leygardagur 3. mars 1984síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20 tíðindablaðið B | Sk lurin Nr. 28 — 3. mars 1984
Frídagar
í hugnaligum
bygdaumhvørvi?
Hava tit ætlanir
um at halda week-
end ella påskafri
— hví so ikki í
Streymnesi?
| Streymnesi eigur
Ferðamannaheimið
tvinni hús. Tey
liggja í hugnaligum
umhvørvi. Nátt-
úran í Norðstreym-
oy og norðara
parti í Eysturoy er
stak vekur, so
møguleikarnir at
fara gongutúrar
eru mangir —
beint uttan fyri
dyrnar.
Húsini verða
leigað til bæði
bólkar og/ella ein-
staklingar.
Er áhugi til staðar,
so vendið tykkum
til Ferðamanna-
heimið, har tygum
fáa fleiri upplýs-
ingar.
Ferðamannaheimið
Tjarnardeild 7
TIf. 13414
=
Hesar kunnu vit skjótt sjálvir gera!
Okkum nýtist ikki at innflyta tær meira!!!
Servingar fara
nú at gera
båtabrugvar
Eru kappingarførar vid tær innfluttu —
dygdargóðar og fara at skapa arbeiði og
minka um innflutningin
Seinastu árini hava feroyingar innflutt
bátabrúgvar fyri nógvar mill. kr. Í fram-
tíðini verður stórur tervur á fleiri slíkum
brúm og eisini er meguleiki at brúka
hesar brúgvar
sum
atlogubryggja
framvið grótkestum heldur enn at stoypa
atlogusíðu.
— Okkum nýtist ikki at innflyta brúgv-
arnar meira — vit kunnu sjálvir gera tær,
sigur Frits Jacobsen stjóri á Sement-
stoypivirkinum í Sørvågi.
Sementstoypivirkið i
Vågum fer nu til vårs
undir at framleida båta-
brugvar. Frits Jacobsen,
stjóri á virkinum, ið leingi
hevur arbeitt við hesum
ætlanum sigur í samreðu
við Tíðindablaðið Sosialin,
at framleiðslan fer at
nekta allan eftirspurn-
ingin i Føroyum.
Fyrireikingar
Tað er hálvtannað ár
síðani, at teir í Vágum
fóru undir fyrireik-
ingarnar til hesa nýggju
framleiðsluna. Fyrst var
at loysa teir sterstu
trupulleikarnar í hesum
sambandi, nevniliga at
finna fram til eina hósk-
andi feroyska betong-
samanseting.
Frits Jacobsen sigur, at
hetta arbeiði saman við
eðrum hevur tikið drúgva
tíð, men í samarbeiði við
tær donsku sementverk-
smiðjurnar, landsverk-
frødingin, landsbyggifel-
agið oa. hevur tað
eydnast at fáa eitt framúr
gott úrslit.
Tað hevur verið soleiðis,
at tá tað skuldi gerast
okkurt serstakt arbeiði
t.d. brúgvin um Streymin,
svimjihellin í Havn og
onnur arbeiði, hava menn
verið noyddir at innflyta
tilfar — skerv — úr Noregi
og hetta hevur verið
kostnaðarmikið.
Styrkin á betongi
avgerandi
Frits Jacobsen vísir nú á,
at hetta er ikki neyðugt
longur sambært teimum
royndum, sum teir hava
gjert. Tær brúgvar, sum
higartil eru innfluttar úr
Sveríki skulu hava eina
betongstyrki, ið er umleið
50 MN-kvm (tvs. 10 kg
tryst per. kvm-sentm.).
Annars er vanligt gott
betong millum 25 og 30
MN
Frits Jacobsen upplysir,
at vid tilfari i Hundsara-
botni visa hansara styrki-
Dånjal Tavsen, stjøri å Føroya Plastvirki, sum Sement-
stoypivirkid fer at hava samarbeidi vid, tå bátabrúgvar
verða gjerdar