Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 26 — 28. februar 1984 Læknaviðurskiftini í Sandoynni framvegis ógreið: Men lækn- in fer í mai! Í mai mánað fer læknin í Sandoynni úr starvi. Hvat hendir eftir henda dag, vita kommun- urnar einki um. Um ein nýggjur lækni verður sett- ur. Um tveir verða settir. Ella um kommunurnar fáa eina avloysaraskip- an saman við Suð- urstreymoy? Kommunurnar vita einki! Nu liggur fast, at læknin i Sandoynni, Leif H. Niels- en fer úr starvi sínum 11 mai i år. Hann hevur røkt hetta starvið í átta år, so sandoyingar eru ógvuliga harmir um at missa hann. Læknin fer, tí arbeiðs- byrðan er ov stór. Hetta er grundin, kommunurnar áður hava fingið at vita. Og henda grundin er í tráð við tað, læknin segði við Sosialin í november í fjer: »Arbeidid er útmerkað, og dagliga arbeiðsbyrðan er ikki ov stór. Trupulleik- in er bara hann, at eg havi vakt 24 tímar um sam- degrið viku eftir viku«. Men í uppsagnarbræv- inum sigur Sandoyar- lækni, at persónligar grundir eru eisini orsek til uppsegnina, upplýsir Birgir Mohr, bygdarráðs- formaður á Sandi. — Vit vita ikki, um tað er sekt eftir nýggjum lækna, ella hvat fer at henda eftir 11. mai, sigur hann. Seinasta heyst kom fram, at hverki ríkisstýrið ella landsstýrið vildi ganga við til at seta ein lækna afturat. Ístaðin mælti ríkisumboðið til at seta ein avloysaraskipan — eina sokallada »praksis- amanuensisskipan« — i verk. Men kommunurnar i Sandoynni hava einki hoyrt aftur um henda meguleikan. Fleiri ár síðan Tað eru fleiri af síðan kommunurnar í Sand- oynni sektu um at fáa ein lækna afturat. Grundgev- ingin hjá kommununum | — er, at trygdin er ikki nóg góð við bert einum lækna. Tað verður helst eisini trupult at fáa ein eina- lækna til Sandoyar. Fyri nekrum árum síðan hevði Leif H. Nielsen orlov. Tveir aðrir læknar av- loystu hann. Men báðir søgdu, at hvergin teirra kundu hugsa sær at starv- ast sum einalækni í Sand- oynni. Báðir segdu, at tað er tervur á einum lækna afturat. Umboð fyri komm- unurnar í Sandoynni hava havt fund við landsstýris- mannin í heilsumálum, Páll Vang. Hann helt tá, at tað var ikki meguligt at seta ein lækna afturat, men mælti ístaðin til eina avloysaraskipan. Síðan er tað hent, at Tórálvur Mohr Olsen, fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskot fyri legtingið um at seta ein lækna aft- urat. Uppskotið fekk góða undirteku á tingi, tá tað var til 1. viðgerð. Eftir 1. viðgerð varð tað beint í sosialu nevnd legtingsins. Haðani er tað ikki komið aftur. Formaðurin í nevnd- ini, Jógvan Sundstein, sigur, at nevndin fer at av- greiða hetta málið, eins og fleiri onnur, í mars mánað. Vilja ikki Undir umreðuni á tingi segði landsstýrismaðurin í heilsumálum, at hann nú tók undir við uppskot- inum at normera eitt kommunulækna starv afturat í Sandoynni, tí tað vísir seg, at Suðurstreym- oyar læknadømi vil ikki lata frá sær normeraða amanuensis-starvið til Sandoynna, tí tervur er á hesum í Suðurstreymoy, upplýsir Birgir Mohr. — Síðan hava vit einki ítekiligt hoyrt aftur til málið, sigur bygdarráðs- formaðurin á Sandi. Tað var fyrst í desem- ber, at Tóráivur M. Olsen legði uppskotið fyri løg- tingið. Eisini eftirbátur á hesum eki — Málið er akutt. So vit vóna, at Páll Vang, lands- stýrismaður, virðir okkum eitt svar. Tí, sum útvikl- ingurin gongur, gerast Læknahús og læknamidstødin á Sandi. Læknin, Leif H. Nielsen, he vur boðið kommununum í lækna- dominum forkeypsrættin til sethúsini. Og tað eru kommunurnar samdar um at brúka. Annars bíða kom- munurnar eftir svari frá landsstýrinum upp á eina umsókn um útbygging av læknamiðstoðini. Arne Samuelsen, arkitektur, hevur gjørt eitt uppskot, soleiðis at midstødin eisini kann rúma jarðarmóður, nýggju barna- og heilsusjúkratænastuni og leiðaranum fyri heimahjálpini sandoyingar eisini eftir- bátar á hesum eki. Tað er óneyðugt at drála, tí tað skulu lutfalsliga bert smáir pengar til at loysa hetta málið, sigur Birgir Mohr. Landskassan partur av útreiðslunum til ein kommunulækna í Sand- oynni er 20.000 