týsdagur 28. februar 1984síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað åvåsi? — ivamål?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Eingin trygd fyri
Orð og mynd
Dagny Joensen
evnaveikum i Føroyum
— Vit eru i ti stødu, at tað kann gerast veruleiki at evnaveik
verda send av landinum, ti ikki er råmd fyri teimum i Føroyum,
segði Landsfelagid Javni á tíðindafundi fríggjadagin
Landsfelagið Javni
evnaveikur at bata —
hevur í skrivi til Lends-
stýrið dagfest 23. februar í
ár, gjert landsmyndug-
leikunum greitt, at nakað
munagott má henda, um
evnaveik ikki aftur skulu
sendast av landinum, tí
ikki rúmd er fyri teimum i
Feroyum.
— Hetta segði Tummas
Sæbúð, formaður í Javna,
sum saman við hinum
nevndarlimunum bjóðaði
til tíðindafund í nýggju
helum felagsins í N. Fin-
sensgetu í Havn.
Endamálið við fund-
inum var at gera almenn-
ingin vart við steðuna hjá
teimum brekaðu, sum nú
er so akutt, at tað í
næstum meguliga verður
veruleiki at senda brekað
av landinum.
Í letuni er einki pláss
leyst á Eirargarði 14-16,
og er tervur á bráfengis
hjálp, so standa vit
hjálparleys, sigur nevnd-
in.
Grundarlagið undir
Andveikraforsorgini í Fer-
oyum er ov veik, tí bert
tann fyrisitingarligi part-
urin hevur tilhald í Fer-
oyum. Andveikraforsorg-
in hoyrir enn undir danska
sosialstýrið, og
skulu
Mini sæst, at neundarlimir í Javna og onnur í felagsskapinum eru
danskar játtanir til, um
nakað munagott skal
skipast fyri her á landi.
Samgonguskjalið
Í samgonguskjalinum fyri
núsitandi landsstýri
stendur at lesa: Málið um
Andveikraforsorgin verð-
ur loyst.
— Higartil er als einki
gjørt fyri at loysa and-
veikraforsorgarmálið, sig-
ur nevndin í Javna. Hon
upplýsir eisini, at Leg-
tingið hevur álagt og
heimilað landsstýrinum
(sambr. samtykt mai 83)
at útvega neyðugu bygn-
ingar til at taka móti
teimum persónum, sum
kunnu ella vilja flyta frá
deildunum Eirargarði 14-
16. Sama heimild er til
neyðugu útbyggingina av
andveikraforsorgini.
Kortini er einki hent í
hesum málum.
Í 1978 setti Landsstýrið
eina nevnd, sum skuldi
kanna viðurskiftini við út-
bygging av andveikra-
forsorgini í smærri bú-
staðareindir.
Henda nevnd kom við
áliti í 1982, men sigur
nevndin í Javna, at hon
ikki góðtekur hetta álitið,
sum er vorðið ótíðarhósk-
andi.
Í nevndini undir lands-
stýrinum fingu tvey
umboð fyri Javna innivist,
men hesir limir fingu ikki
teirra sjónarmið fram í
lidna álitinum.
Úrslitið er, at tað trygd-
arnetið, sum landsfelagið
Javni í mong ár hevur ar-
beitt fyri at fáa staðfest
ikki er vorðið sum ætlað.
114 búgva heima
Í álitinum um útbygging
fyri andveik í smærri vist-
ar — uppvenjingar — og
umlættingarheim kring
Feroyar verður upplýst,
at umleið 114 andveik
búgva heima hjá for-
eldrum ella systjum í Fer-
oyum. 47 eru á stovnum í
Danmark og 47 á Eirar-
garði í Havn, umframt 11
á pensionati, fýra á Vistar-
heiminum, fýra búgva til
leigu í egra kamari, ein
hevur egna íbúð, tvey eru
gift og búgva í egnu
húsum, tvey í familjurekt
og trý búgva á skúlaheimi.
Álitið sigur eisini, at tað
er bráneyðugt við útbygg-
ótrygg við støduna, so sum hon nú myndar seg fyri evnaveikum í Føroyum.
Vinstrumegin sæst: Tummas Sæbúð, formaður í Javna, Trúgvi Henriksen,
neundarlimur, Óli Simonsen, í blaðstjórnini hjá Javna og Helena Samuelsen,
fyrrverandi formaður í felagnum
ing, tí bert eitt pláss er
eftir á Eirargarði. (Hetta
eina plássið er nú íkki
longur).
