Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 32 — 13. mars 1984 tíðindablaðið [ OSÍ lurin Síða 3 Starvsmannafelagid heldur fast við kravid: Nýggja starvið skal niðurleggj- ast og tvei setast Landsstýrið hevur góðkent nýggja starvið á TFL og ætlar ikki at avtaka nýggja starvið og seta tveir kaðal- meistarar. Í gjár var ikki líkt til, at nakar endi er á ósemjuni millum Starvsmannafel- agið og landsstýrið um starvssetanina av einum byggifreðingi. Einki ítekiligt kom burtur úr fundinum, sum Starvsmannafelagið, landsstýrið og stjórin á Telefonverkinum hevdu seinrapartin fríggjadagin. Men væntandi fór lands- stýrið at tosa saman um málið seinrapartin ígjár. Fulltrúin í starvsfólka- viðurskiftum, John Danielsen, upplýsti fyrra- partin, at hann fór at gera eina frágreiðing til lands- stýrið um gongdina í mál- inum beint undan viku- skiftinum. Hvat síðan fer at henda, dugur hann einki at siga um, og tað dugur for- maðurin í Starvsmanna- felagnum, Ernst Hansen, heldur ikki. Eitt eru teir samdir um, at á fundinum fríggjadagin hendi einki Landsstýrið heldur fast við gerðarrætt Annars hevði landsstýrið á fundi fríggjadagin biðið Starvsmannafelagið leggja málið fyri ein gerðarrætt. Men tað vil felagið ikki. Hinvegin krevur lands- stýrið málið fyri ein gerð- arrætt. John Danielsen sigur, at enn hevur lands- stýrið tó ikki gjørt nakað ítekiligt fyri at fáa tað fyri ein gerðarrætt. Men tað er so ætlanin. Starvsmannafelagið vil ikki hava málið fyri ein gerðarrætt. Ernst Hansen sigur, at sáttmálin heimilar pørtunum at leggja mál fyri ein gerðar- rætt, tá partarnir ikki kunnu semjast um sátt- málan. Men í hesum feri snýr tað seg ikki um tulk- ingar í sáttmálanum. Hann sigur, at landsstýrið er farið uttan um sátt- málan hjá Starvsmanna- felagnum. zrnst Hansen vísir á, at hetta er m.a. gjørt við at gera tað nýggja starvið til byggifreðingin so seint sum dagin fyri at hann skuldi fara úr starvinum sum kaðalmeistari. Tað varð landsstýrið sum hevði sagt hann upp úr hesum starvinum, tí hverki hann ella stovnur vildu broyta starvssetan- arviðurskiftini, soleiðis at hann kom undir sáttmála- ekið hjá Starvsmannafel- agnum. Landsstýrið hevði frammanundan givið Starvsmannafelagnum við- hald í tí, at starvið sum kaðalmeistari hoyrdi til såttmålaøkid hjá Starvs- mannafelagnum, meðan maðurin varð settur sam- bært sáttmála við byggi- frødingafelagid. Ernst Hansen spyr, hvi Starvsmannafelagið = og álitismaðurin einki fingu at vita fyrr, tí meira enn ein mánaði gekk frá tí at byggifreðingurin varð uppsagdur, til tað nýggja starvið varð skipað, 28. februar, og sum hann skuldi fara at starvast í 1. mars? Hann heldur, at hetta varð gjørt fyri at ganga uttan um sáttmálan millum landsstýrið og Starvsmannafelagið. Í Dimmalætting leygar- dagin spyr stjórin á TFL, Sólbjern Jacobsen, hví Starvsmannafelagið ikki mótmælti fyrr, og sigur at tað gingu sjey-átta mánaðir, áðrenn Starvs- mannafelagið lat við seg koma. Til tað sigur Ernst Hansen, at Starvsmanna- felagið var í sáttmálasam- ráðingunum, men so skjótt sum setanarbrævið varð felagnum kunnugt, vendi felagið sær til lands- stýrið. Og landsstýrið gav Starvsmannafelagnum við- hald. Linjumeistari Í samreðu við Dimmalætt- ing vísir TFL-stjórin á, at talan er um ein linjumeist- ara, og at TFL í lysingini skilaði sær rætt til, at lenarviðurskiftini = skuldi verða sambært sáttmál- anum millum landsstýrið og avvarðandi vinnufelag. Til hetta sigur Ernst Hansen, at tað er líka mikið, tí sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum fevnir um allar meist- ararnar. Hann vísir á, at tá talan verður um nýtt starv, so er vanlig mannagongd, at landsstýrið og Starvs- r kaðalmeistarar mannafelagið finna út av, hvar viðkomandi skal plaserast. Men tað er ikki gjert í hesum feri. Um samráðingarnar millum TFL og byggifreð- ingafelkagið sigur Ernst Hansen, at TFL átti at vita, at sjálvt um talan var um ein byggifreðing, so var talan um eitt starv á økinum hjá Starvs- mannafelagnum. Ikki meistarastarv John Danielsen, fulltrúi í landsstýrinum, sigur, at á fundinum