hósdagur 8. mars 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|||
Nr. 30 — 8. mars 1984
VIUII
8. mars fyllir 62 år
Hóast Sameindu Tj6dirnar í 1975 gjørdu
av, at 8. mars skal verða altjóða kvinnu-
dagur, so er hetta kortini ikki nakað nytt,
tí longu í 1922 varð avgjørt at gera henda
dagin — 8. mars — til altjóða kvinnudag.
Vit prenta her ein fyrilestur, sum Malan
Johannesen hevur hildið um upprunan til
kvinnudagin.
Í 1975 hendi tað, at Sam-
eindu Tjóðirnar (ST) væl-
signaðu 8. mars sum al-
tjóða kvinnudag — hetta
var í samband við Kvinnu-
árið, og havi eg frætt, at
nógv halda at 8. mars
fyrst og fremst er nakað,
sum ST hevur funnið
uppá. Hetta hevur onki
uppá seg — sum nú skal
verða sagt frá, so var tað
altjóða sosialistiska
kvinnurerslan sum fekk,
hesa traditión í lag' av
fyrstan tíð, og verður vón-
andi tann parturin av
segu 8. mars ongantíð
gloymdur.
Frá 1922 var 8. mars
fastur altjóða kvinnu-
dagur.
Fyrsta uppskotið til ein
slíkan dag kom frá Claru
Zetkin (sí aftanfyri) á aðru
altjóða kvinnuráðstevn-
uni í 1910.
Stevnan var hildin í
Keypmannahavn 26.-27.
august í samband við ráð-
stevnuna hjá aðru Sosia-
listisku Internationaluni.
(Sosialistiskir flokkar um
alfaft hein vóru skipaðir í
eitt altjóða felag ið róptist
Internationalan). Tað var
forkvinnan i altjóða
kvinnuráðnum, sum hevði
boðið til stevnu. 130
kvinnur komu úr 16 lond-
um. Á fyrsta stevnudegn-
um vóru luttakararnir
m.a. samdir um hetta upp-
skotið: >Við stuðli frá fel-
egunum hjá Sosialist-
unum — hetta vóru bæði
fakfelog og politisk feleg
— skipa sosialistisku
kvinnurnar í hverjum
landi sær fyri kvinnudegi,
sum í fyrstu syftu skal
„agitera fyri valrætti fyri
A Hetta krav,
valrætturin — skal lýsast
frá sosialistiskum sjónar-
miði og setast í neyvt
samband við kvinnu-
spurningin sum heild.
Kvinnudagurin skal vera
hildin í ellum tjóðum og
fyrireikast væl«.
Tær hevdu tá ikki ásett
nakran fastan dag og tí-
skil var kvinnudagurin
ikki hildin t.d. 8. mars tey
fyrstu 10 árini. Í fyrstuni
var tað av stersta týdn-
ingi at velja ein sunnudag,
orsakað av at kvinnur,
sum hevdu lent arbeiði —
og tað hevdu tær flestu í
teimum lægru stættunum
— høvdu bara fri,sunnu-
dag.
Í 1911 lýsti altjóða
kvinnuráðið 19. mars at
vera altjóða fundar- og
kravgongudag. Dagurin
var hildin mangar staðir í
Týsklandi og Eysturríki. Í
1912 var dagurin lagdur
12. mai, og var fundur í
fleiri høvudsstødum henda
dag.
Í 1913 fall 2. mars á
sunnudag. Og í flestu
hevuðssteðum í Europa
vóru fundir hildnir. Russ-
land var við fyri fyrstu
ferð, kvinnurnar skrivaðu
greinir í arbeiðarableðini
og ein loynifundur við
evninum -kvinnuspurn-
ingurin« var hildin í Skt.
Petersborg — almennir
fundir vóru tá bannaðir.
Sambært Alexandru
Kollontaj — víðagitin
russiskur sosialistur, m.a.
ambassaderur í Noregi og
Sveríki í 1920'unum —
var hesin fundur hildin 8.
mars. Politiið hjá tsar-
inum breyt inn til fundin
og handtók fleiri av for-
kvinnunum og sett tær
fastar.
Í 1914 fall 8. mars á sein
sunnudag og frá hesum
degi varð 8. mars fyri
fyrstu ferð ein og tann
sami sum kvinnudagurin.
