týsdagur 6. mars 1984síða 15
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — ivamål?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Sjónvarp Feroya -
byrjar 6. april
Try fólk fyribils sett í starv.
Til sammetingar kann upplýsast, at 2400 fólk starvast í danska
sjónvarpinum, sum tilsamans gera 1200 sendingar árliga
Nú er komið undir land við
liðugtgerðini av tí tekn-
isku útgerðini á Sjónvarp
Feroya.
Tveir teknikarar frá
fyritøkuni SONY hava
verid i Føroyum eitt tidar-
skeið og verða væntandi
lidnir við arbeiðið sítt um,
eini 10 dagar.
Eitt óhapp hendi tó, tá
teir bóru útgerðina inn í
sjónvarpshúsið. Annar
teknikarin snávaði á og
breyt beinið. '
Eftir viðgerð á Lands-
sjúkrahúsinum og í Klaks-
vík er hann nú aftur í
arbeiði.
Tó at eingin kann verja
seg móti menniskjans-
ligum óhappi av slíkum
slag, so er útgerðin hjá
Sjónvarp Føroya ikki til-
vildarlig.
Her hava verið nógvar
samráðingar og aðrar fyri-
reikingar til tess at fáa tí
rettu útgerðina til so lítið
sjónvarp, sum tað
føroyska.
Úrslitið av hesum varð,
at Feroya Sjónvarp at
kalla er »skræddaraseym-
að< og eindemi av sínum
slag í Norðurlondum, við
tekniskum snildum, sum
slíkir stovnar ikki eiga.
Aðrenn útgerðin varð
send til Feroya hava ís-
lendingar og lokalsjón-
verp í Danmark eins og
DR verið og hugt eftir út-
gerðini.
Byrja fríggjadag
Jógvan Asbjern Skaale,
sjónvarpsstjóri, sigur við
Sosialin, at tað ikki verður
meguligt at byrja send-
ingarnar 1. apríl, sum
ætlað.
M.a. óhappið við teknik-
aranum seinkar liðugt-
gerðini, eins og ein sjón-
varpsráðstevna verður í
Stockholm, har sjónvarps-
stjórar úr Norðurlondum
hittast 1. og 2. apríl. Hesir
skulu eisini verða
hjástaddir, tá Sjónvarp
Feroya fer undir fyrstu
sendingina.
Ein umlegging av sendi-
netinum frá Sjónvarpsfel-
agnum til almenna sjón-
varpið skal eisini fáast í
rættlag, áðrenn byrjað
verður.
Sjónvarpsfelagið sendir
tí seinastu ferð mána-
kveldið 2. apríl. Tys-
kveldið verður eingin
sending sum vanligt, tí tá
skal sendinetið umleggj-
ast. Sjónvarp Feroya fer tí
undir 1. sendingina
fríggjadagin 6. apríl.
Hóast valaútgerð, so er
einki nýtt komið fyri
dagin, hvat viðvíkjur
føroysku starvssetanum
við almenna stovnin.
Í dag verður fundur
millum Sjónvarp Feroya
og sjónvarpsnevndina,
sum fær upplýsing um
fíggjarætlanina fyri sjón-
varpið. Tá sjónvarps-
Hetta er »einsamalla hornid«, har sjónvarpsfólk
skal hava innivist, sum skal skipa fyri foroysku
sjónvarpstíðindunum
Jógvan Asbjørn Skaale,
sjónvarpsstjóri, kann
ikki upplysa
upphæddina å figgjar-
ætlanini fyri sjónvarp-
ið. Hann fer í dag á fund
við sjónvarpsneundina,
sum skal taka stødu til
málið, ið síðan skal
leggjast fyri Logtings-
ins figgjarnevnd
—.
Orð og myndir
Dagny Joensen
Gurmel Singh, teknikari, á Sonu fyritokuni var óheppin og breyt beinið,
tá hann kom hendavegin til Foroya. Nú er hann aftur í arbeiði og roknar við at
verða liðugur um einar 10 dagar
nevndin hevur havt málið
til viðgerðar verður tað
sent í Legtingsins fíggjar-
nevnd. Aðrenn so vítt er
komið, fær almenningurin
ikki vitan um upphæddina
á fíggjarætlanini, sum
m.a. gevur innlit í starvs-
setanina og upphæddina
av hyggjaragjaldinum.
Hálvan tíma árliga
Í Sjónvarp Feroya eru
fyribils trý fólk í arbeiði.
Til sammetingar kann
upplýsast, at tað starvast
2400 fólk í Danmarks
Radio. Har verður fram-
leitt hálvan tíma árliga
fyri fólkið. Tað vil siga, at
danir gera 1200 sendi-
tímar til sjónvarpið árliga.
Fyribils er bert starvið
innan fyrisitingina í Sjón-
varp Feroya, lýst leyst.
Jógvan Asbjern Skaale
sigur, at 13 umsekjarar
eru til hetta starvið.
Grýlur við Vel-
bastaðvegin
Bern ganga grýlur á festu-
lávind.
Sosialurin hitti hesar
grýlurnar mánamorgunin,
sum vóru á ferð úr barna-
garðinum við Velbastað-
vegin oman í miðbýin, eins
og tey hava gjert seinastu
árini.
Starvsfólkið við Velba-
staðvegin sigur, at bernini
seinastu dagarnar hava
spælt grýlur, hava gjert
hattar og gekkaskortar
0.a. prýði til føstulåvind.
Handlarnar i bynum
hava latið barnagarðinum
klæðir, sum bernini hava
nógva gleði av, tá grýl-
urnar skulu pyntast.
Mánadag fyrrapart var
so farið í býin. Á stovn-
inum vóru tvey fólk eftir,
sum matgjerdu til bernini
komu heimaftur. Tey
fingu milliónbúff og spag-
hetti. Tað er ikki vanligt,
at bernini fáa degurða í
barnagarðinum, men
henda dagin eins og nakrir
aðrir í árinum, verða
hildnir við degurðaborði.
Seinnapartin fáa bernini
festulávindbollar og saft,
áðrenn farið verður heim
til húsa.
Í dag verður skipað fyri
pottasláing í barnagarð-
inum.
Áður hevur hetta verið
gjørt innandura, men av tí
at stovnurin júst hevur
fingið lagt nýtt gólv, so
verður farið út í tún, so
snotiligu = gólvini íkki
skulu farast.
Dag.