seinni til Hovs, har vitjað verður á nýggja skúlanum. Hálvan tíma seinni verður vitjað í skúl- anum og ítróttarhellini í Trongisvági. Tveroyrar býráð skipar fyri borðhaldi í skúlanum á middegi. Síðan verður farið við bili til Froðba, har tyrlan Snipan førir tey kongaligu til Sands, kl. 14,15. Bygdaráðið tekur ímóti, rundferð í bygdini og avstaðferð higani kl. 15,30 við Snípuni til flog- havnina í Vágum, har bygdaráðini í oynni taka ímóti, kl. 15,45, Kl. 16,10 verður vitjað í Kovanum í Sandavági, og á maskinverksmiðjuni Joensen á Sonur í Mið- vági. Síðan verður farið umborð á Dannebrog, sum hevur lagt at bryggju í Sørvågi. Margretha, Bert innivist fyri gestunum i Nordurlandahusinum 23. februar i år eru lidin 60 år síðan Dr. Alexandrines Hospital, nåverandi Landssjúkrahúsið varð tikið í nýtslu. Til tess at hátíðarhalda henda dagin hevur Lands- sjúkrahússtovnurin bjóð- að umleið 600 fólkum í veitslu. Hetta eru umboð fyri Landsstýrið, starvs- fólk á Landssjúkrahús- inum við maka eins og teimum, sum áður hava starvast á Landssjúkra- húsinum, umframt umboð fyri Klaksvíkar og Suður- oyar sjúkrahús. Veitslan verður kom- andi leygardag 25. februar kl. 19,00, tá borðhald verður í Norðurlandahús- inum. Upplýst er fyri Sosi- alinum, at borðhaldið bert kann verða í Norðurlanda- húsinum, tá ongastaðni er rúmd fyri so nógvum fólk- um á einum stað. Hóast nýggja Hotel Feroyar er stórt og kundi hugsast at húsa nógvum fólkum, so kunnu bert 380 fólk sita til borðs har. Norðurlandahúsið, sum er ætlað tii mentamál av ymsum slag, verður tí ramman um hátíðarhaldið á stórsta arbeiðsplssi í Feroyum. Annars var um reppið, at henda veitslan varð av ongum, tí plásstrot var, men so vendi veitslu- nevnd Landssjúkrahúsins sær til Norðurlandahúsið at kanna meguleikarnar fyri, at fáa innivist har. Norðurlandahúsið er ein almennur stovnur og sum soleiðis, ber ikki til at leiga seg inn har. Tó gjørdi leiðslan í Norðurlandahús- inum eitt frávik í hesum føri, og veitti Lands- sjúkrahúsinum innivist til borðhaldið. Av tí at hetta árið at kalla er eitt royndarár, vil leiðslan í Norðurlandahús- inum fegin vita, hvat stovnurin kann klára av slíkum stórum samkom- um undir einum. Tí varð avgjert at geva Lands- sjúkrahúsinum innivist. Annars hava sterri mat- stovur verið bidnar um at geva eitt boð upp á stóra borðhaldið, og var tað Hotel Hafnia, sum lat besta tilboðið. Tá borðhaldið í Norður- landahúsinum er av, verður skipað fyri flutn- ingi av teimum mongu gestunum, út í Veitslu- hellina á Landssjúkrahús- inum, har m.a. tónleikar bólkurin Tarta spælir til dans. Hóast veitslan hjá Landssjúkrahúsinum er fyri innbodnum, so er hon ikki ókeypis. Hver persón- ur sær, skal gjalda 200 sær, skal gjalda 200 krónur fyri at sleppa á veitslu. drottning og Hendrik, prinsur eru vertar fyri inn- bodnum kl. átta á kveldi. Týsdagin 15. mai fara tey kongaligu avstað aftur við flogfari úr Vágunum. Dag. stersti framleiðari av baðiverilsis- møblum i Sveríki Vit hava stóra fram- sýning av badiveril- sismeblum. Hygg inn á gólvið eila ring og bið um eitt Svedbergs-katalog. = SVEDBERGS % A Hálsi Tórshavn Tif. 1 49 49 pe JARUP Á DøL