týsdagur 28. februar 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
íða 6
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahi
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
»Stydja tín bróðira
FERÐANDI prædikumaður helt nú ein
dagin fyri, at hann so avgjørt ikki
metti føroyingar sum verandi ver-
aldarinnar størstu heidningar.
HELT okkum kanska hava í so lætt við
at apa okkum eftir tí, ið uttaneftir
kemur, men helt hetta kanska verða
vegna tær stértøknu broytingarnar,
samfelagið hevði verið fyri síðan
krígslok ella so — stundir høvdu íkki
verið hjá hverjum einstøkum í nóg
góðan mun at meta um gomlu virðini,
samstundis sum alt hitt nýggja skuldi
metast, góðtakast ella vrakast.
HÓAST smábýttu bólkingarnar innan
føroyska trúarlívið heit hesin ferð-
andi, at viljin til at stuðla tiltøkum,
fyriskipað av andsleiðarum okkara,
var avbera góður. Undirtøka føroy-
inga í samband við uttanlanda tiltøk
bar av teirri í londum, vit vanliga verða
sammett við.
HELT hetta verða at fegnast um og
vísti samstundis á, at trúskapur
okkara móti vånaligari støddum iva-
leyst hevdi nakad at gera vid ta sam-
felagsskipan, ið galdandi hevur verið
til okkara dagar, har vit fyri yvirhøvur
at kunna balast á hesum klettum vóru
at halda saman, hava fyrilit hvort fyri
ødrum og harvið eisini verða kunnug
við áneyðirnar hver hjá ðrum.
HEVÐI ferðast í mongum londum í
orðsins tænastu, men hevði bert í
Persien verið vitni til slíka politisering
av andslivinum sum í Føroyum.
HEVÐI ikki aðrastaðni á okkara
leiðum verið vitni til andaliga
fordøming av mestsum heilari tjóð,
hetta einans vegna politiskt harræði
frå minnilutum, ið ongan ítgkiligan
politik høvdu og tí tóku til aldargamla
undirgravingarvápnið, at ræða fólk til
Himmals, ístaðin fyri at ávirka fólk
tann vegin við kærleikans sanna evan-
geliið.
HARMAÐIST um hesa skeivu anda-
ligu gongd í einum annars gudrøknum
samfelag. men viðgekk, at hetta
rædslulag, henda vanskeplan av
gleðiboðskapinum alt ov tíðan hevði
verið nyft av depotiskum einaræðis-
harkaliðum í royndum teirra at rokka
teimum mest óhugnaligu og manna-
týnandi málum.
VÍSTI á uppgjørda alsk Hitlers og
Mussolinis til tær andaligu rørslur, ið
tíðindablaðið
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
oddagrein
lótu seg draga so mikið við av hesum
báðum, at tær uttan avgjørda fatan av
støduni av óvarni óbeinleiðis vóru við
til at fáa hesar báðar á glið framímóti
tí mannatynandi ragnaroki, sum
eingin okkara ynskir aftur.
VÍSTI víðari á kúganarveldi Franco's
og metti avgjørt ikki, at spaniólar eftir
hetta myrka kapittul í søgu Spania-
lands nú vóru vorðnir heidningar.
HEVÐI fram, at størsta andaliga
bjarnatænasta, ið gerast kundi eini
tjóð, var ikki at geva hverjum einstøk-
um í frið og báðum møguleika fyri
meiri persónskendari stødutakan fyri
Gudi og øllum tí í hesum heimi, id er
honum kært.
LÍKA so lítið sum tað bar til av menn-
iskjum at seta ávísar persónar ella
samkomur nærri Várharra enn aðrar,
eins illa bar til at gera av, hverjir
íbúgvarabólkar ella politiskir flokkar
stóðu honum næstir.
METTI hesa leið sum ta vísu ímóti
kristiligum heiðinskapi, sum tað má
kallast, um vit hver í sínum lagi ákalla
okkum myndugleika Guds í viður-
skiftum okkara við tey menniskju, vit
í tolni eru sett at liva saman við.
POLITISKA misnýtslan av kæru anda-
ligu virðum okkara hevur longu sett
spor eftir seg. Framstandandi ands-
persónar, ið í áravís í felag hava strítt
hitt góða stríð, fáast av politiskum
áðum í handavending at venda hvor
ødrum bakið.