Í Týsklandi vóru stórir
fundir hildnir. Í 1915
dundi heimsbardagin. Al-
tjóða Sosialistiska rerslan
hevði ikki vunnið á stóru
roynsluni, sum heimsbar-
dagin var. Men í sosialis-
tisku flokkunum vann
fram ein vinstraandsteða
sum agiteraði fyri friði.
Kvinnurnar í andsteðuni
komu við friðarboðum í
samband við altjóða
kvinnudagin 7. mars.
Í Norðanlondum og í
uttanveltaða Sveríki vóru
stórfundir henda dag. Í
Folkets Hus í Oslo til
demis skipaði kvinnufel-
agið í Arbeiðaraflokkinum
fyri fundi. Reðarar vóru
m.a. Kollontaj, sum tá var
flýdd úr Russlandi. Hon
bað í reðu síni kvinnurnar
ala børn síni »til hatur
móti eginkærleikanum og
trongskygda tjóðskapar-
sinninum — al tey at elska
frælsi, at virða menn-
iskjuna og br6édurskapin«.
Hon endaði reðu sína so-
leiðis: >Leingi livið nýggi
sosialistiski heimurin«.
Í 1916 hendi ikki so
nógv á kvinnudegnum,
meðan 1917 var eitt týdn-
ingarmikið ár. Í Russlandi
vóru veldugir fundir og
kravgongur. Sambært
Kollontaj hendi hetta í
neyvum sambandi við tað,
hon rópar »Arbeidara-
kvinnudagurin 8. mars«
(tað var 23. februar eftir
gamla álmanakkanum).
Arbeiðarkvinnurnar fóru
út á geturnar og kravdu
„breyð og frið<. Hetta var
millum annað eitt av
tiltøkunum, sum seinni út-
loystu februarkollvelt-
ingina í Russlandi.
Frá 1918 fara vit inn í
eina broytingartíð i søguni
hjá kvinnudegnum. Hetta
komst av, at arbeiðara-
rerslan klovnaði og vóru
tað sostatt tveir arbeið-
araflokkar i flestellum
londum: ein sosialdemo-
kratiskur og ein kommu-
nistiskur.
Táið triðja kommu-
nistiska Internationalan
varð skipað í 1920, høvdu
kvinnurnar fingið eitt al-
tjóða kvinnuráð við Claru
Zetkin á odda. Nú bar væl
til at skipa kvinnudagin
og halda hann sum eina
fasta traditión.
Í 1922 varð samtykt á
aðru altjóða kommunis-
tisku kvinnurådstevnuni í
Moskva, at 8. mars skuldi
verða fstur dagur hjá
kvinnurersluni. Tað var
sendinevndin hjá Bulgaria
sum kom við uppskot-
inum. Tær vístu á, at
hetta var dagurin sum
russisku kvinnurnar
hevdu hildið. Sostatt fyllir
8. mars-dagurin 62 ár í
ár.
Í Noregi og í fleiri
eðrum londum við, var Ar-
beiðaraflokkurin verðandi
í kommunistisku altjóða
fylkingini (Komintern) til
november 1923. Í árunum
1921-23 prentaði blaðið
hjá norsku sosial-
demokratunum greinir og
slagorð, sum Clara Zetkin
hevði skrivað og frásagnir
frá teimum stóru kvinnu-
fundunum, sum vóru
ymsastaðni i Europa.
Eftir klovningina skipaðu
kvinnurnar í Arbeiðara-
flokkinum fyri 8. mars-
haldum í nekur ár, men
altjóða sambandið var
slitið fyri teirra part
Boðini um kvinnudags-
hald frá Altjóða Kvinnu-
ráðnum vóru framvegis
fylgd av norska kommu-
nistiska flokkinum.
Kvinnurnar í flokkinum
og húsmeðrafelegini, sum
eisini vóru í hesum flokki
frá 1924 og fram, skipaðu
fyri.
