leygardagur 10. mars 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 10. mars 1984
Vit
skulu
liva við
avleiðing-
Orð og mynd
Dagny Joensen
unum
Fyri politikarnar er útbyggingin av andveikraforsorgini
bert eitt mál sum skal augreiðast, men foreldur og evna-
veik skulu liva við avleiðingunum alt lívið!
— Hetta sigur Diana í
Puntabyrgi, blaðstjóri á
Javna og limur í felagnum
gjøgnum eitt langt
åramål
Diana i Puntabyrgi er
ein av teimum mongu for-
eldrunum í Javna, sum
íhaldandi hevur arbeitt
fyri at fáa evnaveikum í
Feroyum, semilig kor.
— Tí haldi eg, at tað var
rætt, at viðurskiftini hjá
evnaveikum í Feroyum
vóru tikin upp til alment
kjak, so sum hevur verið í
seinastuni, sigur Diana.
— Viðurskiftini á Eirar-
garði eru rættiliga fløkjas-
lig, og eftir hvat frættist,
so hava starvsfólkini úr at
gera, bert fyri at fáa mest
neyðturvuligu gerdarmål-
ini hjá hondini.
Sum foreldur veit eg, at
starvsfólkið hevur ein
málsetning við hverjum
einstøkum búfólki sær,
men hesin verður skúgv-
aður til viks, fyri at fáa
endarnar at rekka saman
á stovninum.
Tað kann heldur ikki
vera rætt, tí tey hava út-
búgvið seg til annað og
meira enn at arbeiða undir
slíkum viðurskiftum.
A landsstevnu hjá
Javna hoyrdi eg ein poli-
tikarasiga, at Eirargarður
bert var ætlað sum ein
fyribilsloysn, til tess at
fáa tey brekaðu, sum vóru
í Danmark, heimaftur.
Tað var eisini neyðugt
og sum soleiðis eisini ein
loysn,sum vit foreldur
kundu góðtaka.
Áður visti feroyingar
nærum ikki um hetta
brek, tí tey evnaveiku
vóru fjald á Redbygaard
Diana í Puntabyrgi: — Eg veit ikki, um politikarnir eru móti at útbyggja and-
veikraforsorgina ella um tað er ti, at teir ikki hava sett seg nóg væl inn í
málið. Kortini vóni eg, at nakað munagott fer at spyrjast burturúr frameftir
og eðrum stovnum í Dan
mark. Nú eru tey so komin
heimaftur og vit síggja
tey á getuni. Vit vita, at
tey eru til!
Kenna medábyrgd
— Serliga umreðan í sein-
astuni hevur rættuliga
givið almenninginum
nakað at hugsa um. Urslit-
ið hevur verið, at fólk í
hópatali melda seg sum
lim í Javna. Hetta eru
fólk, sum ikki beinleiðis
hava við brekað at gera í
gerandisdegnum, men
sum nú fegin vilja stuðla
okkum.
Fyri okkum foreldur
kennist tað sum eitt
herðaklapp, at berjast víð-
ari fyri, at vit ongantíð
aftur koma í tí steðu, at
ikki er rúm fyri okkara
bernum her á landi.
At málið hevur verið
vidgjørt i Utvarpinum
hevur eisini havt annað
við sær, — nevniliga, at
tey evnaveiku, sum ikki
duga at lesa, nú eru greið
yvir steðuna. Nógv teirra
eru bangin, tí tey vænta
seg verða sendan av land-
inum. Tað er hugstoyt-
andi, men serliga ógvus-
ligt kennist tað fyri
okkum foreldur, tá eldri
evnaveik, sum hava verið
send av landinum, sum
børn, nú siga við okkum
foreldur, at tey halda at
tað er synd í okkum.
Eingin framgongd
Hvat heldur tú um tað
sum politikarir og onnur
hava sagt um hetta mál í
seinastuni?
