leygardagur 17. mars 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Er
01 e —
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahi
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Reypið hevði sina
orsøk
Í FLEIRI ÁR hava låntøkur verið
innbygdar í fíggjarlógirnar. Skift-
andi landsstýrir hava hildið sum
so, at tá fíggjarlógirnar umfata
munandi upphæddir til ifløgur, eitt
nú i havnir, vegir, berghol, skúla-
og itréttarhallabygging o.s.fr.,
hevur tað ikki verið skeivt at inn-
bygt låntøkur í fíggjarlógirnar,
sum hava svara til hesar íløgur ella
partar av hesum iløgum.
TÁ VANLIG FÓLK, vinnulívsfyri-
tekur og stovnar skulu fremja
iløgur er tað mest vanligt at figgja
hesar íløgur við lántøkum, heldur
enn at tyngja raksturin við hesum
íløgum, soleiðis at viðkomandi
kemur í rakstrartrupulleikar og
likviditetstrupulleikar. Hetta er
ofta skilagott, serstakliga tá við-
komandi, sum skal gera iløguna,
ikki hevur nógvan tøkan pening.
TÁ UPPSKOTIÐ til figgjarløgtings-
lóg fyri fíggjarárið 1984/85 varð
framlagt og vidgjørt varð nógv
reypað um at ongar lántgkur vóru
innbygdar í hetta fíggjarlógarupp-
skotið. Sjálvandi vóru fólk fús at
trúgva, at nú var vend komin í
fíggjarligu gongdina — at nú var
tann figgjarliga stødan í landinum
so nógv batnað, at tað ikki longur
er neyðugt at taka lán í sambandi
við fíggjarlógirnar.
TÁ VIT SO hugsa um, at sam-
gongan hevur gkt skattatrýstið
við fleiri prosentum, og at toll-
byrðan er økt við einum 70-80 mió.
kr. um árið uttan prisvøkstur, so
skuldi ein trú, at tað ikki var neyð-
ugt longur at innbygt låntøkur í
fíggjarlógirnar. Vit trúu sjálvandi
fyritreytin
fyri = einum
stjórnarsamstarvi, at
oddagrein
eisini at orsøkin til at ongin lán-
tøka var innbygd í fíggjarlógarupp-
skotið í ár komst av hesum.
MEN SEINNI hava vit fingið nakað
annað at vita. Tað framgongur av
einum skrivi, sum ráðgevandi
nevndin viðvíkjandi Føroyum
hevur sent landsstýrinum í juni í
fjør, og sum vit endurgóvu brot úr
í blaðnum hósdagin, at tað nú er
vorðið trupult hjá landskassanum
at taka lán í útlondum. Í skrivinum
verður sagt, at danskir bankar nú
eru farnir at seta spurningar
viðvíkjandi foroyska búskapinum.
SAMA SKRIV avdúkar eisini, at
fyrr hevur stødan ikki verið tann,
at nakar hevur spurt um føroyska
búskapin tá lán skuldu takast til
landskassan. Hetta er nakað nýtt.
Nakað sum á fyrsta sinni er hent í
1983. Og nevnda skriv endar við,
at ráðgevandi nevndin sigur,
>...udviklingen má give anledning
til alvorlig bekymring«.
ORSØKIN TIL at ongin låntøka er
innbygd i fíggjarlógina fyri næsta
ár er sostatt ikki tann, at bú-
skaparliga gongdin í samfel-
agnum er vend til tað betra, men
heldur er orsgkin tann, at búskap-
arliga stødan nú er so hættislig, at
tad ikki longur er møguligt at fåa
lån at innbyggja i nakra figgjarlég.
HETTA VAR SO úrslitið av fýra ára
borgarligum styri. Eitt pryduligt
alternativ. Samgongan átti at
skamma seg og gjørt enn eitt hol
har teir allir kundu fjalt seg í teir
komandi mánaðarnar.
Vist er Pauli ein jassur,
men...
Á eykaaðalfundi hjá fólka-
flokkinum herfyri gramdi
Fólkaflokkinum varð her-
Jógvan Sundstein seg um
tað vánaliga samstarvið í
samgonguni. Og tann,
sum hevði alla skuldina,
var Pauli Ellefsen.
Nú skulu vit ikki fara at
verja legmann, men so ein-
falt, sum Jógvan ger tað,
er hetta mál tó ikki.
