hósdagur 23. februar 1984síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lysingaspurningum, Hetta verður
DA
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — Ivamál? -
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reidar!
Ferðsluringur barnanna:
Brævskúli fyri
ørn
undir skulaaldur
Í hesum døgum verða
1800 brævbjálvar sendir
út kring landið til bern,
sum eru fedd í 1980-81.
Tað er Felagið fyri
Ferðslutrygd í Feroyum,
sum hevur tikið stig til
eisini at fáa teir minstu
borgarnir í ferðsluni í talu.
Olivur Næs, leiðari á
Ferðslutrygd, sigur við
Sosialin, at stovnurin
hevur fingið nevn og
bústað á teimum: børnum,
sum eru fødd í ååurnevnda
tíðarskeið, gjøgnum
Fólkayvirlitið.
Í brævbjálvanum til
bernini er:. ein faldari,
sum greiður frá Ferðslu-
ringi Barnanna og tey
tiltøk sum barnið kann
verða við í, um tað gerst
limur.
Tað er ókeypis at verða
limur í Ferðsluringi Barn-
anna, og krevur tað bert,
at foreldrini senda
innmeldingarlepan til
Ferðslutrygd. So fær
barnið nakrar uppgávur
sendandi árliga, sum tað
saman við foreldrunum
kann loysa.
A henda hátt fær barnið
innlit í ferðsluviðurskift-
um so mikið tíðliga, at tað
seinni kann geva barn-
inum meira medvit, tá tað
skal ferðast einsamalt í
ferðsluni, sigur Olivur
Næs.
Hetta er sonevndur
brævskúli fyri børn undir
skúlaaldri. Bernini fáa við
fyrstu uppgåvuni eina
ringbók og eina skeið til
gávus. Ætlanin er síðan at
senda okkurt smáting til
barnið til feðingardag og
tá uppgávur verða sendar.
Felagið fyri Ferðslu-
trygd verður fíggjað av tí
almenna, og sostatt stuðla
í Landskassanum og
Tryggingarsambandinum.
Umframt hetta, so kunnu
kommunur verða limir í
Ferðslutrygd.
Higartil eru 18 komin-
unur innlimaðar í felags-
skapinum, sum gjalda
eina krónu fyri hvenn
íbúgva í kommununi. Til-
farið, sum bernini fáa
sendandi er litfagurt og
gjert eftir pedagogiskum
fyriskriftum soleiðis, at
tað sum barnið kennur
sum eitt spæl, eisini gevur
innlæring um ferðslu-
viðurskifti, sum barnið
fær brúk fyri, tá tað seinni
skal ferðast einsamalt í
ferðsluni.
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Bellmann og
»rallaravisur«
Í kveld kl. 20 framføra
Pierre Strøm og Bjørn
Arahb Bellmann og >rall-
aravisur« í Norðurlanda-
húsinum. Í annaðkveld
verða teir at hoyra í Ser-
vági, har framferslan
verður kl. 20.
OL LOS TS SØ |||—|— ———
Kim Bay Christensen, stjóri í EBC-Film.
Filmdeildin i Føroyum gevur møguleikan at siggja
dygdarfilmar stutta tid eftir at teir eru komnir å
marknaðin. Eitt nú filmurin um kjarnorkukríggið
»Dagen Efter«, sum hevur verið sýndur í sjónvarp-
| um kring heimin, verður at fáa til leigu í EBC-Film
| til heystar
1 am SR.
Fr
- KK
Nýtt á filmsmarknadnum:
Góðskufilmar til leigu
bert eitt ár eftir fyrstuframførslu
EBC-Film i Danmark stovnar deild i Føroyum, sum Kristoffer Poulsen í Skopun skal
skipa fyri. Talan er um 16 mm. filmar og videofilmar, sum einstaklingafeløg og
stovnar kunnu taka seg saman um
Videofilmar eru longu við
at vera avoldaðir, tí fólk
vilja heldur síggja filmar á
sterri lerifti, har ljóð og
myndagóðskan er nógv
betri.
