leygardagur 10. mars 1984síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 31 — 10. mars 1984
Mentan
'ella lívsvirði
Ber til at fremja
mentan og list við
almennum til-
tokum?
Um so er, hverji
tiltøk muna so
best?
Eru mentan og
list ein spurningur
um veitingar og
játtanir ella um
lívsvirði?
Ahugaverdir spurningar,
sum Norðurlandahúsið
hevur boðið trimum
monnum til Feroya at
svara.
Tað verður í annaðkveld
kl. 20,00 á almennum
fundi um mentan í
Norðurlandahúsinum.
Teir tríggir gestirnir eru
sviin Bert Levin, danin
Henning Fonsmark og
norðmaðurin Halvdan
Skard.
Teir hava ikki somu
sverini til spurningarnar
um mentan og list.
Tó eru teir samdir um
eitt: eitt livandi orðaskiti
er ein fortreytin fyri fjøl-
broyttari mentan.
So teir fara ivaleyst at
gera sítt til, at orðaskiftið
á fundinum í annaðkveld
verður livandi.
Teir fara á fundinum at
greiða frá egnum royndum
og hugsanum.
Við í nógv ár
Og royndirnar hava teir
nógvar og uttan iva hugs-
anir eisini.
Í einum tíðindaskrivi
sigur Norðurlandahúsið
um teir:
„Allir hava teir í mong
ár veirð við í mentanar-
politikki og í tí almenna
orðaskiftinum í londum
sínum.
Bert Levin skrivar odda-
greinir til »Dagens Ny-
heter« í Stockholm. Hann
hevur í 6 ár verið stats-
skrivari í svenska menta-
málaráðnum umboðandi
Folkpartiet, ið er liberalur
miðflokkur og kann sam-
metast við radikala flokk-
in í Danmark. Hann er nú
formaður í stýrinum fyri
svenska filmsstovnin og
fyri svensku fjølmidla-
nevndina.
Henning Fonsmark er
pengar
magistari í bókmentum,
var ritstjóri á danska tíð-
arritinum »Perspektiv« í
50-árunum, ummælari av
skaldskapi í »Berlingske
Aftenavis<, seinni blað-
stjóri á »Berlingske Ti-
dende«, nú ábyrgdarblað-
stjóri á dagblaðnum >Ber-
sen«.
Halvdan Skard hevur
verið statsskrivari i
norsku skúla- og menta-
málaráðnum, umboðadni
Arbeiderpartiet. seinni
stjóri fyri Nordisk Kultur-
sekretariat, nú stjóri fyri
Norsk Kulturråd«.
A fundinum í annað-
kveld fer Gunnar Hoydal,
formaður í Listafólkasam-
bandi Feroya, at greiða frá
viðurskiftunum hjá fer-
oyskum listafólki.
Háskúlanæmingar
skriva bók
Síðst í farna ári fóru næm-
ingarnir á journalista- og
fjølmidlalinjuni á fólkahá-
skúlanum í Kungálv í
Sveríki hver í sína ætt.
Ikki bara fyri at halda
jólaferiu. Men eisini fyri at
royna seg í fakinum. Tey
skuldu skriva greinar til
eina bók, Nordiskt Maga-
sin.
Evnið var: norðurlendsk
kreppa — norðurlendsk
framtíð.
Nú er bókin komin, 80
síður við 22 greinum úr
Danmark, Noregi, Sveríki,
Finnlandi og Feroyum.
Ein feroyingur, Ingi
Samuelsen, blaðmaður á
Dimmalætting, gongur á
journalista- og fjølmidla-
linjuni og hann hevur
skrivað um laksa- og síla-
aling. Í greinini setur
hann spurningin, um
alingin er leiðin hjá Fer-
oyum út úr kreppuni.
Í bókini eru greinar um
ungdómsarbeiðsloysi og
punkarar í Noregi, um
meðrahjálpina og alterna-
tivan landbúnað i
Danmark, um kræklinga-
aling og vápnaútflutning i
Svøriki og um vistfreði-
ligar (økologiskar) royndir
i Finnlandi.
Greinirnar eru stuttar,
3-5 síður og nógvar
myndir eru í bókini, sum
kostar 25 kr. og fæst við
at skriva til Nordiska
Folkhøgskolan, Box 1001,
44225 Kungálv, Sverige.
Vi
ordisk
kris
Utflutt fyri hålva-
aðru milliard
Í fimm år er útflutning-
urin hjá Feroyum
meira enn tvífaldaður í
virði.
Endaliga talið fyri
útflutningin í 1983
fyriliggur nú. Tað er
1.563,9 mill. kr., stív-
liga hálvonnur milli-
ard.
Í 1979 útfluttu vit
fyri 757,7 mill. kr.
Munurin á útflutn-
inginum í 1982 og 83
var 317,7 mill. kr. Ella
ein vekstur upp á
25,5%
Størsti keypari av
føroyskum vørum er
USA, sum í 1983
keypti fyri 435 mill. kr.