— Eg veit ikki hvat eg
skal siga. Minnist bert
hvussu fegin vit vóru í
Javna, tá fyrsta legtings-
samtyktin kom í 1976,
sum álegði landsstýrinum
víðari útbygging fyri
evnaveik. Tá hildu vit at
rættulig gongd fór at
koma á málið. Síðan var
ein nevnd sett undir lands-
stýrinum, at kanna um-
steðurnar fyri útbygging í
smærri eindir.
Í 1982 var hetta álitið
liðugt, men ikki fyrr enn
ár seinni fekk Javni álitið
sendandi. Vit vistu tá
einki um innihaldið.
Í 1983 kom enn ein leg-
tingssamtykt sum álegði
og heimilaði landsstýr-
inum at útvega neyðugu
bygningar til at taka móti
evnaveikum sum kundu
og vildu flyta heimaftur
og útbygging av and-
veikraforsorgini, men
heldur ikki henda hevur
givið nakað úrslit.
Um eg felli frá?
Í samband við brævið vit
sendu til Landsstýrið, log-
tingslimir og fólkatings-
limir, var fundur í Lands-
stýrinum herfyri, har Eilif
Samuelsen, tók móti um-
boðum fyri Javna. Eg var
við á hesum fundi, sum
vónir fyri framtíðina
Tá spurdi eg Eilif
Samuelsen persónliga
hvat hann hevði til bern
míni, um eg ein dag felli
frá. Landsstýrismaðurin
svaraði mær ikki hesum
spurningi
Eg haldi íkki, at
politikarar skilja steðu
okkara. Teir hava ikki skil
fyri, hvussu vit kenna
okkum kroystan upp í ein
krók
A hesum fundi kom
eisini fram, at ein nevnd
var sett, sum skuldi kann
fíggjarligu viðurskiftini
viðvíkjandi útbygging í
smærri eindir innan and
veikraforsorgina. Vit hava
spurt okkum fyri, hver er
komin í hesa nevnd, men
eingin veit tað. Fyri Javna
er í hvussu so er eingin
limur í hesi nevnd
Tað er greitt, at tað er
av stórum týdningi fyri
okkum foreldur, at vit fáa
innlit í teimum avgerðum,
sum her skulu takast.
Málið gerst so mikið
ógreiðari og steðan
ótryggari, tá vit skulu liva
undir teimum atgerðum ið
verða tiknar í hesum máli.
Fyri okkum verður tað
ongantíð ein avgreiðsla,
sum er lokin.
Seymurin
A fundinum kom eg at
hugsa um seymin á
arbeiðsborðinum, sum
fólk áður brúktu at koyra
áminningarseðlar, kvitt-
anir o.a. í.
— Hava politikarar
slíkan seym á arbeiðsborði
teirra, har teir savna leg-
tingssamtyktir saman?
— Torfert er at skilja
okkara steðu eðrvísi í dag,
serliga tá Eilif Samuelsen
á sama fundi segði, at um
málið skuldi reisast í Dan-
mark, so skuldi tað verða
álvarsamt.
Um hetta málið ikki er
álvarsamt, so veit eg ikki.
Hevur tú mist mótið?
— Nei, tað havi eg kort-
ini ikki. Hóast eg vildi lýst
steðuna positivari frá poli-
tikar síðu, so er tað veru-
liga ikki so nógv at siga.
Kortini haldi eg, at teir
hava víst, at teir í ávísum
forum vilja hjálpa okkum,
men málið er seinkað ferð
eftir ferð. Vit kenna
okkum svíkt, men ongan-
tíð so nógv, at vit ikki
vóna, at loysn kemur í
næstum.
— Tað er vónin, sum
heldur okkum uppi, og
politikarnir eins og onnur
fólk hava eisini kenslur,
medvit og ábyrgd, so vit
fara at arbeiða víðari móti
málinum, sum er at fáa
semilig kor fyri okkara
evnaveiku, sigur Diana at
enda.