Bústaðartervurin er
eftir álitinum stórstur í
Suðuroy, Norðoyggjum
og við Streymin (sam-
skipa Eysturoy og norð-
aru helvt av Streymoy) og
í Suðurstreymoy.
Evnaveik skúgvast
til viks
Nevndin í Javna sigur, at
hon er ikki negd við hesa
niðursteðu, tí tað
ongantíð kann verða rætt
at senda tey evnaveiku
burtur úr vanligum um-
hvervi.
— Vit góðtaka ikki, at
okkar brekaðu skulu
fjalast onkunstaðni, har
vanlig fólk ikki búgva.
Tað er júst av stórum
týdningi, at tey av okkara
brekaðu, sum eru so væl
fyri, at tey kunnu búgva í
smærri eindum, sleppa at
búgva millum vanlig fólk.
Tey skulu verða ein liður í
tí dagliga umhvervinum,
her á landi.
Higartil er einki hent
við útbyggingini, tó at tað
í fleiri ár hevur verið
umrett at nýta gomlu
Loransteðina í Vági sum
íbúð fyri brekað. Spurn-
ingurin um leiguupphædd-
ina er ikki loystur, og
harvið stendur tað enn.
Nevndin í Javna sigur
kortini, at Loransteðin
ikki júst er hóskandi til
hetta endamálið, og at hon
tí ikki hevur gjørt nakað
við spurningin.
Eitt annað felag ið kall-
ast Felagið Sethús og
Íbúðir hevur roynt eitt
tiltak at flyta brekað í eitt
sethús í Havn. Har búgva
fimm fólk, sum arbeiða
vanligt ella ganga í skúla.
Eln heimahjálp er tek og
heimavegleidari eisini,
umframt ein sosialrådgev-
ari. Henda royndin hevur
vist seg at hava gagnligan
åvirkan å tey brekadu,
sigur nevndin i Javna.
Okkara sjónarmið er, at
vit vilja hava okkara brek-
aðu at búgva eftir feri-
muni. Tey ið ikki kunnu
Felagið Javni hevur fingið innivist í N. Finsens-
gotu. Moguleiki er hjá limum og oðrum áhugaðum
at vitja inn á gólvið i felagshølunum hvønn hósdag
frá kl. trý til fimm seinnapart
klára at búgva sjålvstød-
ugt, skulu hava innivist á
Eirargarði. Um tey eru før
fyri tí, skulu tey hava
meguleikan at flyta á
pensionat og um tað er
gjørligt at venja tey fræg-
astu brekaðu til meira
sjálvsteðug bústaðar-
viðurskifti og arbeiði, so
skulu tey flyta í smærri
eindir, har tey so vítt
gjørligt, kunnu klára seg
sjalvi.
Evnaveik og onnur
brekað hava eins og fólk
flest áhuga fyri at liva eitt
sámuligt lív, undir somu
viðurskifti sum onnur. Tí
er tað av týdningi, athesir
spurningar verða tiknir
upp til umreðu, áðrenn tað
er ov seint og vit fáa somu
viðurskifti sum áðrenn fel-
agið Javni fór at virka.
— Tað er neyvan ov
nógv sagt, at politisku
flokkarnir ikki hava víst
okkara evnaveiku áhuga
ella kenna medábyrgd í
hesum fyri okkum so
týdningarmikla máli.
Andveikraforsorgin er
eitt bytisbarn i Føroyum.
At enda sigur nevndin i
Javna, at tað ikki bert er
ein vanlagna, men eisini
ein landaskomm, at senda
evnaveik av landinum, tí
ikki er rúmd fyri teimum
her á landi.
Um so er, at tað verður
veruleiki, so er talan um at
skúgva brekað í útlegd, —
bert tí tey eru andaliga
brekað.
Tveroyrar
Pensionista-
felag
Aðalfundur var í Tver-
oyrar Pensionistafelag 26.
februar. Okkurt um 100
limir eru í felagnum.
Øll nevndin var aftur-
vald. Í henni sita: Arnold
Nielsen, formaður, Elisa-
beth Johannesen, næst-
formaður, Elsebeth
Joensen, kassameistari,
Niels Niclasen, kassa-
meistari, Maria Smith,
Christian Djurhuus og
Emil Petersen.
Tiltakslimir eru: Henri-
etta Joensen (Famjin) og
Hjørleif ENni.