Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — ivamål? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! einstaklingum i lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Skapa áhuga fyri omlu mentanini Í døgunum 12.-29. juni verður serligt skeið, har næmingarnir fara til Suðuroyar at umvæla gomul hús í Porkeri. Øll áhugaði yvir 16 år hava atgongd Martin Fjallstein og Bjorgfinnur Nielsen, háskúlalærarar: — Í dag eru enn møgu- leikar at varðveita hús og býlingar frá eldri tíð, og um vit við hesum skeiði kunnu vejka áhuga fyri slíkum máli, og úrslitið av royndini verður væleydnað, so | umhugsa vit at nýta tað sum lærugrein innan Háskúlan Tað er Háskúlin saman við Frongripafelagnum, sum hevur fingið hug- skotið til nýtt skeið innan háskúlavirksemið. Martin Fjallstein og Bjergfinnur Nielsen, há- skúlalærarar og fyrireik- arer siga við Sosialin, at tað í fyrstu atløgu verður farið til Suðuroy, har gamalt hús í Eystrun skal umvælast. Húsið er frá umleið ár 1700 og tí eitt av teimum forngripunum, sum umráðandi er at varð- veita. Ætlanin er at umleið 20- 30 næmingar skulu fáa innivist á hesum fyrsta skeiði, sum fevnir um frá- læru, fyrilestrar og segu, søgn og mentan í Suðuroy, umframt at næmingarnir skulu vitja nýggj virkir í Kring um í Foroyum eru enn gomul hús og býlingar sum kunnu varðveitast, um nakað munagott verður gjort. Fyribils fer Háskúlin undir serligt tiltak við umvæling av húsunum Eystrun í Porkeri. Á myndini er tað húsið høgrumedni, sum fyrst verður farið undir. Moguleiki er eisini at umvæla Suðuroy á útferðum, sum eisini verður skipað fyri. Øll áhugaði yvir 16 ár Spurdir hver skal hava innivist á slíkum skeiði, siga fyrireikarnir, at tað kann ein og hver sum er fyltur 16 ár, og sum hevur áhuga fyri tiltakinum. Av tí at hetta er eitt royndarskeið, so hava vit ikki lagt undirvísingina í so fastar rammur. Tað verður fyri ein part arbeitt í dagtímunum, við serkønari hjálp frá lær- arum, og ráðgeving og eftirlit frá Fornminnis- savninum. Ein av lærarunum, sum hevur gjert slíkt umvæl- ingararbeiði = áður, er Diðrikur Joensen, snikkari í Kollafirði. Hann fær handverksliga arbeiðið um hendir. Tað hevur hann eisini gjert áður við umvælingini av gomlu háskúlahúsunum, kirkjuni í Kollafirði og húsunum Frammi við Gjónni, sum nú eru um- væld og varðveitt. Hví verður farið undir slíkt skeið? — Tað er gjørt fyri at finna nýggjar leiðir at ganga í undirvísingini innan háskúlavirksemið, eins og fyri at skapa sterri áhuga fyri at varðveita gomul hús og býlingar. Hugskotið fingu vit í fjør summar, tå Mortan Winther Poulsen, for- húsið vinstrumeðni i Skålanum, men tað verður ikki gjørt í hesum umfari maður í agnum heitti á háskúlan, at fáa næmingar til Myki- Forngripafel- nesar, har umvæling skuldi fara fram. Tá bar ikki til hjá okkum at fara, men vit samdust um at royna hetta tiltakið. Eitt ískoyti til starvspraktik hjá 10. flokkum Mortan Winther Poulsen sigur við Sosialin, at hetta er eitt gott tiltak í roynd- ini at fáa fólk út á bygd- irnar, sum annars búgva á stórplássunum. — Hugsandi er eisini, at hesin táttur kann verða tikin upp, tá 10. skúla- flokkar fara í starvs- praktik. Tað hevði iva- leyst verið ein háttur at skapa áhuga fyri umvæl- ing og varðveiting, um starvspraktikantar fingu meguleika at komið út á smáplássini og lært nakað munagott um mentan okkara, ístaðin at hava eitthvert starvspraktik- pláss í teir 14 dagar, sum skúlanæmingar nú hava meguleika fyri, sum er gagnligari enn bert fyri- fallandi arbeiði. Fyribils fer Håskulin undir royndarskeiðið í Suðuroy. Næmingarnir skulu sjálvir hava amboð við sær og annars áhuga fyri hesum arbeiði, sum nú verður framt. Dag.