leygardagur 10. mars 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Ferðasambandið
hevur ikki verið
verri í mannaminni
Ferðasambandið til
og frá Sandoynni
hevur ongantíð
verið so ringt í
mannaminnir.
Skulu sandoyingar
til Havnar at gera
grindi ein dag, er
tíðin frá tí at Ritan
kemur til hon fer
avstað aftur so
stutt, at ofta má
ein liggja nátt.
Og til Suðuroyar
er sambandið so
vánaligt, at tað
tekur tveir dagar at
koma aftur og
fram
Fyri stuttum vóru limir í
Ungamnnafelagnum
Virkinum á Sandi í Sumba
og dansaðu. Fyri at fara
av Sandi friggjakveld og
verða aftur á Sandi sunnu-
kvld mátti felagið út við
10.000 kr. Hesar fóru
m.a. til leigu av Rituni
sunnukveld eftir at Smyril
var komin á Havnina úr
Suðri.
— Hetta demi vísir,
hvussu vánaligt ferðasam-
bandið til Suðuroyar er,
sigur sandoyingur í við-
merking ti Sosialin.
— Vit halda, at tá vit
hava skip, havn og veður-
lagið er til tað, so er tað
bert manglandi vilji ella
misskild umsiting av
figgjarorkuni, ið er til
stadar. Ti peningurin er
ikki málið, men eitt am-
boð at tæna fólkunum við.
Fólkið er endamálið, legg-
ur sandoyingurin afturat.
Vanligar dagar er Ritan
ikki á Havnini fyrr enn við
ellivu— hálvgum tólv-tíð-
ina. Hon fer suður aftur
klokkan tiggju minuttir
yvir try.
— Tað vil síga, at tá vit
koma norður, ja so er
næstan degurðatíð hjá
skrivstovum og stovnum.
Nógvastaðni verður ikki
latið upp aftur fyrr enn
klokkan hálvgum tvey, og
hálvgum trý—trý, ja, tá
mást venda nøsina oman-
aftur móti Bursatanga. So
nógv erindi kanst tú ikki
gera. Ti er tað ofta at fólk
noyðast at liggja nátt yvir
hjá vinum og kenningum,
hóast ætlanin var ein onn-
ur, verður sagt.
— Ferðasambandið hev-
ur ongantíð verið so ringt í
mannaminnir. Síðan Rit-
an kom í 1970 hevur ferða-
tænastan ikki verið verri
Einki beinleiðis
samband við
Suðuroynna
Einki beinleiðis samband
er millum Sandoynna og
Suðuroynna. Hetta hevur
annars verið áður. Heilt
aftur í gamlar dagar.
Skalt tú av Sandoynni til
Suðuroyar, skalt tú til
Havnar fyrst, og ein hálv-
ur dagur fer, ti tú mást av
Sandoynni fyrrapartin og
við Smyrli á kveldi.
Tað sama ger seg gald-
andi, um tú skalt úr Suð-
uroy ti ISandoynna og tað
letur seg ikki gera leygar-
dag og sunnudag.
Hósdag er Smyril kort-
ini á Sandi, men tá fer
hann til Havnar áðrenn
hann fer til Suðuroyar aft-
ur, so tá slepst sama dag.
— Vit halda tað vera so
argiligt at síggja fartoy'ið
fara framvid, og serliga tå
tað einans tekur einar 20
—25 minuttir at sigla inn
á Sand. Tilsamans hevði
tað ikki tikið meira enn ein
tíma. Hetta kundi hann
gjert onkun dagin. Vit
hava jú havna-anlegg til
tað. Vit halda hetta vera
grovt afturstig, tí langt
tilbakar hevdu vit sam-
band við Suðuroynna,
men kortini ikki í nýggjari
tið, sigur sandoyingur við
Sosialin.
Noyddust hós-
kveld um so var
Sosialurin hevur fingið
upplýst, at Ungmannafel-
agið Virkið, sum í letuni
spælir sjónleikin Gylta-
Liðið, hevði ætlað sær ti
Suðuroyar við leikinum,
men at tey gera tað ikki
vegna truplu ferðaviður-
skiftini.
