Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 1984síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 tíðindablaðið Undirgravingarvirksemið Háttvirdi løgtingsfor- maður okkara Jógvan Sundstein gramdi seg eitt kveldi herfyri í útvarp- inum um, at virdingin manna millum fyri ting- inum var so sum so. Ser- stakliga vanvirðisliga við- ferð fekk tingið av lands- stýrinum. Ætlanin var helst at fáa okkum lurtarar at halda, at henda vanvirðing einans stavaði frá eðrum samgonguflokkum enn hansara egna, sambands- og sjálvstýrisflokkinum. Vit hava demi um, at sambandsflokkurin eitt nú saman við framburðs- og fiskivinnuflokkinum á sinni dróg mál niðan í tingið, ið als einki átti at havt við ta ávísa mál at gera. Nevnliga neyta- málið. Í hesum máli vóru greið- ar leogtingslógarásettar reglur at halda seg til. Tann stovnur, ið vegna serkunnleika til smittu- vanda v.m. í samband við djórainnflutning, umsat hesi mál, varð av oppor- tunistiskum politiskum kreftum settur til viks í royndunum at framelska eina fólkagsing, mettaða av vanvirðing fyri lands- ins lógum og låggevandi myndugleika okkar, ting- inum. Hesum piratmáli vóru ídnastu breyðpolitikarar okkara sinnaðir undir- honds at geva líka so piratkenda viðgerð á løg- tingi, ið í veruleikanum einki suldi havt við hetta mál at gera Vit minnast, hvussu hesin skemdarleikur fór. Tingmenn gingu kloss- urnar uppí nakka í mót- mæli móti landsins lógum, sum neyvan á nekrum eðrum eki hava vignast frægari enn júst lands- djóralæknastovninum við- víkjandi. Fegnir gjerdu hesir garpar seg til lógbrótarar fyri tann stokkuta letu- vinning, ið hver í sínum lagi væntaði sær av hesi anarkistisku framferð. Verður hugt gjølligari at hesum hendingum, so vóru hesi mótmælistiltok neyvan meiri rættvís ella legal enn mótmæli sjó- mannafelagsins, ið dómur spurdist burturúr fyri teir, ið á sama hátt vardu sek sína sum longst. Hetta serstakliga um tikið verður vid, at politiskir so- kallaðir ábyrgdarpersónar ikki gingu av vegnum fyri at gera seg inná privatfólk við eðrum áskoðanum í hesum máli. Landsstýrið, ið enn ikki var nýskipað, lat seg tó ikki kroysta til at taka undir við hesum óflíggja- skapi, men varði virðiliga landsins lógir og virð- ingina fyri tinginum. Annað er so tað, at tað avgjert ikki var av tilvild, at seguliga neytaskipið kom undir land júst tá. Tí vituligt er, at hetta skuldi nýtast av sambandsflokk- inum til at leggja trýst á ávísan landsstýrisflokk, ið samráðast skuldi við um skipan av landsstýri júst hesar somu dagarnar. Men landsstýrinum við javnaðarflokkinum á odda lá fremri at verja lógir okkara enn undir givnu umsteðunum at snirkla seg fram til ivasamt sam- gongugrundarlag við sam- bandsmenn, treytað av úr- slitinum av neytabingo teirra. Fremstir í hesi ólátaðu ágongd á tingi stóðu sam- bandsmenn og framburðs- og fiskivinnuflokkurin. Ekspertisuna hevði hesin seinni, sum kom í eygað við líknandi samfel- agslemjandi tiltøkum, sum kortini ikki annað spurdist burturúr enn tað, at land okkara varð lagt lamið uttan orsek — og so tað, at rebellurin fekk sær politiskt bein Tað óvæntaða kom eisini burturúr tá, at hesin Adolf Hansen sum einasti føroyingur frå tinginum fekk tilsøgn um figgjar- ligan studul til stovnsetan av »alternativari fiska- sølu«. Men so eidasørt at rebellurin sidan hevur latid vid seg koma fyri at tryggja okkum hægstu út- flutningsprisir, tians- heldur stuðla útróðrar- monnum okkara til sjálvir at selja egnu framleiðslu. Men politiska vinningin burturúr neytamålinum ætlaði sambandsflokkurin sær einsamallur og skikkaði sær so undir sam- gongusamráðingum við aðrar flokkar. at greitt var, at hesar : mráðingar