leygardagur 10. mars 1984síða 24
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Altjóðakvinnudagurin:
Dagny Joensen
Orð og myndir
á kvoldsetu
Umleið 600 kvinnur
vitjaðu kveldsetuna í
Norðurlandahúsinum al-
tjóða kvinnudagin.
Tó at fyrireikarnir
hevdu vónað at kvinnur
tóku undir við hesum til-
taki, so væntaðu tær kort-
ini ikki, at undirtekan fór
at verða so góð.
Norðurlandahúsið er
rúmligt og tað hýsti eisini
hesi stóru fjeldini, uttan
at tað nervaði fram-
forsluna og letuna aftaná,
tá tey vitjandi settust at
fáa ein kaffimunn og prát.
Tað vóru kvinnur í
ellum aldursbólkum,sum
framførdu kvinnumål å
palli. Á áskoðarapláss-
unum sóust eisini aldurs-
bólkar frá 0 — til 80 år.
Onkuntid hoyrdi tå små-
barnagråt, men tað var
bert so natúrligt slíkt
kveld, og tú hugsaði, at
hetta ljóðið ikki hevði
verið, um menn høvdu
havt atgongd.
Inger Christiansen, for-
maður í KSF beyð væl-
komin og greiddi frá
kvinnurerslum gjøgnum
tíðirnar.
Síðan framferdi Ásla
Geyti. Hon segði frá,
hvussu fremmandafólk sá
føroysku kvinnuna í tíðini
hjá langommu okkara, og
framførdi yrking eftir
Bergtóru Hanusardóttur
um kvinnuna í skiftis-
árinum, um beinagrindin
ið moyrnar og slímhindir
sum torna, samanborið
við skalluta mannin í
sama aldri, sum jagstrar
ungdómin og vakurleikan
hjá ungu kvinnuni.
Á tíðindafundi í Mettu-
stovu, tá fyrireikararnir
greiddu pressuni frá
hesum tiltaki, sóu vit, at
Bergtóra Hanussardóttur
átti stórsta partin av til-
farinum, sum skrivað var
til framfersluna.
Upp á fyrispurning um
hetta, segði Bergtóra, at
tað var tí hon hevði fingið
til uppgávu at samansjóða
tilfarið, og at hon tí hevði
lagt sítt tilfar, so sum tað
sat best til heildina.
Eingin ivi er um, at
Bergtóra Hanusardéttur
eigur góðar gávur til
skaldsliga at mynda tað
sum hon og medsystrar
hennara kenna í nútíðini.
Hesar lýsingar hevdu væl
tolt at verið førdar fram á
pall í eðrum umhvervi
eisini.
Ebba Hentze, rit-
hevundi hevði eisini givið
sítt ískoyti til kveld-
setuna. Hjerdis Trónd bar
fram hugvekjandi yrk-
ingina hjá Ebbu, um
ógiftu kvinnuna »Kata«
Hetta var um ungu
gentuna, sum kom heim
úr Danmark at ansa
systrkjum og heimi, tá
mamman fór
Hon ætlaði sær avstað
aftur, tá systkini kundu
klára seg sjálvi, men kort-
ini varð hon verandi og
fekk ongantíð sín persón-
liga leiklut í lívinum. A
deyðastrá, skrivaði hon
bræv til gentu í næsta
ættarliðnum, har hon
sigur:
„Keb Visdom for det beds-
te du ejer, keb Forstand
for alt hvad du har (ord-
sprogenes bog).
RyM!
Gud signi teg.
»Kata«.
Síðan fóru vit gjøgnum
tíðirnar fram til smágent-
una og endaði við yrking-
ini Mamma og barn, eftir
Regini Dahl.
Hóast framferarnir fyri
stóra partin vóru kvinnur,
sum ikki áður høvdu roynt
seg á palli, so var letan
góð, tó at framferslurnar
hevdu staðið nakað sterk-
ari, um leikfólk høvdu
framfert.
Eftir steðgin helt Elin-
borg reðu og Jóhanna
Maria Djurhuus las yrk-
ingina »Vit vilja frid«,
eftir Steinbjørn B. Jacob-
einstaklingum í lýsingaspurningum.
Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
sen.
Elinborg segði m.a. at
kenslur er eitt ljótt orð, tí
kenslukaldir menn heldur
berjast í vápnadubbingini
fyri at drepa barnið,
meðan veggan stendur
óskalað eftir! Hetta
mótmæla kvinnur um
allan heim!
Serliga áhugavert var
leikurin >Náttúra menn-
iskjunnar«, eftir Bergtóru
Hanusardóttur.
Við lívsins træ sita
Vitið, Málið, Hjálpsemið,
Sjálvseknið og Mentanin.
Kvinnurnar vóru ílatnar
kappa í ymsum litum, sum
myndaðu tað tær skuldu
vera. Einfalt og rámandi
lýstu tær hesi fyribrigdi,
sum er umheimurin, um-
hvervið, samfelagið og tað
vit lata okkum lita av.
Samanumtikið eitt gott
áskoð-
arunum nakað at hugsa
kveld, sum gav
um.
Skuldi nakað verið
nevnt, so haldi eg at lýs-
ingarnar sum heild vóru
ov veikt framferdar, og at
tað gjørdi, at vit ikki fingu
øll »spektrini« av kvinnu-
síðunum fram. Eitt nú
kærleikin millum mann og
kvinnu vóru lýst í í so
trongligum sniði. Hví tað,
tá stórur partur av lív-
inum hjá teim flestu, er
tengdur at hesum?
— Sum ein áskoðari
segði í steðginum: Vit eru
góðar við menn okkara,
hví fáa teir so ikki inni-
vist? Við hesum spurningi
kundi tú hugsa — innivist
á kveldsetuni, ella innivist
í medvitinum hjá tí sjálv-
steðugu kvinnuni...
Helst fyrstu ferð í soguni her á landi, at so nógvar kvinn-
ur hava verið savnaðar saman um kvinnumál