SAMKOMUTALID økist. Hevði hetta
verið lagið í nýkristnaðum landi, so
var hetta betur skiljandi, men ósemi-
ligt heima hjá okkum, har vit øll sum
ein hava so mikið í andaligum viðferi,
at vit áttu at duga hógv, tá tað sum
tað má kallast, í politiskum heilag-
leika at leggja sum flest afturum
heilagleika at leggja sum flest afturum
seg til tess sum fyrstur og helst einsa-
mallur at røkka heimagjørdu sælu-
trúnu okkara
HALDI vit hver í sínum lagið skuldu
steðga á og í meiri mun lært av
boðunum um at »stydja bróðir
okkara« — hetta vit fyrst av øllum
hava skyldu til uttan mun til sam-
komu- sum politiskt flokstilknýti.
GLØGGT er gestsins eygað, men hins
Alvalda gløggari.
Formaður sjálvstýris-
floksins plagar at føra
fram frá legtingsins reð-
araplli, at henda sam-
gongan ferir ein politikk,
sum sigur, at hitt almenna
skal gjalda, meðan nakrir
ávísir valda. Tað má eisini
ásannast at so er.
Tað, ið hann her sipar
til, er at sambandsflokk-
urin, og tað serstakliga
fólkaflokkurin vilja fera
henda politikkin, ímóti
vilja sjálvstýrisfloksins.
Ivasamt er kortini um
sjálvstýrisflokkurin er
smittin frægari.
Hetta kom týðuliga til
sjóndar, tá ið málið um
veðhald til Smyril Line,
var til viðgerðar í ting-
inum.
Smyril Line sekti um at
landið skuldi standa aftan
fyri 12-13 milliónir kr., tí
hesir hava havt undirskot
av einari sokallaðari
sprittrutu. Tað vil siga ta
inntekan av hesari sigling
er sela av tollfrium verum,
og eftir tí ið skilst, so er
hetta mest sela av rús-
drekka.
Ikki serliga dámligur
vinnuvegur vilja helst
fleiri halda við mær.
Sjálvir banna vit slíkum
her heima hjá okkum.
Javnaðarflokkurin royn-
di at ávirka hetta mál
soleiðis ,at hitt almenna
skuldi fáa ávirkan eftir tí
peningi, ið lagdur verður
út, men hetta fekk onga
undirteku í tinginum.
Tað er nógv ið bendir á,
at tað eru ikki teir lóggev-
andi myndugleikarnir ið
stýra tí almenna pening-
inum í hesum samfelag í
dag, tað eru aðrar kreftir.
Tað at vit hava hetta
»problemid« í dag, i so
stóran mun, eru fruktirnar
av borgarligum politikki,
og tað serstakliga av
fólkaflokspolitikki i
hesum samfelag.
Hetta sigi eg, ti at
Nr. 26 — 28. februar 1984
Vit gjalda — adrir valda
undanfarna samgonga
hevði sett sær fyri at loysa
millumlandasiglingina,
sum yvir hevur var rikin
av eðrum enn føroyingum.
Loysnin varð funnin,
men varð jardløgd av
fólkaflokkinum, sum leyp
frá tá ið ástóð.
Tá ið Lassa 2 málið var
fyri í tinginum fekk tað
ringa mótteku; varð kallað
eitt sosialistiskt eksperi-
ment fyri skattgjaldarans
rokning og so framvegis.
Seguna um Lassa 2
kenna allir feroyingar.
Samgonguslit, og val í
ótíð. Eftir drúgva tíð í
stjórnarloysi varð nýggj
semja gjørd. Annað vána-
ligt skip keypt, »Mikkel
Mols«.
Tað løgna var, at skipið
mátti undir ongum
umsteðum eita Lassi 2,
sum var eitt stórt gott og
bíligt skip og sera væl
hóskandi til endamálið.
Tað er ikki ov nógv
sagt, at her varð stóra
mistakið gjert, og vit
dragast við hesar av-
leiðingar enn, avleiðingar
sum hava kostað føroy-
ingum í milliónum.
Annars er vert at nevna,
at fólkaflokkurin hevur
havt eina óskiljandi, og
sera flákrandi steðu í sigl-
ingarmálinum.
