Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

+ Eee AU UU bió Nr. 27 — 1. mars 1984 ur ikki í lagi... Tó vóru tiltøk, sum froskmenninir góðtóku kortini. Umleið hálvan tíma eftir at fyrstu froskmenn- inir vóru farnir undir kav, koma teir upp aftur. Tveir teirra vóru við í bátinum, sum Sosialurin var við. Teir sessast í stýrihús- inum og fáa sær ein heitan kaffimunn eftir keldu ferð- ina í sjónum. Ólavur Gregersen ligg- ur á 18 metra dýpi, siga teir. Tað var ein ógvuslig, men eisini vekur sjón at síggja skipið á havsins botni. Skrokkurin er í ein- um, bert lastalúkurnar eru farnar omanav og stórt hol er í bakborðssíðu, tá skipið legði seg omaná ein stóran klett, sum er á botni. Skipið liggur omanå leivdunum av Boganes, sum fór á sama stað í januar mánaða 1957. Í lastini er ikki fram- komandi fyri eplum og mjelsekkum, og um frosk- menninir fara higar, so er tað medvirkandi til, at sýnið verður vánaligt av mjelinum. Gott venjingarmál Hóast tað er greitt, at Ólavur (Gregersen ikki kann bjargast, so vóna froskmenn ikki, at vrakið verður beint burtur. — Hetta er eitt frálíkt venjingarstað fyri teir, sum frameftir skulu venja seg á hesum eki, sigur Eiðrikur Christiansen, formaður í Tórshavnar Froskmannafelag. Eru tit ikki bangnir tá tit fara slíka ferð? — Tað skal ikki dyljast burtur, at vit allir eru ógvuliga varnir, tá vit fara á stað, sum vit ikki hava verið áður. Kortini er spenningurin og uppliv- ingin so mikið stór, at vit ikki kunnu halda okkum aftur. — Tað er nú einaferð soleiðis, at veruleikin und- ir sjóarmálanum ikki líkist tí, sum vit kenna á landi. Ljós og ljóð er eðrvísi, tíðindablaðið Froskmenninir, sum vóru við henda dagin: Aftast vinstrumegin: Henry Christensen, Jorgen Skovman, Andrias Joen- sen, Olivar Andreassen, Osvald Jacobsen, Bjarni Poulsen og Bogi Jacobsen. — Fremst: Dan Ingi Andreassen, Suni Andreassen, Oddmar Vidstein og Edvard Kjeld eins og støddin av ti, sum er i sjónum, hvat vendir upp og niður o.s.fr. er tor- for at fáa greiði á. Tí er tað umráðandi, at vit altíð eru tveir í felag, tá vit fara slíka ferð, so vit ikki villast á havbotnin- um. Vit leiðast á botn- inum, so vit gjøgnum hendurnar kunnu geva boð frá okkum. — Tað kenst trygt at hava samband á havbotn- inum, sigur ein teirra. Hvat er aldursmarkið at gerast limur í Frosk- mannafelagnum ? Limur skal verða 16 ár fyri at sleppa í felagið og kava við luftfløskum. Meguleiki er at fara á skeið í Feroya Kavara- skúla, sum gevur ásteði, venjing í hyli og á sjónum. Tað er tó ikki ein treyt fyri at sleppa at virka sum froskmaður, men flestu teirra, sum eru í Frosk- mannafelagnum, hava verið á skeið í Feroyar Kavaraskúla, sum Edvard Kjel og Jens Hansen standa fyri. Elsta felag í Norðurlondum Tórshavnar Froskmanna- felag er eitt av teimum elstu av sínum slag í Norðurlondum. Tað var stovnað í 1957. Stovnar- arnir vóru: Arnbjern Thomsen, Tórshavn, Karl Johan Fossá, Tvøroyri, S.A. Jensen, Tórshavn, Sonni Merkere, Tórshavn og Heri Merkere, Tórs- havn. Í løtuni eru 100 limir í felagnum. Av hesum eru umleið 40 virknir limir. Froskmannafelagið er eisini annað enn kavarar, sum svimja á botni og kanna skip, sum eru sokk- in. Limirnir hittast í felagshølinum í Miillers Pakkhusi 14. hvønn dag, umframt at teir eisini hava innivist í Svimjihell- ini hvenn mánadag. Endamálið við vitjanini í Svimjihellini er at fáa so góða venjing sum gjerligt. Tað krevur nógva »kondi« at virka sum froskmaður. Annar partur í virksem- inum í Svimjihellini er at hava tað skemtiligt sam- an. Teir dyrka eitt slag av hondbólti undir vatnin- um Hvussu myndar hetta seg? — Tað líkist meira ein- um stórhvalagildi enn vanligum hondbólti, sigur ein teirra og allir flenna. Vikuskiftini = verða í stóran mun nýtt til virk- semið í sjónum. Hetta kann vera stuttleikaferðir, men eisini arbeiðsuppgáv - ur, sum froskmenn eru bidnir um at gera. Eitt nú í ódnarveðrinum herfyri, vóru tað limir úr Froskmannafelagnum sum, saman við Bjarg- ingarfelagnum, gjerdu týdningarmikið arbeiði til tess at bjarga soknum bátum og annars til kann- ing av botninum. Tá fingu froskmenn hevi at royna seg, tí teir arbeiddu í eitt samdegur út í eitt. Eftir hesa uppgávu stóð lesarabræv í einum blaði, har ein takkaði frosk- monnunum fyri hjálpina. — Vit kunnu allir í felag siga, at henda tekkin kom okkum væl við, og at vit tóku hana til okkum, sigur Heiðrikur Christian- sen. Til tess at skaffa betri útgerð, hevur Frosk- mannafelagið keypt nýggjan kompressara at fylla luft å fløskurnar. Hesin kostar 100.000 krónur. — Higartil hava vit havt eitt ilt av einum kompressara, sum als ikki virkar longur. Felagið hevur sjálvt út- vegað 75.000 krónur við stuðli frá tveimum pen- ingastovnum. Enn vanta tó 25.000 krónur, sum fel- agið ætlar at fáa inn við tiltøkum av ymsum slag. Eitt nú er í umbúna at skipa fyri dansi í Kveld- loti, har ágóðin skal fara til felagið. Kunnu konufólk gerast limir? Sjálvandi, vit hava eisini konufólk á limalist- anum, men eingin teirra virkar sum kavari So um onkur kvinna ella fleiri hava hug at ger- ast virkin limur í Frosk- mannafelagnum, so eru tær vælkomnar. Á føstulåvint skipar Froskmannafelagið fyri tunnusláing á sjónum Tann, sum vinnir, verður ikki kattakongur, so sum tað vanliga kallast, men kongafiskur, siga limirnir í Froskmannafelagnum Henda myndin er tikin á bátadekkinum undir brúnni, har skipið liggur á 18 metra dýpi. Sýnið var bert 10—15 metrar, sigur Edvard Kjeld, sum hevur tik- ið myndirnar við serligum tóli til slíkt endamál. Tí var ikki meguligt at fáa eina mynd, sum vísir skipið í síni heild