Um tey skulu sýna leik-
in friggjakvøld í Suðuroy,
eru tey noydd at fara av
Sandoynni hósdag, tí
Smyril er so seint har suð-
uri friggjakvøld, at tå alt
er komiå upp å plåss, er so
seint, at tað letur seg ikki
gera.
Hinvegin — velja tey at
sýna leikin leygarkveld og
sunnudag, ja, so sleppa
tey ikki Sandoyar sunnu-
kveld aftur, men mugu
bíða til mánadag seinra-
part.
— Hetta halda vit ikki
er hóskiligt at bjóða eini
oyggj í 1984, sigur sand-
ovingur.
Hava klagad
Upplýst verður, at løg-
tingsmenninir fyri Sand-
oyar valdømi síðsta vetur
klagaðu til landsstýrið um
vánaligu ferðaætlanina.
— Men landsstýrið
borgarliga hevur ikki so
mikið sum virt teimum
svar, so vit ganga út frá,
at landsstýrið hevur onga
virðing fyri sandoyingum
og at landsstýrið góðtek- |
ur, at Sandoyggin skal
vera isolerað.
— Eisini eiga vit at
geva tí gætur, at tað er
Fólkaflokkurin, sum hev-
ur Strandferðsluna um
hendi. So eg spyrji bara,
hvat hugsar landsstýris-
maðurin í strandferðslu-
málum um okkum sum
fólk. Tað er óneyðugt at
gita, sigur sandoyingurin.
Annars hevur Sosialur-
in eisini fingið upplýst, at
kommunurnar i oynni
hvert ár fáa uppskot til
ferðaætlan sendandi til
ummælis, men at við-
merkingarnar frá komm-
ununum verða ongantið
tiknar til eftirtektar.
Blaðnum er upplýst, at
kommunurnar hava biðið
um beinleiðis samband við
Suðuroynna eina ferð aft-
ur og fram um vikuna, og
annars um rímiligt sam-
band morgun og kveld við
Havnina, men hesi ynsk-
ini eru ikki gingin á meti.
jo-mo
Nr. 31 —
10. mars 1984
Eingin sjúkrahjalp-
sjúkrahjálparaút-
verður sett á
hesum fíggjar-
árinum. Hetta upplýsir
Páll Vang, landsstýris-
maður í heilsumálum.
Málið um at fáa eina
slíka útbúgving í lag var
fyri, tá landsstýrið við-
gjørdi uppskotið til figgj-
arlógina fyri komandi
fíggjarár. Men landsstýrið
valdi at útseta hesa út-
búgvingina í eitt ár, sigur
landsstýrismaðurin.
Grundgevingin hjá
landsstýrinum er hon, at
tað eru so mikið nógvir
útbúnir sjukrahjålparar,
at tervurin er ikki akutt-
ur.
Víst verður til steðuna,
tá nýggja ellis- og rektar-
heimið í Eysturoy lýsti
eftir sjúkrahjálparum.
Um 30 sjúkrahjálparar
sektu. Nógvir av teim-
um hevduútbúgving, men
einki arbeiði. Tí metir
landsstýrið, at tað er ikki
tervur á sjúkrahjálparum
í letuni.
Feroya Sjúkrahjálpara-
felagið, ið hevur arbeitt
fyri at fáa eina útbúgving
í lag, hevur mælt til at út-
búgva fólk eftir tervi.
Landsstýrismaðurin he-
vur somu áskoðan. Men
hann hevur ikki gjørt sær
nakrar ávísar tankar um,
hvussu útbúgvingin skal
fremjast og hvor skal taka
Eingin
búgving
stovn 1
|
sær av henni.
— Mín persónliga mein-
ing er, at landsstýrið átti
at fingið heimildina at fáa
eina sjúkrahjálparaút-
búgving í lag, sigur Páll
Vang.
Akkurát tað sama
í Føroyum
Tað var tá Feroya Sjúkra-
hjálparafelag í fjer fylti 10
ár, at nevndin í felagnum
alment segði, at hon metti,
at ein sjúkrahjálparaút-
búgving var í ljósmála.
Sjúkrahjálparar harmast
tí, at enn rekist einki fyri
eini útbúgving í Feroyum.
