Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mars 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Petur Andreassen skal hava takk fyri rættleiðingina um stakkastásið, ið Enokkur á Skarvanesi segði var komið út í Stovu í Skúoy úr Dals- garði. Tær tvær systrarnar, ið hann sigur giftust út til Skúoyar, vóru úr Búðini undir Hagabrekku, detur Trónd Lukasson, hann var úr Haga í Húsavík, og er giftur inn í Búðina við Rakul, dóttir Óla Jóansson í Búðini, og Kristina Jákupsdóttir úr Dalsgarði. Petur sigur, at Sissal giftist úti í Stovu, og at hon hevði eina rúgvu av stási við sær út til Skúoyar, eftir sum gamla Olevina niðri í Búð hevur sagt honum, og konu hansara. um stakkastasið Hetta fellir væl saman við nakað, ið Greta í Geil her í Skálavík, fyri mongum árum segði mær. — Hon segði, at tað var ikki rætt, ið Enokkur segði um stakkastásið, at tað var komið úr Dalsgarði. Hon segði, at ein drongur, ið sigldi í út- londum, hevði keypt tað til eina gentu í Búðini, ið hann var trúlov- aður við, og minnist meg rætt, so segði hon, at hann umkomst í út- londum, so har gjerdist eingin gifta. So tað er væl meguligt, gentan hevur verið henda Sissal, sum Petur sigur, giftist úti í Stovu. Hetta, ið Greta í Geil segði mær, er óivað eftirfarandi, tí hon var abbadóttir gamla Jógvan á Oyri. Oyrafólkið var tiltikið segufrótt. Jógvans Dánial var langabbi henn- ara, hann var sum ein skrivað bók, tiltikin skilamaður. — Faðir mín mintist hann — visti nógv frå honum. — Minnist meg rætt, tekur Heðin Brú til hansar, onkustaðni, sum tann merkismann, hann var. Tað er eyvitað, sum Petur sigur, at alt, ið Enokkur á Skarvanesi segði, kundi ikki vera rætt, hann mistók seg sjálvandi viðhvert, tí tað hann visti var alt eftir annans munni, einki var skrivað, men hann hevur ikki sagt ósatt við vilja, hann hevur haft eitt ómetaligt minni, hevur livað í seguni. Vit hava nógv at takka honum fyri, og mongum Leygardagur 10. mars 1984 við honum. Hasar 4 dýrabaru nálirnar, ið Petur sigur vóru eftir Páll og Rakul í Dalsgarði, eru gloymdar her í bygd- ini, eingin hevur hoyrt um tær, men tað kann væl hugsast, at tær eru kjarnin til tað mistak, ið Enokkur hevur gjert har, og tær kunnu vera frá Jákup Jóansson. Meira er nokk ikki at siga um hetta, men Petur Andreassen skal hava stóra takk fyri hesa virðisfullu rættleiðing, og tað hevði verið frálíkt, hevði hann latið meira av síni stóru vitan komið fram her í blaðnum. 6.3.84. Viggo Dalsgaard