Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

fyri 150-200 mill. kr. Samráðst verður um fleiri nýggjar sáttmálar Tað er rættiliga nógv virk- semi á fleiri av teimum foroysku skipasmiðjunum í letuni. Í seinastu viku tosaðu vit við stjóran á Óli Zachariassen, stjóri: — Verður rætt atborið, skuldi arbeiði verið til allar skipasmiðjurnar nógv ár fram í tid- ma Tórshavnar Skipasmiðju, Poul Mohr, ið hevði rætti- liga góðar vónir um fram- tíðina. Stjórin á Skála Skipa- Skála Skipasmiðja smiðju, Óli Zachariassen, er ikki minni bjart- skygdur. Teir hava í letuni sáttmálar um tilsamans 4 skip. Aftrat hesum verður samráðst um fleiri nýggjar sáttmálar. 3 skip í gerð Í letuni eru trý skip í gerð á Skála. Felagið Vestur- leiki í Servági skal hava ein trolara. Hann verður liðugur til heystar. Kostnaðurin er 31 mill. kr. Felagið Heinaberg á Strondum skal hava ein nakað sterri trolara — av sama slag sum Rankin — ið verður liðugur um eitt ár. Hesin báturin kostar 50 mill. kr. Teir eru júst byrjaðir uppá hann. Síðani eru sáttmálar um tvey farmaskip. Annars báturin til Star Shipping verður liðugur um nakrar mánaðir. Hann kostar umleið 50 mill. kr. Felagið Hefn í Servági skal eisini hava eitt farma- skip. Tað fer í gerð í summar og verður liðugt í 1985. Í letuni hevur skipa- simðjan samráðingar við SU eitt felag í Saltangará, P/f Stuðul, um bygging av tveimum trolarum. Her fyriliggur enn ikki nakað ítekiligt. Óli Zachariassen sigur annars, at teir hava fyri- spurningar um aðrar trol- arar og farmaskip um- framt teir, ið her eru nevndir. Ein slík skipasmiðja, sum hon á Skála, skal helst hava sáttmála fyri hálvtannað ár fram í tíðina. Tað hevur Skála Skipasmiðja í løtuni. Fær skipasmiðjan so fleiri sáttmálar nú í næstum, so er væl vorðið. 25 mans Í dag arbeiða umleið 250 mans á skipasmiðjuni. Umframt nýbygningar verður eisini stórt umvæl- ingararbeiði gjørt. Í løtuni er í minni lagi. Ein russ- iskur trolari er í dokkini. Skipasmiðjan skal umvæla 12 russiskar trolarar í ár. Hetta gevur skipasmiðjuni umleið 8-10 mill. kr. Óli Zachariassen sigur annars, at hóast føroyski fiskiflotin tykist nóg Nr. 29 — 6. mars 1984 Teir hava ov mikið at gera næstu árini stórur, so eru nógv av skipunum so mikið gomul, at neyðugt verður við nýggjum og betri skipum í næstu framtíð. Umleið 100 av fiskiskipunum eru meira enn 10 ára gomul og mong eru meira enn 20 ára gomul. So stjórin á Skála Skipasmiðju roknar við, at verður rætt atborið og býtt, so skuldi verið nokk av arbeiði á teimum foroysku skipasmiðjunum nógv ár fram í tíðina. jan Sunnudagin skipaði Havnar Judofelag fyri árligu feðingardags- kappingini, har lið frá Havnar- og Sunda Judofelag luttóku. Hetta er triðja árið at skipað verður fyri hesi kappingini. Hini bæði fyrru árini hava dreing- irnir hjá Sunda Judo- felag báðar ferðirnar vunnið kappingina, og sostatt fingu teir steypið til ognar, um teir vunnu aftur í ár. Men so skuldi íkki gangast. Havnar Judo- felag vann nevniliga ein tepran sigur á sundadreingjum, 23- 20, og harvið fær Havnar Judofelag hetta steypið í varð- veitslu í ár. Havnin vann Men tað eydnaðist eisini Havnar Judo- felag at fáa hitt steypið í varðveitslu. Hitt steypið kappaðust menninir um, og eisini her vann Havnar Judo- felag, 28-11. Hini bæði fyrru árini hava Havnar- og Sunda Judofelag vunnið kappingina fyri menn eina ferð í part. Næsta tiltakið í judo verður um tvær vikur, tá seinasta umfar av liðkappingini í judo verður. Hetta umfarið verður í Havn, har Havnar Judofelag skal meta Sunda Judofelag. Hetta vikuskiftið verður kappast bæði í dreingja- og í mans- deildini. A