Formaðurin hjá sjúkra-
hjálparunum, Meta
Johannesen, vísir á, at
hvert ár fara einir seks fer-
oyingar til Danmarkar at
fáa hesa útbúgvingina.
Hon sigur, at hesi kundu
akkurát tað sama fingið
útbúgving sína í Fer-
oyum, og soleiðis at tað er
eitt tilboð til øll.
Viðvíkjandi ellum um-
sóknunum til ellis- og
rektarheimið í Runavík
sigur Meta Johannesen, at
í hesum feri er talan um
eina heila oyggj sum einki
slíkt arbeiðspláss hevur
havt, men sum nú knapp-
liga hevur fingið eitt
arbeiðspláss, og tí vilja
umsóknirnar vera nógvar.
iskur fundur
Suðurstreymoyar Javnað-
arfelag hevur ársaðalfund
í morgin. Men stjórnin í
felagnum hevur valt at
gera fundin til meira enn
ein vanligan aðalfund við
tí festu dagsskránni.
Fundurin í morgin
verður eisini skipaður sum
ein politiskur kjakfundur
um virkið hjá umboðum
felagsins í legtingi og í
býráði. Harafturat er nátt-
urði á skránni.
Fundurin verður í lofts-
helunum hjá Feroya Ar-
beiðarafelag uppi í Tjarn-
ardeild 7. Fundurin er
settur at byrja klokkan
fýra, kl. 16,00, ella eftir at
Grækarismessuhaldið á
Vaglinum er liðugt.
Tá verður sjálvur aðal-
fundurin hildin og kaffi
verður at fáa afturvið. Á
vali eru fýra stjórnarlimir.
Aftaná sjálvan aðal-
fundin verður nátturða-
borð. Tá tað er liðugt er
politiskt orðaskifti á
skránni.
Tað hevur á undanfarnu
aðalfundunum víst seg, at
hugurin til eitt breitt poli-
tiskt orðaskifti hevur
verið góður, men tá er
klokkan vanliga vorðin so
nógv, at tíðin hevur verið
avmarkað.
Tí hevur stjórnin valt at
araútbúgving í hes-
um figgjarårinum
Sjukrahjålparafelagid metir framvegis at
tørvur er å sjukrahjålparum
Tiggju sjukrahjålparar
eru settir, men roknast
kann við, at tå ein tíð er
fráliðin, ynskja nakrir
sjúkrahjálparar at arbeiða
partstíð, og tá er brúk fyri
fleiri. Somuleidis kann
hugsast, at nakrir av
sjúkrahjálparunum, ið
sektu, arbeiða aðra staðni.
Og fara teir haðani, skal
onkur setast har.
Fáa ikki útlærdar
Sjúkrahjálparafelagið he-
vur gjørt avtalu við
nýggja vistarheimið í
Klaksvík. Meta Johanne-
sen upplýsir, at heimið fær
ikki tað tal, ið sekt verður
eftir. Fleiri ólærd hava
hinvegin sekt.
Aðrastaðni fáast ikki
faklærd fólk at loysa av í
ferium og tá tervur er.
— So vit í sjúkrahjálp-
arafelagnum halda fast
við, at tervur er á sjúkra-
hjálparum. Eisini eiga vit
at hugsa um, at ellisheim
og rektarheim skulu
byggjast í Havn. Har-
afturat er eisini ein natúr-
lig frágongd, sigur for-
maðurin í Feroya Sjúkra-
hjálparafelag.
Felagið hevur í dag 185
limir. Nógv teir flestu eru í
arbeiði, einir 170.
jo-mo
Suðurstreymoyar Javnadarfelag:
Aðalfundur og polit-
royna henda háttin og
halda fundin ein dag, tá
fólk skuldu havt betri
stundir. Og á ein slíkan
hátt at ein meting kann
verða gjørd um politiska
arbeiðið her í val
deminum.
Fyri at útvega val-
grunni felagsins pening
verður skipað fyri burtur-
luting við góðum vinn-
ingum.
Stjórnin vónar, at undir-
tekan til fundin verður
góð og at vit fáa góðan
ársaðalfund.
Sj.
skrivari