Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 1984síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A ————————————— Nr. 34 — 17. mars 1984 sjónvarpsfelagið Leygardagur 17. mars 15,00 Ítróttur 19,30 Heimurin hjá Buster 20,00 TV-avísin 20,30 Fólk og maskinur 1 (2) 21,10 Vit bæði 21,35 Trellafjallið 3 (3) 23,25 Liðugt Sunnudagur 18. mars 15,00 Dans dans dans 15,50 Gudstænasta 17,00 Liðugti 19,30 Tú og dýrini 6 (10) 21,55 Liðugt arbeiði 4 (5) 23,05 Andakt 23,10 Liðugt Mánadagur 19. mars 21,10 TV-avísin Týsdagur 20. mars 19,30 TV-bern 20,45 TV-aktuelt 21,30 Frank Harris Am. western 23,00 Liðugt Heimurin hjå Buster Leygarkvøld kl. 19,30 Sætti og seinasti parturin. So skulu vit siga farvæl vid henda fitta drongin, Buster. Tad eydnast nú Buster at sleppa at vitja gentuna, sum honum dámar so væl. Hann skal vísa síni gandakynstur á eini veitslu hjá hennara familju. Og sjálvandi kemur Buster væl hjá tí. Hann er jú ein sera dugnaligur, lítil gandakallur. Í leiklutinum sum Buster, Mads Bugge Andersen og sum Joanna, Signe Dahl Madsen. Fólk og Maskinur Leygarkveld kl. 21,30 Fyrri partur. Í tveimum sendingum verður roynt at fáa eitt lættfatiligt samband millum fólk og maskinur. Víst verður á meguleikarnar at brúka data- maskinuna og videoplátuna til kommunikatión. Bæði datamaskinan og videoplátan verða mett at fáa stóran týdning fyri menningina av informatión- teknologiini. tíðindablaðið Næmingar í 4. flokki á einum donskum skúla vísa okkum, hvussu teir brúka EDV í undirvísingini. Vit bæði Leygarkveld kl. 21,10 Sætti partur av íalt átta. Nan vil gera alt hon er ment fyri at hjálpa Brentwood at gerast ársins tænari. Men tá hon uppdagar, at hann hevur samband við eina av sínum vinkonum, vil hon ikki hjálpa honum meira. Trellafjallið Leygarkveld kl. 21,35 Triði og seinasti parturin av sendi reðini eftir Thomas Mann. Clawdia kemur aftur til sanatorii saman við einum sera ráðaríkum há- lendingi, Myntheer Peeperkorn, sum skjótt verður miðdepilin í teimum stóru veitslunum á sanatoriinum. Tað gongur skjótt ímóti tí stóru van- lukkuni — og fyrri heimsbardagi brestur á. Sanatorii verður stongt. Sjey ár hjá Hans Castorps enda nú við eini heimsumfevnandi deyðs- veitslu. Dansur - dansur - dansur Sunnudagin kl. 15,00 Hetta er tann fjórða og seinasta sendingin um heimsins gitnastu balletskúlar. Vit síggja, hvussu balletbørnini arbeiða og búgva á skúlanum The Royal Ballet í London. Hóast endamálið við teimum mongu skúlunum er at útbúgva góðar dans- arar, so vísa hesar fýra sendingarnar, at undirvísingin er sera ymisk frá skúla til skúla. Tú og dýrini Sunnukveld kl. 19,30 Í hesi sendingini skulu vit síggja, hvussu paddirnar liva í náttúruni. Gamla Danmark Sætti parturin av íalt tíggju. Pensilinið, betri íbúðarviðurskifti og onnur viðurskifti gjørdu, at danir nú livdu longri. Frá aldarskiftinum fram til 1960 var aldursbólkurin uppá 60 ár og eldri meira enn trífaldaður. Fyrrver- andi fátækrahjálpin varð tikin av, og fólkapensiónin kom ístaðin. Hetta bøtti um figgjarligu umsteðurnar hjá teimum eldru. Fólkatingsvalið í 1957 gjørdist eitt stórt vónbrot fyri H.C. Hansen (hann doyði trý ár seinni) men dreymurin hjá vinstra víking- anum, Erik Eriksen um at koma aftur til valdið varð av ongum, tí teir radikalu, sosialdemokratarnir og Rættarforbundið fóru saman og myndaðu eina nýggja stjórn. Uttan- ríkismálaráðharrin, Jens Otto Krag og Helle Virkner, filmsleikkvinna, mettust. Í 1960 koma danska fót- bóltslandsliðið heimaftur úr Rom, har tað hevði vunnið silvur við olym- pisku leikirnar. Henry From var landsliðsmálmaður. Men eisini Otto Brandenburg gjørdi um seg, tá hann sang »What do you want to make those eyes at me for« og har vóru sjálvandi Elvis Presley, Evy frá Parmagade og Vivi Bak, sum varð „útflutt< til Tysklands. Lidugt arbeidi Fjordi partur av ialt fimm. Kona Yosser er farin frå honum og nú roynir hann við strid og strev at klåra seg sum arbeidsleysur og einsa- mallur vid trimum børnum. Men sjålvsålit hansara er ikki tað, tað var.