einans vóru lótir, eftirsum teir kortini høvdu sett sær fyri at »framprovokera« nýval, sum eitt nú neyta- málið skuldi fáa teir sterk- ari burturúr. Men gakk. Aðrir tóku seg enn einaferð saman um loysn av samfelags- málum, ið enn lógu á láni, og nýval sambandsins varð av ongum. Jógvan harmast um vanvirðingina, sum ræður samgongumanna ímillum fyri tinginum. Sambands- menn kasta nú fólkafloks- monnum hetta sama fyri — og tað við avgjørdum rætti. Dragsan fólkafloks- manna av legtingsmálum niður á teirra elskaða danating er feskasta dømi um vanvirding — ikki bara fyri okkara tingi, men eisini tingi dana. Pirat- partapolitikkur teirra å heima- sum danatingi hevur higartil ikki tænt eðrum endamáli enn at stinga kílar ímillum tær politisku framtakskreftir her á landi, ið, hóast parta- politiskar ójavnar, hava sýnt samstarvsvilja til loysn av átroðkandi sam- felagsmálum. Eyðsýnda vanvirðing samgongumanna fyri háttvirda tingi okkara er at harmast um. Mest sjálvsagda orsek til hetta vána lag er ivaleyst ta sjálvsekni, ið seinnu árini hevur sermerkt lands- stýrispolitik okkara — eina tænastu fyri aðra úr enda í annan. Aðalorsekin er tó hon, at landsstýrismenn okkaa, allir sum ein, ongan lut eiga í neyðugu virðing og fyrilitinum mótvegis tí samfelag, teir hava átikið sær at stjórna. Hava ella vilja ikki fata, at teir eru komnir á hasar sessir sum úrslit av fólksins áliti til stýrisfyriskipanarreglur okkara, sum eingin undan teimum áður hevur selkað so dyggiliga. Pilatus var á sinni áskoðari til seguliga vend, ið honum ikki varð unntur at fyribyrgja, hvussu fegin hann so kanska vildi tað. Hevði ikki annað val enn at tváa hendurnar. Men til tvátt av poli- tisku óhumskuni, ið sit- andi landsstýrissamgonga slóðar eftir sær, skal annað og meira til enn fingravatn Pilatusar. Rán. Hvat vilja vit við skúla- skapi okkara Alt hitt besta fyri hvenn einstakan og tjóðina sum heild, vóna vit sjálvandi. Orsekin til at undirrit- aði setur sær henda spurn- ing er, at eg nú um dag- arnar kom í samband við fólk, ið hevði sekt ávíst lærupláss. Viðkomandi genta, ið var fitt og fryntlig og í allar = mátar skilagóð, kundi ikki verða tikin við, tá veljast skuldi millum umsekjararnar allar til hetta annars vanliga skrivstovulærupláss. Orsekin var hon, at ein góður helmingur av um- søkjarunum antin hevði students- ella HF-prógv. So grundað á vanliga til- lærda kunnleikasteðið var tað kanska ikki burturvið, at hesi ungu við góðum 10. klassaprógvum kortini ikki kundu gera seg gald- andi í kapping um læru- pláss, ið fyri bert fáum árum síðan var vanligt at seta við 17-22 ára gomlum við vanligum realskúla- ella 9./10. floksprógvi, fyri ikki at tala um tey mongu, ið beinleiðis úr fólkaskúl- ans sjeynda flokki tíðum straks fingu lærupláss. Og ikki eri eg vitandi um, at hesi ikki eisini væl og virðiliga hava nomið ta læru, lærumeistarin ætlaði teimum. Tað er einki dulsmál, at stóra arbeiðsloysi kring landið, serstakliga millum yngra fólkið, er ein av høvudsorsøkunum til hetta skeiva lag. Frægari enn yrkisloysi er sjálvsagt eitthvert lærupláss — sjálvt fyri ungfólk, ið hóast 13 ára skúlagongd ikki kann fáa arbeiði ella víðari útbúgv- ing, samsvarandi teimum vónum, tey í síni tíð hevdu til longri lestrarlæru. Tí ásannast má, at eisini innan sokallaðu hægri størvini er kappingin hørd. Arbeidsloysi hevur eisini gjørt vart vid seg har. Hóast vælgrundaða virðing fyri privatu sum almennu umsiting okkara, fyri handverki okkara, fyri fiskivinnu okkara, fyri byggiidnadi okkara, so må ásannast, at læruplássini á hesum ekjum eru sam- felagsliga kostnadarmikil, um hóttalagið, óofficielt krav um 13 ára skúla- gongd, framvegis