Fasistiska óhugnalagið í
tysklandi og Italia og at
enda heimsbardagin 1939-
45 skúgvaði kvinnudagin
til viks og summastaðni
varð hann gloymdur. Men
Altjóða kvinnudagurin
samkomur vóru tó i fanga-
tippum og legum 8. mars í
1945 og (áðrenn alt
Europa var frælst) var ein
stór kvinnuráðstevna
hildin í Albert Hall í
London. 2.000 kvinnur frá
20 tjóðum vóru við og
ymiskar politiskar áskoð-
anir vóru umboðaðar
Mangar teirra vónaðu, at
kundi bróta
niður merk og gamlar
byrgingar. Somu vónir
settu dám a stovnanina av
Demokratiska heimsfel-
agnum fyri kvinnur, sum
aftur fór undir at skipa
fyri 8. mars-traditiónini.
Men 8. mars kom ikki
rættiliga aftur til sin rætt,
fyrrenn nyggja kvinnu-
rørslan av álvara fór undir
at halda dagin. Í 1973 og
fram hevur hann regluliga
verið hildin í fleiri londum
m.a. USA, Danmark,
Noregi og Týskalandi.
Ikki er semjan altíð so
stór um, hvat innihaldið
skal vera á hesum degi.
Hetta kemst av, at partar
av kvinnurersluni, sum
td. eru óheftir av
politisku flokkunum hava
hug at leggja dentin á, at
tað fyrst og fremst eru
menn, sum kúga kvinn-
urnar, meðan kvinnurnar í
flokkunum serliga
teimum sosialistisku
leggja dent á, at tað er
kapitalistiska samfelags-
skipanin, sum fyrst og
fremst er orsekin til
kvinnukúganina. Sostatt
eru ofta fleiri 8. mars-hald
t.d. i Keypmannahavn,
har skipað Reyðsokkarnir
forstáilsi
fyri fundi, meðan ein
rersla samansett av
kvinnum frá ymiskum
fakfeløgum skipa fyri
eðrum tiltaki.
Clara Zetkin: Eg nevndi,
at tað var ein kona, sum at
Clara Zetkin, sum av
fyrstantíð skeyt upp, at
ein altjóða kvinnudagur
skuldi haldast. Clara
Zetkin var fedd i 1857 og
livdi til 1933. Hon var
týskari og limur í sosial-
demokratiska flokkinum
og sat í týska ríkisdegnum
frå 1920-33 umboðandi
kommunistaflokkin, sum
varð stovnaður eftir at
sosialdemokratiska rersl-
an klovnaði í 1918
Zetkin fekk læraraút-
búgving á einum av
teimum fyrstu læraraskúl-
unum fyri kvinnur í Týsk-
landi. Skúlin var settur á
stovn av
kvinnurersluni. Zetkin var
borgarligu
bæði ófer at organisera og
eisini teoretikari. Hon var
ýðin fortalari fyri, at
sosialistiska rerslan tók
sær av bardaganum fyri
frælsi til kvinnur. Hon
vildi vera við, at bardagin
fyri frælsi til kvinnur var
ein partur av klassastríðn-
um og gekk til dømis harð-
liga ímóti teimum, sum
vildu banna, at kvinnur
arbeiddu lent arbeiði. Hon
segði, at frælsi fyri kvinn-
ur fyrst og fremst var ein
spurningur um fíggjarligt
frælsi. Tað er avgerðandi
fyri kvinnurnar, at tær eru
fíggjarliga frælsar, hóast
lent arbeiði hjá kvinnum í
seinasta enda mest kom
kapitalistunum til góðar.
Hon legði stóran dent á, at
agitera fyri at arbeiðara-
kvinnurnar vóru við í bar-
daganum fyri at avskaffa
kapitalismuna — nógvir
mannligir sosialistar hildu
annars tá, at klassastríðið
bert var fyri menn — so
Zetkin hevði sítt stríð við
bæði at fáa mennirnar at
fata, at uttan kvinnurnar
onki frælsi fyri allan ar
beiðaraklassan, og at fáa
kvinnurnar aktivar i
flokkum og rørslum og
ikki minst at eggja
teimum til at gerast limir í
fakfeløgum. Zetkin legði
nevniliga eisini dent å, at
menn og kvinnur skuldu
arbeiða saman i bardag-
anum fyri frælsi, men visti
fullvæl, at tað mangan var
fyri neyðini at kvinnurnar
skipaðu seg í serlig feløg,
soleiðis at tær her sluppu
at seta fram spurningar og
krev, sum serliga snúðu
seg um teirra viðurskifti,
uttan at mennirnir bland-
aðu seg uppí.