Síðani kemur Danmark
við 253 mill. kr. og so
Bretland 226 mill. kr.
Tey tíggju EEC-
londini keyptu í fjer
fyri tilsamans slakar
907 mill. kr.
Síða 17
>
S
|
Om
0
stýris-
maðurin
svevur
Tá Vilhelm Johan-
nesen var í lands-
stýrinum, legði
hann fram uppskot
um at broyta bygn-
ingarnar á Bakka í
Vági í bústaðir og
verkstað fyri brek-
að.
Í seinastuni hava verið
umredd viðurskiftini hjá
evnaveikum í Feroyum.
Nú er komið so langt, at
einki pláss er eftir á Eirar-
garði, vm brúk er fyri
hjálp til umlætting o.a.
Úrslitið kann verða, at
brekað noyðast av land-
inum aftur.
Í hesum viðfangi hevur
Eilif Samuelsen, lands-
stýrismaður í sosialmál-
um, greitt frá í bleðum og
útvarpi, um útbygging av
andveikraforsorgini í Fer-
oyum, og torferu steðu
okkara.
Men gongdin í hesum
máli hevur verið eðrvísi
enn Eilif Samuelsen vil
vera við.
Í tíðarskeiðnum, tá
Jákup Lindenskov var
landsstýrismaður, fóru
samráðingar fram við Sta-
tens Farvandsdirektorat,
um keyp av bygningunum
á Bakka í Vági, har sum
Loransteðin áður helt til.
Tá Vilhelm Johannesen
kom í landsstýrið, tók
hann yvir hetta málið.
Hann legði uppskot fram
á ting um broyting av
byggningunum til bústað
og verkstað fyri brekað.
Hetta uppskotið varð
samtykt á vári 1980.
Síðan varð fingið í lag
fígging, skeyti o.a. í sam-
band við keyp av byggn-
ingunum. Tá fekk danski
arkitekturin Alin til upp-
gávu at gera yvirlit og
tekning av bygningunum.
Við hesi útbygging var
ætlanin, at evnaveik úr
Suðuroy, sum tá búðu á
stovni í Havn, skuldu
hava meguleika at flyta
heimaftur, umframt at
varda verkstaðið skuldi
geva ødrum brekaðum í
Suðuroy, innivist. Hetta
var fyrsta stig til kunn-
gerðina frá 1976, sum
heimilaði, at útbygging av
andveikraforsorgini skuldi
setast í verk.
Tá Eilif Samuelsen í dag
sigur, at kanning skal ger-
ast av bygningunum á
Bakka í Vági, ein arkitekt-
ur skal gera uppskot um
broyting av byggning-
unum o.s.fr., so er tað
møsn.
Hetta visur bert, at Eilif
Samuelsen hevur sovið i
fleiri år. Nu, tå stødan
gerst akutt, kemur
hann fram, men hetta
visur bert, at hann ikki
hevur sett seg inn i viður-
skiftini i hesum måli, sum
hava verið viðgjerd áður!
Eilif Samuelsen sigur
eisini, at tað altíð hevur
verið trongligt á Eirar-
garði, men tað er heldur
ikki satt
Tá hesin stovnur varð
tikin í nýtslu í 1980, var
hann langt frá fullsettur,
men kortini arbeiddi Vil-
helm Johannesen í síni tíð
við í Landsstýrinum við
útbygging í smærri eindir.
Húsini á Bakka í Vági eru
demi um tað.
Eilif Samuelsen sigur
eisini, at tað er so torfert
at fáa myndugleikarnir í
talu, men tað er heldur
ikki satt. Tað er nevniliga
ein heimild í avlamispensi-
ónskassanum, sum heim-
ilar, at landsstýrið sjálv-
steðugt kann taka steðu.
Vert er kanska eisini at
so
nevna, at Forsorgarlgin
varð broytt í seinastu
tingsetu, sum heimilar
landsstýrinum at góð-
kenna stovnar.
Eftir hesi heimild eru
vistarheimini í Havn og
Runavík skipa, har landið
og danski staturin rinda
rakstur við eini helvt
hver.
Undir hesa heimild
kemur Rektarheim, Ellis-
heim, vistarheim og frítíð-
arheim
Demi um, hvussu torført
tað er at fáa landsstýrið í
talu , er Vistarheimid í
Klaksvik. Tad var keypt å
våri 1980. Hóast nógv var
gjørt fyri at fáa stovnin
skipaðan, so er hann ikki
tikin í nýtslu fyrr enn
1984. Fýra ár seinni
Hetta er prógv fyri, at
landsstýrismaðurin í sosi-
almálum hevur sovið í
fleiri ár. Hann hevur ikki
sett seg inn í landsstýris-
arbeiðið, sum hevur verið
gjørt, áðrenn hann fekk
hetta mál um hendi.