Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — lvamål? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Altjóða kvinnudagurin í Norðurlandahúsinum: Lýsir kvinnuna og umsteður hennara Tá eg gekk við fyrsta barninum bar eg mynd hansara tætt at hjartanum so tað skuldi líkjast honum. Tá eg átti 6. barnið var elsta fimm og tað komu fleiri enn. Ljósmamman góða bant meg upp tí hóast eg var ung, stór og røsk so var ikki megi til bæði at ganga við børnum og at hava tey á brósti alt í senn. Bergtóra Hanusardóttir Hetta er bert teimum mongu yrking- unum, sum saman við smáleikum, sangleikum, frásegnum frá eldri tíð og skemtileikum, verður framfert á kveldsetuni „Kvinnur og frið“, sum KSF og »Kvinnur fyri frið“, skipa fyri í Norður- landahúsinum í kveld. Sosialurin hitti Linu Larsen og Lauru Joensen, tá tær vandu við teimum, sum skulu framfera í kveld og leygarkveldið. - Hetta hevur verið ein sonn uppliving fyri okkum at seta upp á pall, siga Lina Larsen og Laura Joensen. Vit vóru bidnar um at skipa fyri framfersluni. Frammanundan hevur Bergtóra Hanusardóttir havt til uppgávu at savna saman tilfar, sum skal lýsa seguna hjá kvinnuni gjøgnum tíðirnar. Bæði Lina Larsen og Laura Joensen vóru samdar, tá tað snúi seg um at finna leikarar, sum skuldu framfera: — Hetta er tilfar sum er skrivað um vanligu kvinnuna, og tí hildu vit, at tað eisini skuldi verða vanligar kvinnur sum framferdu. — Nógvar vóru ikki ser- liga fegnar um at fáa slíka uppgávu, sum tær annars eru heilt ókendar við, men kortini hava allar sum ein gingið inn fyri at fáa tað besta burturúr. So hóast tað ikki skal samanberast við vandar pallleikarar, so vænta vit okkum nógv av hesum tiltakinum, siga Lina Larsen og Laura Joensen. em av Umsteðurnar til arbeiðið hevur verið sera gott i Norðurlanda- húsinum, og hava fyrireik- arnir fingið góðar semdir frá starvsfólkunum í Norðurlandahúsinum. Kveldsetan snýr seg um kvinnur, so sum onnur hava sæð hana, um kvinnur, so sum tær sjálv- ar skilja steðu sína. Hetta er fyrsti partur av kvøld- setuni. Annar partur er um frið og avvápna, sum tiltakið eisini snýr seg um. Í hesum partinum lesur Jóhanna Maria Djurhuus yrkingina >Frið<, eftir Steinbjørn B. Jacobsen Elinborg Johansen heldur rødu. Sidan verdur fram- førdur ein sangleikur, sum Inger Christiansen, for- maður í KSF skipar fyri. Havnarkórið, Kristiliga Sangkórið og vísubólkurin í Hoydelum syngja. Shar- on Weiss skipar fyri undir- spæli. Serliga áhugavert við kveldsetuni er, at so nógv fólk hava skriva og eisini, at tey ið framfera eru fólk, sum annars ikki eru vand á palli Bert fyri at nevna nekur demi: Tey ið hava skriva eru Bergtóra Hanusar- dóttir, Ebba Hentze, Martha Tikkanen, Regin Dahl o.f. Tey ið framfera: Ásla Geyti, Hjerdis Trónd, Hanna Lindenskov, Oddvá Nattestad, Ria Tórgarð, Aurora Weihe, Ingver Nolsøe, Katrin Petersen og Kristina Hansen og onnur. Aftanå framførsluna verður høvi at keypa ein kaffimunn og er ætlanin tå, at áskoðarnir sum 1 kvøld bert eru kvinnur, skulu hava møguleika at tosa saman um kvinnu mál og annars tað sum hevur verið á skránni á kveld- setuni. Fyrireikarnir siga, at júst hetta kveldið er fyri kvinnur i ellum aldurs- bólkum, sum skulu við- gerða kvinnumál sum heild. Tí hava fyrireikarnir mett, at menn ikki skulu hava atgongd. Fyrireik- arnir halda, at tiltakið so- leiðis háttað, gevur kvinn- unum betri meguleika at koma sær upp í tjakið, sum helst skal standast burturúr. Dag. Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Kvinnur um landið alt hava tikið seg saman um tiltok í samband við altjóða kvinnudagin. Tiltokini hava fingið heitið „Kvinnur og Frid« og fevnir eitt nú um stoðuna hjá kvinnuna gjognum tíðirnar. Hin parturin er framsýningar, fyrilestur um frið og avvåpna og filmssýning o.a. Myndin er frá venjingunum til kvoldsetuna, sum verður í Norðurlandahúsinum í kvold (foto: Kalmar) Tony Liversage um friðarrorslurnar: Hvi mo ? tmæltu vit ikki áður — spyr Tony Liversage, sum hevur skrivað bók um hvussu 3. heimsbardagi kann forðast. Hon sigur við Sosialin, at hóast kjarnorkuvápn hava verið kend í 40 ár, so eru mótmæli móti hesum ræðuliga vápni ikki komin fyrr enn seinastu árini Hvi vekjur kjarnorku- dubbingin anstygd og mótmæli millum heimsins fólk, — nú 40 ár eru liðin síðan fyrsta kjarnorku- bumban varð slept yvir Hiroshima og Nagasaki? Henda spurning tekur Tony Liversage upp til umreðu á fyrilestri í Norðurlandahúsinum fríg- gjakveldið klokkan átta. Tony Liversage, rit- høvundi og bladkvinna úr Danmark, vitjar í Før- oyum í hesum døgum. Uppgáva hennara er at greiða frá friðarrerslunum sum hava tikið seg upp seinastu árini í Europa og USA og aðrastaðni. Tony Liversage hevur skrivað bók um kjarn- orkudubbing og friðar- rerslur undir heitinum >3. heimsbardagi — kunnu vit forða ti?«. Umframt fyri- lestur, so verður sýndur ein filmur um stórstu friðarkravgonguna í New York, 12. juni 1983, har ein millión menniskju mótmæltu kjarnorku- dubbingini. Sum eitt av átta um- boðum fyri Europa var Tony Liversage við í krav- gonguni. Tony Liversage sigur við Sosialin um innihaldið í bók síni, sum kom út í 1982. Í 1979 var NATO-sam- tyktin um at seta kjarn- orkurakettir upp í Europa, viðtikin. Krígshóttanin er vorðin størri og hernaðarfroð- ingar tosa nú um »av- markaðan kjarnorkubar- daga«, sum kann vinnast, — við Europa sum bar- dagamál. Í mótmæli fyri hesa krígsmenning, hava frið- arrerslurnar seinastu árini 'ikid seg upp og nýggjar politiskar samansetingar hava : 'kið seg saman uma t arbeiða fyri friði. Her ganga kirkjuligir felags- skapir og fakfeløg saman eins og einstaklingar, fyri at skapa varandi frið. Kvinnusegan Annar partur í vitjanini hjá Tony Liversage í Før- oyum, snýr seg um seg- una hjá kvinnuni gjøgnum tíðirnar. Hon hevur skriv- að átta bekur um hetta evnið, og vitjar tí eisini í Studentaskúlanum í Hoy- dølum, í Gøtu, Klaksvík og í Suðuroy, har hon held- ur fyrilestrar um kvinnu- mál. Í kveld kl. sjey hevur út- varpið eina sending um ensku suffragetturnar sum bardist fyri at fáa valrætt. Hetta er ein ljóð- mynd, sum Tony Liver- sage hevur gjert. Aftaná hesa sending er samreða við Tony Liversage í Út- varpinum. Ljóðmyndin verður endursend fríggja- morgun kl. 9,25. Dag.