kr., meðan kommunurnar partur er 20.000 kr. Skal landskass- in eisini taka ríkisins part, er sostatt talan um 60.000 kr. Læknamiðsteðin — einki svar Kommunurnar í Sand- oynni bíða eisini eftir einum eðrum svari úr landsstýrinum Ifjør summar sektu kommunurnar um stuðul til útbygging av lækna- miðsteðini á Sandi Arne Samuelsen, arki- tektur, sum upprunaliga teknaði og hevði eftirlit við læknamiðsteðini, hevur gjert uppskot til eina útbygging av lækna miðsteðini, soleiðis at hon eisini húsar jarðarmóður- ini, barna- og heilsusjúkra- rektini og leiðaranum fyri heimahjálpini. Hetta varð sent landsstýrinum ifjør Men heldur ikki í hesum máli hava kommunurnar í Sandoynni hoyrt nakað aftur úr Tinganesi Keypa húsini Annars hevur Sandoyar- lækni, Leif H. Nielsen, boðið kommununum for keypsrættin til lækna-set- húsini á Sandi. Hann keypti tey frá komm- ununum fyri nekrum árum síðani Umboð fyri kommunur nar hava havt fund um málið. Tær hava samtykt at keypa tey, og hava valt tveir metingarmenn meðan dómarin skal velja tann triðja jo-mo Kunnu ikki lýsa eftir lækna fyrrenn stødan er greið Meðan kommunurnar í Sandoynni einki vita um, hvussu tað verður við kommunulæknanum í sýsluni eftir 11. mai, so er ikki líkt til, at ríkisum- boðið, ið umsitur komm- unulæknaskipanina, veit nógv meira, uttan tað at tað er ikki lýst eftir nýggj- um lækna til starvið. Hans Loiborg, fulltrúi á Ríkisumboðnum, upp- lýsir, at starvið sum kommunulækni í Sand- oyar læknademi kann ikki lýsast leyst, fyrr enn tað er avgreitt, um ein lækni skal setast, ella um ein lækni og ein »praksis-ama- nuensislækni« skulu setast, ella um tveir kommunulæknar skulu setast. Fulltrúin sigur annars, at tað kann ikki góð- takast, at hetta málið ikki er avgreitt, og at tað heldur ikki kann góð- takast, at eingin lækni er í Sandoynni, tá hesin læknin fer. Um eingin lækni er settur tá, má ein vikarur útvegast. Tverlig gongd Hans Lioborg vísir í sam- band við læknamálið til uppskotið um at seta tveir kommunulæknar í Sand- oynni. Vinnur hetta upp- skotið frama, og lands- stýrið kemur við eini á- heitan um at seta tveir kommunulæknar, so skal málið undir eina heldur tverliga gongd. Fyrst skal ríkisumboðið leggja áheitanina fyri innanríkisráðið, ið síðan koyrir hana víðari til fíggj- armálaráðið, sum síðan skal leggja áheitanina fyri donsku figgjarnevndina. Henda skal koma við endaligu játtanini. At seta eitt praksis- amanuensisstarv er ikki so tverligt. Í hvussu er ikki í fyrstu syftu. Hans Loiborg vísir á, at sambært nýggju komm- unulæknaskipanini er talið av kommunulæknum sett til 23, men bert 22 sterv eru sett. Tað 23., ið er ætlað til Sudurstreym- oy, er ikki sett enn. Av hesi orsek skuldi verið óneyðugt í fyrsta umfari at sekja um játtan til praksis-amanuensisstarv- ið. Tvey endamál Myndugleikarnir hava tvey endamál við at seta eitt praksis-amanuensis- starv við knýti til Sand- oyar læknademi. Fyrst og fremst fyri at koma sand- oyingum til hjálpa. Har- afturat kemur so eitt út- búgvingar-endamál inn í myndina. Áðrenn ein lækni er liðugur við útbúgving sína og fær eina autoristatión, skal hann royna ymiskar starvshættir. Frammanundan finst heimild til, at tveir læknar kunnu taka hálvt ár sum »praksis-reservalækni« í turnusskipanini í Feroy- um. Harafturat kemur so meguleikin við hálvum ella einum ári sum »prak- sis-amanuens«. Verdur henda skipan framd, kunnu tveir læknar fáa tað síðsta í útbúgv- ingini í Feroyum. Hetta verður mett sum ein fyrimunur, tí roknast kann so við at hildið verður fram í Feroyum. Skal vera í oynni Ætlanin við einum »praksis-amanuensis« er, at hann skal vera í oynni, tá hin læknin hevur frí. Sum nú er, hava læknar í Havn vakt, tá Sandoyar- lækni hevur frí okkurt vikuskifti. Men teir eru ikki í Sand- oynni. Boð skulu sendast til Havnar. Og hetta eru umsteður, ið eingin partur er negdur við. Tí, sum tað kom fram í samreðuni við Sandovar- lækna í Sosialinum i november ifjør, so fara neyvan boð eftir lækna úr Havn, um lækni er í Sand- oynni — hóast hann hevur frí. jo-mo