Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. februar 1984síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 25. februar 1984 At luttaka Vit hava sæð soleiðis skrivað: 320 fólk tóku lut undir gudstænastuni sunnudagin. Kirkjufólk siga ikki soleiðis, tey siga: 320 fólk vóru í kirkju sunnudagin; í summum bygdum siga tey i kirkjuni. Kirkjufólk siga ikki, at tey luttóku í altargangin. Tey vóru til altars. Ein politikari í útlondunum var deyður, tá varð soleiðis tikið til: 400 fólk luttóku í jarðarferðini. Mundu tey 4000 fólkini ikki fylgja manninum til gravar. Heðin Brú sigur í seguni, Jóannes: Vit fylgja líki í dag. Jóannes innan fyri Garð er deyður. Fyri jól í fjør varð lýst: Jólatræið verður tendrað í kveld kl. 19 (hví íkki kl. 7), prestur luttekur. Hvat gjørdi so prestur? Tendraði hann ; ljósini? Sang hann? Dansaði hann um træið? Hví 5 ikki siga sum er, at prestur talar. 5 Ein lýsing hevði hetta orðalagið: Við metið í kveld luttekur H.H. við talu. Sangkór luttekur. Vanligt føroyskt málbrúk er: Á metinum í kveld talar H.H. Sangkór syngur. Og so henda lýsingin: Meti verður í kveld, sanglutteka úr Eysturoynni. Flestu fólk hevdu heldur sagt: Metið verður í kveld. Eysturoyingar syngja á metinum. Um fundin stóð soleiðis skrivað: 60 fólk tóku lut á fundinum. Luttakaratalið á fundinum var 30. - Í einum blaði stóð um ein føroyskan politikara, at hann skuldi luttaka å fundi i Oslo. Tá ið fólkafundir vóru vanligir i Feroyum, og fólk siga frá líknandi fundum, so siga tey t.d.: Eg var á fólkafundi uppi millum Stovur. Hesi trý demini um fundir hevdu tey sagt: 60 fólk vóru á fundinum. 30 fólk vóru á fundinum. Um politikaran hevdu tey sagt, at hann skuldi á fund í Oslo. Fólk eru á fundi. Fólk fara av fundi. Fólk eru á meti. Fólk fara av meti. Allur útgrevstur lastvognskoyring boriarbeiði o.a. jørdarbeidi Tilboð verða eisini givin. Jógvan Páll Berg, tlf. 15293, Tórshavn Gudstænastur sexagesima Havnar kirkja: Bjarni Bæk Vesturkirkjan: Ejvind Vilhelm, altargongd Kirkjubøur: Høgni Poulsen Kaldbak: Axel Tórgarð Høsvik: Martin R. Jacobsen kl. 12,00 Saksun: Jåkup Magnussen kl. 11,00 Oyndarfjørdur: Petur Petersen kl. 12,00 Fuglafjørdur: Torkil Beder, altargongd Eidi: Emil Olsen kl. 11,00, altargongd Nes: Jåkup Kass kl. 11,00, altargongd Æðuvík: Jákup Kass kl. 17,00 Klaksvík: Niels P. Danielsen, altargongd Kunoy: Henning Begesvang, altargongd Hvannasund: Henrik Fossing Miðvágur: David Johannesen kl. 12,00, altargongd Skálavík: Jákup R. Hansen kl. 12,00 Øravik: Jónsvein Bech kl. 12,00, altargongd Hov: Elsa Funding kl. 12,00, altargongd. Talvan gongur til frama fyri nytt orgul Norea Radio Danmark Millumbylgja 1467 kHz kl. 19,30-19,45. Månadagin 27.: »Derfor holder jeg af den sang« Teddy Sjælland i samrødu vid Lissy Kallestrup. Norskar sendingar hvønn dag kl. 17,05 og eisini kl. 8,00 månadagin. Stuttbylgja, 31 metra-bandið (9,6 mHz). Vårgledi møtir månadagin kl. 16,00 i KFUK. Alment foreldrakvøld KFUM og KFUK bjóða til alment foreldrakvøld við Johan Weihe, presti, mánakveldið kl. 20,00 i KFUK. Evni: hitt kristna heimid i TV-øldini. Funnu onki barn Klokkan 16.24 hós- dagin bodadi ein hyru- vognur legregluni í Havn frá, at ein bilur hevði koyrt á eitt barn á vegamótinum Bøkj- arabrekka/ R. C. Effer- søesgøta. Sjukrabilur og politi- bilur komu ýlandi á staðið. Men har var onki barn at síggja. Tann, sum boðaði frá óhappinum, kundi siga, at talan var um ein Opel og, at barnið var farið upp í bilin eftir óhappið. Meira visti legreglan ikki á middegi í gjár. Fyrispurningar á skaðastovuni á Lands- sjúkrahúsinum gav tað svar, at hagar var onki barn komið um ta tíðina, óhappið skuldi vera hent. hd Læknavaktir Tórshavn: Andor Ellefsen, tlf. 12233, leygardag og Sølvi W. Olsen, tlf. 16611, sunnudag. Eysturoy: Pól Johs. í Horni, tlf. 44038, leygardag og Sigvald Kristiansen, tlf. 41490, sunnudag. Norduroyggjar: Stein- grímur Weihe, tlf. 55300 Vágar: Tlf. 32413 Suðuroy (norður): Tlf. 71560 Suðuroy (suður): Tlf. 73030 Tannlæknavakt- in, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst millum kl. 13,00 og 14,00. Tlf. 14544. Um nøvn , 65 år Mánadagin 27.2. verður Anna Hansen, Skopun, 65 ár. Hon er burturstedd. Diamant- brúdleyp 23. februar kundu hjúnini Maria og Símun Guldbro, Lorvík, halda diamant- brúdleyp. , Brudleyp i dag giftast i Fåmjins kirkju Jastrid Magnuss- en, Fåmjin og Finnbogi Nielsen, Havn. i dag giftast i Stouby kirkju Betina Rasmussen, Stouby, og Hedin Krefeld, Hósvík. Br. adr.: Fakke- grav Badehotel, 7140 Stouby. 5. februar fingu Julie og Sonni Poulsen, Sandi, eina dóttur. 10. februar fingu Andrea og Jónsvein Eliassen, Leirvík, ein son. 11. februar fingu Sól- run Magnussen og Kartni Jacobsen, Havn, ein son. '11. februar fingu Monika og Ingvar Stauss Joensen, Leirvik, ein son. 15. februar fingu Tor- gerð Johannesen og Heri Olsen, Havn, ein son. 15. februar fingu Mena og Asbjern Mathiasson, Kvívík, eina dóttur. 17. februar fingu Sanna og Jógvan Justiniussen, Leirvík, eina dóttur. 19. februar fingu Svanhild Simonsen og Johu Arne Joen- sen, Tørshavn, ein son. 19. februar fingu Maud Mouritzen og Johannes Rasmuss- en, Tórshavn, eina dóttur. 20. februar fingu Elisabeth og Heri Guttesen, Tórshavn, eina dóttur. 21. februar fingu Hansina Petersen og Johannes Johanne- sen, Kollafirði, ein son. 22. februar fingu Katrin og Poul Erik Fjallsbak, Miðvági, ein son. 22. februar fingu Marin og Andreas Rasmussen, Strond- um, eina dóttur.