fríggjadagin endurtók Starvsmannafel- agið kravið um, at byggi- frødingurin skal sigast úr nýggja starvinum. Og í staðin skulu tveir kaðal- meistarar setast. Hesum kann lands- stýrið ikki taka undir við. John Danielsen vísir á, at tað nýstovnaða starvið hevur meira við leiðsluna á kaðaldeildini at gera og er einki meistarastarv. Hinvegin endurtekur hann tað, hann segði við Sosialin í síðstu viku, at kaðalmeistarastarvið fram- vegis er ósett. — Landsstýrið vil ikki gera nýggja byggifreð- ingastarvið til nýtt meist- arastarv, sigur hann. Er brot Landsstýrið heldur fast við, at arbeiðssteðgurin, Starvsmannafelagið hev- ur sett í verk, er brot á sáttmálan millum felagið og landsstýrið, og at hann tí er ólógligur. John Danielsen sigur, at landsstýrið hevur biðið Starvsmannafelagið leggja ósemjuna fyri rættin. Men hetta vil Starvsmannafel- agið ikki. Og landsstýrið fer ikki at leggja trætuna fyri rættin, tí landsstýrið heldur ikki, at tað hevur gjørt brot á såttmålan. I samreðu við Sosialin í síðstu viku, upplýsti John Danielsen, at landsstýrið hevði góðkent nýggja starvið á TFL, sum byggi- freðingurin varð settur í, tá hann varð uppsagdur sum kaðalmeistari, tí landsstýrið metti, at terv- ur er á tí starvinum. Annars upplýsir full- trúin í starvsfólkaviður- skiftum, at tað kann koma upp á tal, at landsstýrið fer at seta fram endur- gjaldskrav til limirnar i Starvsmannafelagnum. jo-mo Vilja hava greinir um havbúnað og um- hvørvi i virkisskrånna Aðalfundurin í Suður- streymoyar Javnaðarfelag samtykti trý uppskot til virkisskránna hjá Javn- aðarflokkinum. Hesi upp- skotini skulu nú leggjast fyri landsfundin hjá flokk- inum, ið verður annað vikuskiftið. Tvey av uppskotunum eru nýggjar greinir til sjálva virkisskránna. Talan er um eina sjálvs- støduga grein um »fiska- aling og havbunad« og eina um »umhvørvi«. Tað triðja uppskotið er ein broyting av greinini um »virkis- og ídnaðarpoli- tikk« Javnaðarfloksins. Umframt hesi uppskot- ini, ið felagið ynskir at fáa vid i virkisskrånna, sam- tykti adalfundurin eisini eina fundarsamtykt. Í henni verður m.a. vist á, at borgarligi politikk- urin hevur verið til ógagns fyri meginpartin av Feroya fólki, og sagt verður: „Við øktum skatta- og avgjaldstrysti hevur borgarliga sam- gongan minkað munandi um realinntekuna hjá føroysku løntakarunum«. Somuleidis verdur ført fram, at vid vinnuligum atgerdarloysi hevur borg- arliga samgongan borið tað so í bandi, at arbeiðs- loysi hóttir bæði í høvuds- staðnum og úti um landið. Væleydnaður Stjórnin í Suðurstreym- oyar Javnaðarfelag valdi at gera aðalfundin eitt sindur eðrvísi enn vanligt hevur verið. Aftaná sjálvan aðalfundin, sum byrjaði kl. hálvum fimm, var nátturði og eftir hann var politiskt orðaskifti. Sum heild hildu fólk, at til- takið var gott og eydnað- ist væl. Á aðalfundinum gav for- maðurin vegna stjórnina frágreiðing um arbeiði fel- agsins seinasta árið. Fel- agið hevur verið virkið. Tað hevur havt 11 lima- fundir, ein almennan fund, eitt bingo-spæl og tvær ferðir »opid hus« i felags- hølunum, sum er karm- urin um felagsarbeidid. Roknskapurin varð einmælt góðkendur. Fýra stjórnarlimir vóru á vali. Martin S. Ejdes- gaard og Knút Nolsee vórðu afturvaldir. Per Gaard og Inger Chris- tiansen vórðu nývald. Inger hevur tó verið í stjórnini sum tiltaks- maður. Erling Johannesen bar seg undan afturvali. Hinir = stjórnarlimirnir eru: Jóhann Mortensen, formaður, Gisleyg Dahl Bonde, næstformaður og Sofus Johannesen, skriv- ari. Til tiltakslimir varð Elin Súsanna Jacobsen nývald og Dion Splidt varð aftur- valdur. Grannskoðarar eru Óli Jacobsen og Ernst Hansen. Seinri partur av fundinum var um tað meiri politiska. Legtingslimirnir, Jákup Lindenskov og Joannes Dalsgaard, greiddu frá tingabeiðnum, hverji málum teir ætla at leggja fram og frá politisku steð- uni annars. Jákup Sune Jacobsen greiddi frá býráðsarbeiðnum. Orðaskiftið um framleg- urnar var lívligt. Uppskot og hugskot komu fram, og politikkararnir fingu eisini viðmerkingar og positivar atfinningar. Klokkan var farin av hálvgum tíggju, tá fund- urin endaði.