skal verða galdandi. Ikki minni dýrt er tað fyri tey, ið fáa hesi læru- pláss, um hugsað verður um, at hesi tá kundu havt 3 ára lærutíð aftanfyri seg. Ikki er tað sert, at so- kallaði »dynamikkurin« í - (EG | rytjitid — Undirritaði Navn: Bústaður: Kannað posthusi um teknar haldara av Sosialinum Hi líðir samfelagnum eisini undir hesum. Sjúkrasystraútbúgving- in er dømi um eitt hitt fyrsta arbeiðseki, ið kom at líða undir óofficiella kravinum um antin HF- ella studentsprógv. Sjálvsagt, tí henda læra var meiri dámlig fyri yngri konufólk og seinni eisini mannfólk enn so mangar aðrar. Lærusekjandi hava er sjálv, við kapping um ivmarkad starvseki, verið viðvirkandi til setan av krevum, ið ikki veruliga hava so almikið við út- búgvingina at gera sum so. Tað er avgjert ynskiligt at almenna kunnleikasteði manna millum skal liggja ájavnt ella yvir tað, 13 ára skúlagongd skuldi tryggjað. Meti kortini, at hetta sjónarmið avgjert kann verjast, um veruligu krev- ini fyri lærlingauppteku verða at halda á steði, samsvarandi 9-10 ára skúlagongd. Tí av lívinu og samskiftinum annars við ymsar aldurs- og vinnubólkar verður helst meiri lært enn við trimum til fýra skúlaárum afturat. Hetta er tó treyíað av, at samfelagið sum so og vit hver í sínum lagi evna at viðurkenna virðið av tí kunnleika, eitt vælskipað og skilagott arbeiði kann hava fyri hin einstaka. Til tess krevja vit trygg starvsviðurskifti á ar- beiðsmarknaðinum. Kun- nu, um so skal vera, ikki longur liva við afturvend- andi og nú vaksandi arbeiðsloysi. Mugu sýna heviska virðing fyri teimum, sum í dagliga arbeiði teirra leggja virðir eftir seg til samfelagið — uttan at hava stundir til at meta um, um frálíka arbeiðsferi teirra er grundað á hesa ella hina skúlagongdina. Men í seinna enda er skeivt framhaldandi at fyrigikla ungdóminum, at hetta ella hitt prógvið, er tað, ið til skal, um framtíð FRE! fit il í URI 1 seg sum ] A Í AA ARITII IR Nr. 34 — 17. mars 1984 teirra skal roynast ljósari enn t.d. foreldranna. Úrslitini av hesum kenna vit í dag. Megin- parturin av ungdómi okkara heldur áfram í skúlanum eftir 10. flokk, og tíanverri mong teirra, tí tey ikki vit sær annað at taka sær til — og kanska eisini, tí tey seinnu árini hava lært, at HF- ella stu- dentsprógvið hóast alt er frægasta borgan fyri, at samfelagið egnir tey við einhverjum læruplássi, sum ungdómur annars við stytri skúlagongd skuldi verið sjálvskrivaður til Henda kuvesutilvera, ið miðleys framhaldsskúla- gongd í vissan mun má kalast, roynist samfelag sum teim ungu stundum dýr. Men so leingi starvs- meguleikar okkara eru so út av lagi vánaligir og so leingi skeivu krevini til læru her á landi ikki verða rættað er lítið annað hjá hesum ungdómi í at velja, enn framhaldandi at ganga í skula, um so skal vera, at tey ikki skulu verða við skerdan lut, sjálvt tá tað snýr seg um skómakara- ella hårfridk- anarlærupláss, har handa- lagið skuldi verið meiri av- gerandi enn latín ella inte- gralrokning. Men júst handalagið og ansurin fyri tí skapandi er tað, vit seinnu árini sam- tykkjandi hava undir- mett. Og få eru tey, ið rættuliga vilja viðurkenna tað virði, skapað verður eitt nú av fiskavirkisfólki okkara úti um landið. Skal skil koma á út- búgvingarsteði okkara, fjøltåttadari vinnu og hinum einstaka at gagni, verða vit í stundini at gera upp við okkum sjålvi, hvaðar vit ætla okkum við hesum samfelag og um mannaverdug arbeiðskor ikki eisini kunnu skapast burturúr vanliga virkis- hugi fólksins — væl at merkja, um vit fáa teimum arbeiði. Rán. i t 5 iv X I veed | - | Opostað — Í (SOSIALURIN | rinder i postgjaldid) - | BE | og > o- Postbox 76 - 3800 Torshavn SE