— Hetta segði Kim Bay
Christensen, stjóri í EBC-
Film, sum hevur verið í
Føroyum í vikuni og
kannað umsteðurnar at
stovna filmsleigudeild
her.
Talan er um 16 mm.
filmar, sum skúlar, ítrótt-
arfeløg og onnur feløg
kunnu leiga Bert er
neyðugt at hava filmsfyri-
vísingartól til hetta slag
av filmum.
Kim Bay Christensen
helt ikki, at tað fór at
verða nakar trupulleiki, tá
flestu skúlar og ítróttar-
felog áttu eitt slíkt tól.
EBC-Film í Danmark
hevur virkað í 25 ár, og er
elsta fyritøka av sínum
slag í landinum
A goymslu hevur fyri-
tekan umleið 400 ymsar
filmar og koma 100 nýggir
titlar á marknaðin árliga.
Umframt 16 mm. filmar
so er eisini meguleiki at
leiga videofilmar, sum er
tiltaks í umleið 60 pst. av
savnaða talinum av film-
um.
Felags fyri video og 16
mm. filmsleigu er, at fólk í
sterri tali kunnu leiga í
felag, men tó er ikki loyvt
at taka atgongupening frá
fólki. Tí er mest vanligt í
Danmark, at fólk taka seg
saman um at stovna films-
felag, og síðan leiga ávíst
tal av filmum árliga, sum
limirnir so gjalda ávíst
limagjald fyri.
Hetta kann eisini gerast
um talan er um videofilm-
ar, sum higartil bert hava
verið til taks fyri einstak-
lingar = og húsarhald
annars. Her eru fleiri felog
saman í Danmark, sum
loyva videosýningar til
sterri áskoðaratal.
EBC-Film fær heimstað
í Skopun, har Kristoffer
Poulsen, postavgreiðslu-
maður, skal taka sær av
avgreiðs!
Fyr ætlanin at
fø . fåa i bodi 50
. filmar, sum kosta
umleið 200-300 krónur at
leiga. Óvist er, hvussu
leingi leigutidin verður, tí
torført kann verða við av-
greiðsluni í Feroyum. Í
Danmark er leigutíðin eitt
samdegur.
Við stovnanini av EBC-
Film deildini í Feroyum,
verður nú eisini meguleiki
fyri at fáa nýggjastu film-
arnar at síggja.
Kim Bay Christensen
sigur, at EBC-Film kann
bjóða viðskiftafólkum ein
nýggjan film, bert eitt ár
eftir athann er inn-
spældur.
Talan er um undirhalds-
filmar, ferðafilmar, tón-
leikafilmar og upplýsandi
filmar. Bert fyri at nevna
nakrir, sum eru í fald-
aranum hjá EBC-Film:
Jesus Christ Superstar,
Ben Hur, Walt Disney's
filmar, Kina aftaná Mao,
Marmormanden, kendi
polski filmurin um ar-
beidararørsluna. Ingmar
Bergman filmar og eitt nú
nýggjasti danski filmurin
»Skønheden og Udyret«,
verður at fáa til heystar.
Á vitjanini í Feroyum,
hevur Kim Bay Chris-
tensen eisini havt sam-
reður við Torbjern Poul-
sen, landsstýrismann, um
viðurskiftini við films-
leigu í Feroyum. Higartil
er ikki greitt um tollur
verður lagdur á leigu-
filmar, men um so er, so
segði Kim Bay Chris-
tensen, at tað ikki fór at
nerva útleiguprísin, sum
fór at verða 200-300 krón-
ur. Bleiv talan um toll, so
fór fyritøkan at átaka sær
upphæddina, sum síðan
skuldi koma leigarunum
til góðar.
EBC-filmdeildin í
Skopun fer væntandi at
virka frá 15. mars í ár.
Dag.
Brúdleyp
Leygardagin 25. februar
giftast í Havnar kirkju
Súsanna Sørensen úr
Húsavík og Heri Thors-
teinsson úr Havn.
Br. adr.: B36-húsið.