Annars er tað sjálvsagt
flokkarnir royna í hvussu
er at standa saman út
eftir, og at teir greiða
sínar spurningar innan-
hýsis. Hvat enn kann sig-
ast um donsku stjórnina,
so hava hesir flokkar verið
stak loyalir móti hverjum
eðrum.
Politiski
maðurin hjá
framsegu-
Kristiliga
fyri skiftur út, tí hann var
farin í sjálvdrátt. Flokk-
urin segði, at slíkt kundi
ikki góðkennast, tá flokk-
urin var í samgongu.
Javnaðarflokkurin hev-
ur eisini verið í samgongu
við nærum allar flokkar á
tingi. Sum t.d. í 1970-74
saman við sambands-
flokkinum (sum var eðr-
vísi enn hann er nú) og
sjálvstýrisflokkin Tað
hevur verið tikið til, at ell
hesi ár var ikki ringt orð
millum hesar flokkar. So
gott var samstarvið, at
eitt einstakt lesarabræv í
Sosialinum, sum fanst at
sambandsflokkinum, var
nóg mikið til at seta ilt
millum flokkarnar eina
tíð. Tað skal eisini sigast,
at andsteðan var eisini
sámilig, t.v.s. eisini fólka-
flokkurin, sum eisini tá
var mannaður eðrvísi enn
nú.
Men í 1975 kom
javnaðarflokkurin í sam-
gongu við fólkaflokkin og
tjóðveldisflokkin. Og tað
er ikki ov nógv at siga, at
nú gjerdist kríggj hvenn
tann einasta dag. Ein
partur av fólkaflokkinum
var víst loyalur, men ein
annar partur kappaðist
við Paula Ellefsen um at
vera í andsteðu. Og tað
var ikki við mýkindum
heldur, og neyvan nekur
samgonga nakrastaðni
hevur verið úti fyri sterri
illoyaliteti frá sínum egnu.
Grundarlagið undir
samgonguni varð miðvíst
máað burtur, og at enda
var einki, sum bant flokk-
arnar saman. Finnbogi
Isaksen greiddi frá hesum
í einum av sendingunum
um siglingarmálið. Hann
segði, at ósemjan ikki var
so stór, at hon ikki kundi
loysast. Men her var hent
sama fyribrigdi sum
annars kennist vid »metal-
træthed«. Einki var sum
bant saman longur.
Og orsøkin var nærum
einans tann ágangur sum
stavnamaður fólkaflokks-
ins framdi móti hesi
samgongu, og sum Øøll
minnast. Eitt úrslit av
hesum er í hvussu er, at
samgonga millum javn-
aðarflokkin og fólkaflokk-
in ikki so mikið sum
kemur uppá tal í hesi eld
og langt inn í næstu eisini.
Síðan kom núverandi
samgongu uppí lag. Og
her hevur kríggið verið um
meguligt verri. Men her
var eisini ein munur.
Meðan javnaðarflokkurin
og tjóðveldisflokkurin
lótu alt ov nógv um seg
ganga, og funnu seg í
krígsdansinum hjá
stavnamanninum, kom
hesin nú í samgongu við
sín líkamann Paula Ellef-
sen, sum hevur givið aftur
við somu mynt.
Víst er Pauli ein jassur,
men at hann einsamallur
skal hava skuldina fyri tað
vánaliga samstarvið,
meðan fólkaflokkurin er
ein forfylgd óskyldigheit,
tað ljóðar mest sum ein
vittigheit fyri okkum, sum
hava fylgt við og eisini
verið uppi í hesum leiki.
Fólkaflokkurin verður
nú steiktur í sínum egna
feitti, og vit eru íkki
mong, sum hava sam-
kenslu.
Nr. 34 — 17. mars 1984
Vit hava eisini hoyrt um
menn, sum allar konur
rýma frá, sum hverja ferð
geva konunum skuldina
fyri, at hann ikki er til at
liva saman við.
Men fólkaflokkurin veit
hvat hann ger. Hann
hevur nú skjótt í tíggju ár
evnað bæði at vera í sam-
gongu og at gera andstød-
una, sum vera skal,
nærum arbeiðsleysa. Á
henda hátt rokna teir við
at fáa bæði samgonguat-
kveður og andsteðuat-
kveður.
Úrslitið er, at í staðin
fyri eina samgonu hava
vit flokkar, hvers einasta
endamál er at snýta hin,
soleiðis at hinir flokkarnir
skulu hava skuldina fyri
alt tað vánaliga, meðan vit
hava æruna av øllum tí
góða.