Summar tíðir gevur
hesin flokkur útlit fyri at
vera so ómetaliga heitur
talsmaður fyri, at alt skal
vera á privatum
hoindum,m en mangan
kemur fram, at hesin
flokkur vil ríða á tveimum
hestum.
I fjør vár vildi fólka-
flokkurin hava lands-
kassan at keypa eitt skip
til millumlandasigling.
Hetta skip kallaðist
Viking 1.
Hetta má haldast at
vera ein rættuliga marg-
háttligur politikkur. Ein
dag alt oyðileggjandi fyri
politisk
viðmerk-
ing
samfelagið um eitt skip
verður keypt, á eðrum
degi alt urnráðandi at fáa
framt eitt skipakeyp —
eitt mikið dýrari og eldri
og verri enn Lassi 2.
Lat okkum undirstrika,
at hetta skuldi gerast fyri
landskassans rokning.
Í samband við ætlaða
keypið, sum varð steðgað
av sambandsmonnum
sum hálaðu grein 13 upp
úr handraginum, sum er
eitt fyrivarni í samgongu-
skjalinum, stóð grein í
Dagblaðnum 7. apríl 1982.
Har stóð ímillum annað.
>Nú er politiskur meiri-
luti fyri at selja Viking 1
til føroyskt privat/alment
skipafelag, sum hevði
verið hugað at keypt
skipið frá tí almenna, um
tað vísti seg at bera til
figgjarliga«.
Her verður borgarligi
politikkurin týðuliga
lýstur. Skipið skuldi lat-
ast privatum um tað bar
seg, annars so skuldi
landskassin hanga uppá
70-80 milliónir krónir.
Tyduliga kemur til
sjóndar, at ætlan fólka-
floksins var at fáa framt
eitt skipakeyp fyri lands-
kassans rokning, so
ótrúligt og óveruligt tað
enn ljóðar. Sami flokkur
sum sleit eina samgongu,
júst tí eitt skip skuldi
keypast.
Týðuliga kemur fram, at
Hilmar Kass hevur rætt,
at undir borgarliga stýr-
inum skal hitt almenna
gjalda, meðan ávísir
valda.
Jergen Thomsen
Javnaðarfundur á Sandi
Javnaðarpolitikkur einasta borgan fyri framhaldandi menning í
Sandoyar sýslu
Javnaðarfelagið fyri Sand-
oyar sýslu skipaði sein-
asta hósdag fyri fundi
heima á Sandi.
Fitt av fólkið var
samankomið og hugskot-
ini fyri framhaldandi
menningarvirksemi í sýsl-
uni vóru mong og góð.
Fundurin var ikki sam-
bært ávísa skrá, men var
meir ætlaður sum fyri-
reikan til seinni uppstill-
ingarfund.
Nakað óvist er, nær upp-
stillað verður, eftirsum
meguligu valevnini ikki
øll eru heima í letuni. Fyri
sýsluna kann felagið stilla
upp fýra valevni.
Í nevnd felagsins eru
Kristian Hejsted av Sandi
sum formaður. Térbjørg
Djurhuus úr Skálavík sum
næstformaður, Óluva Jen-
sen úr Skopun sum kassa-
meistari og skrivari. Aðrir
nevndarlimir eru Ludvík
Johannesen úr Dali, Elisa-
beth Joensen úr Skúgvi,
Símun Hansen úr Skopun
og Hergeir Davidsen av
Sandi.
Fundurin hevði bestu
vónir til komandi val og
legði dent á, at stígur ikki
mátti koma í ta vinnu-
skapandi
útbyggingina,
sum fram er farin undir
leiðslu floksins bæði í
landsstýri sum bygdaráð-
um.
Niðursteðan hjá fundar-
fólkinum var, at vissa
kundi ikki fáast fyri at
vinnuligu tiltekini, sum
eru í umbúnað, fáa sámu-
ligastu semdir, um ikki
umboð javnaðarmanna
framvegis koma at standa
fremstir í stríðnum fyri
lívgan av sýsluni vinnu-
liga og ikki minst sam-
ferðsluliga.
Arbeitt varð eisini við
áliti frá felagnum til kom-
andi landsfundin.