Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 34 — 17. mars 1984 Ferjulegan í Kirkjub ikki reist sum frið- Nakað soleiðis fer ætlaða ferjulegan í Kirkjubø at síggja út. Í ollum forum sambært teimum upplýs- ingum, Sosialurin hevur fingið. Loysnin er ein »millumloysn«. Verjugarðurin er fluttur vestur eftir og tíðindablaðið sjálv ferjulegan er flutt av sjálvum Arnanesi inn móti bygdini Bygdaráðið í Kirkjube hevur tó skrivað til lands- stýrið um at einki má fara í gerð, fyrrenn bygdaráðið er eftirspurt. Tá bygdaráðið ikki veit nakað nágrein- ligt, hevur tað ikki borið til at lagt málið fyri friðingar- nevndina. Í apríl mánað kann vega- gerðin til ætlaðu ferjuleg- una í Kirkjube fara í gongd, men stórætlanin á tí forna staðnum er enn ikki legd fyri friðingar- nevndina fyri Streymoyar sýslu. Formaðurin í friðingar- nevndini, Rósing Thor- leifsson, sýslumaður, upp- lýsir, at málið er ikki reist sum eitt friðingarmál. Hví, dugur hann ikki at siga. Tí, ikki bara ferju- legan, men eisini vegurin átti at verið eitt friðingar- mál, og sambært tíðind- unum kann farast undir vegin í næsta mánað. Í Sosialinum hósdagin upplýsti Páll Vang, lands- stýrismaður í samferðslu- málum, at meðan farast kann undir vegagerðina í apríl, er sjálvt ferjulegu- projektið ikki liðugt fyrr enn nakað seinri. Spurdur, um tað hendir seg, at friðingarnevndin tekur mál upp av sínum eintingum, sigur Rósing Thorleifsson, at tað ger hon viðhvert. Hetta hendir seg van- liga, tå fridingarnevndin fær våttad, at okkurt arbeidi er farid i gongd. Tå verður arbeiðið vanliga steðgað, til friðingar- nevndin hevur viðgjert málið. Kortini kemur tað fyri, at friðingarnevndin tekur okkurt mál upp, áðrenn tað er farið í gongd. Tað kann henda, eftir at nevndin hevur fingið duldar klagur ella tíðindi ganga. Um friðingarnevndin fer at taka hetta málið upp, dugur formaðurin í frið- ingarnevndini ikki at siga. Fer aftur at skriva til landsstýrið Bygdarráðið í Kirkjubear kommunu hevur einaferð skrivað til landsstýrið í samband við ætlaðu ferju- leguna, upplýsir bygdar- ráðsformaðurin, = Helma Frýdal, á Velbastað. Bygdarráðið hevur gjert landsstýrinum var- ugt við, at einki má henda, fyrrenn tað er eftirspurt. Landsstýrið hevur kort- ini ikki svarað bygdar- ráðnum. Bygdarráðið hevur nú í umbúna at senda landsstýrinum nýtt skriv. Ráðið skal hava fund mánakveldið. Tá verður hetta málið eisini á skránni. Vanliga er tað avvarð- andi kommuna, har eitt ella annað skal setast í verk, sum leggur málið fyri friðingarnevnd. Helma Frýdal sigur, at vanliga plagar bygdar- rådid at leggja byggimål, id er nær fornminnum, fyri fridingarnevndina. Og tað fer bygdarráðið eisini at gei á í hesum feri. Orsekin til, at bygdar- ráðið enn ikki hevur lagt málið fyri nevndina, er hon, at málið er eftir bygd- arráðsins tykki ikki komið so langt enn. Tí einki endaligt projekt er samtykt enn. Annars upplýsir Helma Frýdal, at bygdarráðið hevur verið á tveimum fundum við landsverkfrød- ingsstovnin um málið. Harafturat hava bæði um- boðini fyri Kirkjube í bygdarráðnum verið á onkrum fundi, eins og tey vóru í Danmark, tá modell-royndirnar vórðu gjerdar. Millum Kirkjube og Velbastað Seinasta heyst skipaði Ungmannafelagið Sólar- magn fyri einum fundi um ferjulegu-projektið. Fundurin gjerdi ikki nakað mótmæli móti ferjuleguni ella nakra fundarsamtykt. Men eftir fundin sendu einstaklingar tó áheitan til myndugleikarnar um at fáa kanningar gjerdar á Velbastað, og annar fáa landslags-arkitektar inn í myndina, soleiðis at arbeiðið verður so hampi- ligt sum meguligt. Einastu kanningarnar, ið eru gjørdar á Velbastað, eru nakrar dýpdarmát- ingar. Einki modell er gjørt og tí eru heldur ikki nakrar modell-royndir gjørdar. Sosialurin hevur fingið upplýst, at á fundinum í Sólarmagn bóru fleiri fundarluttakarar upp á mál at leggja ferjuleguna onkustaðni millum Kirkjubø og Velbastað. Ella á Velbastað. Men sjálvur fundurin sendi ikki nakra áheitan um hetta. Fleiri — bæði verkfreð- ingar og leikmenn — hava víst á, at brimggangurin er so nógvur á Velbastað, at har ber ikki væl til at gera eina ferjulegu. Í øllum førum verður hon ógvuliga kostnaðarmikil. Og tað eru heldur íkki oll, sum eru sinnað fyri ti. Eins og í Kirkjube eru fólk bæði fyri og ímóti. jo-mo Ø | Væntandi verða samrådingar i vikuskiftinum Samband hevur verið millum Starvsmanna- felagið og landsstýrið. Ti roknar formaðurin í Starvsmannafelagnum, Ernst Hansen, við, at fundur verður millum partarnar kanska longu í vikuskiftinum. Partarnir hava ikki havt nakran nýggjan fund, og heldur ikki er nakað ítekiligt borið upp á mál, men í luftini liggur, at samráðingar- vilji er til staðar. Nú eru meira enn tvær vikur siðan starvsfólkini á kaðal- deildini á telefonverki- num fóru í verkfall Mánadagin eru tvær vikur gingnar, síðan verkfallið varð vidkad til alt starvsfólkið í Havn og mikudagin eru tvær vikur síðan allir limirnir í Starvs- mannafelagnum á TFL steðgaðu arbeiðinum Ti hevur verið rokn- að við, at Starvs- mannafelagið kanska fór at víðkað verkfallið. Men sum steðan var í gjár, so fór hetta ikki at koma upp á tal. — Men kemur einki burtur úr nøkrum sam- ráðingum kann hetta verða tað næsta á skránni, sigur Ernst Hansen Í alt eru 110 starvs- fólk í verkfalli. jo-mo Hetta vikuskifti fer Svimjisambandið inn á Toftir at hava eitt svimjivikuskifti. Hetta vikuskifti er instruk- tion og kappsvimjing fyri øllum åhugadum å skrånni. Fyri einum mánað síðani var Svimjisam- bandið í Leirvík og royndi hetta tiltak fyri fyrstu ferð. Í Leirvík var áhugin stórur, og har varð ein nevnd sett at fyrireika stovnan av einum svimjifelag. Svimjisambandið vónar, at undirtekan Pr-svimjing á Toftum verður líka stór á Toft- um, og at eisini har verður stovnað eitt svimjifelag, soleiðis at Eysturoyggin kann fáa eitt svimjifelag fyri hven hylin. Leygarkveldið 17. mars verður instruk- tión fyri ellum áhugað- um í ellum aldri frá kl. 19,00 — 21 ,00. Sunnudagin 18. mars fáa so allir toftamenn og -kvinnur meguleika at royna seg í hylinum og hesa ferð verður tíð tikin.