Samstundis er politikk-
ur broyttur til ein kest,
sum eingin hevur virðing
fyri, og sum flestu hampa-
fólk halda seg frá.
Hetta kemur sjálvsagt
at geva politikkarum av
Ólasa og Paulasa slag
meira rásarúm, men hetta
er ikki nakað beinleiðis
tespuligt útlit.
Men teir, sum hava
ábyrgdina av hesum skili,
eru teir sokallaðu »penu«
menninir í politikki, sum
hava latið alt um seg
ganga vegna útlitið til
nakrar eyka atkvødur.
X.
Svar til Ronald F. Poulsen
i Dimmalætting tann 7.
febr. hevur Ronald F.
Poulsen eitt langt og
drúgvt lesarabræv, sum
skal siga fólki, at hevði
javnaðarflokkurin rátt í
býráðnum, so var einki
røktarheim og umlætt-
ingarheim bygt i Havnini.
Hann endar brævið við at
skriva: Hetta er veru-
leikin.
Men veruleikin er eðr-
vísi og nakað væl meira
enn her verður sagt frá.
Veruleikin er tann, at tá ið
einki frættist frá lands-
stýrinum, samtykti
býráðið í desember 1981
eftir tilmæli frá sosialu
nevnd at seta arbeiðsbólk
til at fyrireika bygging av
ellisheimi og rektarheimi.
Arbeiðsbólkurin fór undir
arbeiði og bygd m.a. á tað
tilfar og tær kanningar,
sum ein áhugabólkur
hevði lagt fram í 1979
(sami áhugabólkur, sum
seinnu árini hevur gjert
eitt stórt arbeiði fyri at
vísa á tervin og fyri at
savna pening til rektar-
heimsbyggingina).
Alit, varð lagt fyri
býráðið í november 1982,
og 16. des. sama ár sam-
tykti býráðið, at ellisheim
til 30 fólk skuldi verða
bygt á Skålatrød og rekt-
arheim til 30 fólk skuldi
byggjast við Fútalág í
eysturbýnum. Tað varð
samstundis álagt arbeiðs-
fólkinum at útvega skitsu-
uppskot til hesar bygg-
ingar.
Í februar 1983 varð so
bygginevnd vald, sum
eisini hevði umboð frá
áhugabólkinum og fyri
læknarnar, seinni sam-
tykti býráðið tó eftir mót-
mæli frá Ronaldi Poulsen,
at minnilutin í býráðnum
skuldi hava ein lim
afturat, og soleiðis misti
áhugabólkurin annan av
limum sínum.
Bygginevndin arbeiddi
skjótt og á sumri sama
árið eru bæði skitsuupp-
skotini teknað og
kostnaðarmetingar gjerd-
ar, og alt tilfarið verður
sent hverjum einstøkum
býráðslimi.
Tá ið so langt er komið,
vísir tað seg, at býráðsfor-
maðurin hevur havt sam-
ráðingar við landsstýrið
uttan at sosiala nevnd ella
bygginevndin hava fingið
nakað at vita, og í septem-
ber 1983 verður so eftir
uppskoti frá landsstýr-
inum vald ein
bygginevnd við umboðum
frá ollum kommunum i
Suðurstreymoy. Í hesi
nevnd verður Ronald
Poulsen formaður, tað vil
siga, at frá september
mánaða í fjer stavar
hansara ábyrgd av málin-
um. Í ellum t íarbeiði, sum
lá undan hesum, varð
undirritaði formaður, og
nýggj
tað er hetta, sum tykist at
pína tann nýggja for-
mannin so nógv, at tað
skal skavast útyvir og
gloymast burtur ongantíð
ov skjótt.
Tað, sum kann harma,
er, at tað góða verkið
verður tikið úr hondunum
á teimum, sum hava gjert
alt arbeiðið, og at aðrir
síðani pynta seg ódámliga
við tí. Men soleiðis eru
treytirnar í politikki, og
tað sum man vera tað av-
gerandi í hesum máli, tað
er, at tað grundleggjandi
arbeiðið, sum varð gjert
av nógvum fólki í áhuga-
bólkinum, í sosialu nevnd
og í upprunaligu byggi-
nevndini, nú hevur fert til,
at henda neyðuga
byggingin verður veru-
leiki.
Leivur Johannesen
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.