týsdagur 13. mars 1984síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — !lvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Grækarismessa:
Fagna fuglinum
og vårinum
Á grækarismessuhaldinum i Havn, helt Svenning
sen, varaskúlastjóri, rødu, sum vit prenta her
Í mong ár hevur verið
tann siður, at skótarnir
skipa fyri grækarismessu-
haldi her á Vaglinum í
Havn. Takk fyri henda
vakra sið. Aðrastaðni í
Feroyum koma fólk eisini
saman at fagna fuglinum
og várinum
Mong eru vártekin
Vit, ið
sluppirnar lógu fyri akkeri
á fjarðum í Feroyum um
vetrarnar, vit minnast, tá
ið tær loystu fyri teymi og
løgdu at brúgvunum;
menn fóru at rigga til, tá
vistu vit, at nú stundaði
sluppin út um tangan, og
fjørdurin tømdist. Bygd-
irnar tømdust, tad mesta
mannfólkið var farið úr
bygdini, tá vistu vit, at
várið var komið
Dagarnir verða longri.
Lýkka kemur í luftina.
Fuglurin kemur. Hann,
sum i fjørheyst »vandi
ungar til ferð, stevndi
frændum á ting«, áðrenn
hann legði um havið
Summir fuglar eru
longu komnir. Súlan er
minnast, tá ið
komin í Mykineshólm og á
drangarnar. Lomvigin er
komin undir landið.
Í hesum døgum slota vit
eftir tjaldursklippum og
gleða okkum at síggja tað
fyrsta tjaldrið við strond-
ina og hoyra tað fyrsta
klippið.
tann siður og er enn at
læra barnið at kenna fugl
arnar á liti, kenna teir á
málinum og vita, hvar ið
teir eiga
Har tú kemur í okkara
náttúru, tá ið fer at sumra,
so sært tú fugl og hoyrir
fugl. Rytan tigur ikki í
berginum. Fram við
strondini svimur æðan
eins væl og um veturin
Steinstólpan og aðrir smá-
fuglar lofta sær av einum
steininum á annan í
bønum Heidafuglurin
titar i lynginum og flygur
um heiðarnar. Allir eru
teir fegnir, hver á sín hátt;
men koma vit ov nær, so
gera teir vart við seg
Tjaldrið rópar síni ávar-
ingarróp. Likkurnar
skjóta seg eftir tær. Fugl-
urin verjir. Hann eigur
sítt og er fegin uppi yvir
sínum reiðri, eggjum og
ungum.
Stuttligt er at koma frá
Svenning Tausen, varaskúlastjóri í Eysturskúlan-
um í Havn
Tau-
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
ene |
FÅ
|
1
| -
| A
| va
As
húsum við tilkomnum
fólki, og tey so fegin vísa
tær: Har átti altíð ein
steinstólpa, har átti ein
spógvi, har átti likka, so er
tað, sum lagt var í barnið
at fara varliga um, sum nú
kemur fram.
Og tá ið smádrongurin
biður fólk koma burtur frá
tjaldursreiðrinum, so ligg-
ur eisini í honum at vera
góður við fuglin.
Tíverri er so vorðið her á
landið, at øll duga ikki at
virða tann rætt, sum fugl-
urin eigur. Tey taka báði
egg og ungar. Hin sjáld-
sami fuglurin í Feroyum,
lómurin, hevur ikki alla-
staðni fingið frið, og hann
hevur verið noyddur at
fara av tjernini. Tú hoyrir
fólk í bygdunum harmast.
„Er lómurin á tjørnini í
ár?< verður spurt.
Og tíverri verður svar-
að: >Nei, lómurin er ikki á
tjørnini«.
Og so ganga árini. Lóm-
urin er burtur. Slíkur
fuglur er viðkvæmur. Er
hann farin, er seinur
dagur, hann kemur aftur.
Tann serstaka summar-
myndin, tá ið hann fleyg
yvir bygdunum, er burtur
Likkan er eitt prýði við
sínum beli í haganum.
Menn eru fegnir um likk-
una. Hon taðar hagan og
etur orm úr sverðinum.
Tað grønkast uttan um
hana. Men tå ið likkubøl-
ini minka av mannaåvum,
so harmast hann, ið
annars gleðist um fuglin,
at menniskjan er so vorðin
at meina tað ómælandi.
Nátin, ella havhesturin,
sum hann eisini eitur, er
nerdur nógv í Feroyum.
Hann tekur sær búgv
longur og longur inn frá
strondini.
Eg havi hoyrt mann,
sum kennir virði í náttúru
okkara, fegnast um nátan,
sum tykist at nerast í
haganum, tí nátin gagnar
haganum; men tíverri er
hann heldur minkaður
aftur, tí menn skjóta hin
gamla fuglin, tá ið hann
fer av reiðrinum og sveim-
ar út yvir havið. Tá kemur
fram í slíkum manni og
monnum, ið geva sær far
um ríkidemið, ið fuglurin
skapar, og hvussu hann
gagnar haganum: Friðið
fuglin drúgva tíð, meðan
hann byggir sær reiður,
meðan hann liggur á eggj-
um og hevur ungar. Vit
eiga at taka undir við
teimum.
Altíð hevur tað gjørt
fólki mun, tá ið smyrilin
kemur í staraflokk; men
soleiðis er fugla millum.
Tað er ein partur av
náttúruni, sjálvum skap-
anarverkinum.
Skilamenn her á landi
hava gjørt veiðilógina og
broytt hana, sum viður-
skiftini hava verið við
okkara fugli. Bjargamenn
hava í eldir víst, hvussu
hin skilagóðu maðurin fer
um tað dýra virðið, og
hann lagar sína veiði eftir
náttúrubroytingunum.
Alla tíðina broytist
náttúran. Og sjálvi broyta
vit hana nógv. Soleiðis er
og verður, har fólk býr.
Tíðirnar skifta og broyt-
ast alsamt. Vit krevja, at
vit skulu ikki vera verri
enn onnur framkomin
fólk. Latum okkum leggja
okkum eftir, at tey høgg,
vit geva náttúru okkara,
verða gjørd við varsemi og
skynsemi.
Leggja vit, bæði til-
komin og ung okkum í
geyma, at vit dálka ikki
náttúruna, so er nógv
vunnið. Og vit seta okkum
fyri, at einki skal rekast
eftir meg, har eg havi
verið, hverki á sjógvi ella
landi. Vit menniskju eiga
ikki náttúru okkara einsa-
møll.
Hugskotid: Fridid fuglin
drúgva tíð, meðan hann
byggir sær reiður, meðan
hann liggur á eggjum og
hevur ungar, eiga vit øll at
gera til okkara. Tað má
vera ein rættur, tað verju-
leysa lívið í reiðrinum
hevur, at foreldrini verða
ikki tikin frá tí av manna-
ávum. »Lat sildberarnar
fara, so svøltar pisan ei«,
eru orðini hjá fleygamann-
inum.
Góðu skótar. Góðu tit øll.
Vit eiga at fara soleiðis
um okkara lands virði og
lands prýði, at vit sjálvi
og allir skapningar, ið her
byggja, eiga tær kenslur::.
„Frítt er heimið hjá mær,
frítt er heimið hjá tær,
várt fosturland er
fyri okkum tað besta,
sum heimurin ber«.