týsdagur 20. mars 1984síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er rådgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — ivamål?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara
Vit eru til reiðar!
Setið ein
lækna aftrat
í Sandoynni
Tingmaður javn-
aðarfloksins i
Sandoynni, Tór-
olvur Mohr Olsen
setti nú um dag-
arnar niðanfyri-
standandi fyri-
spurning til Páll
Vang, landsstýris-
mann:
Arbeiðir lands-
stýrið framvegis
við eini amenu-
ensisskipan — av-
loysisskipan —
fyri Sandoyar
læknademi, sam-
stundis sum ting-
málið frá Javnað-
arflokkinum um
setan av tveimum
læknum í Sand-
oyar læknademi
enn ikki er av-
greitt?
Viðmerkingar:
5. desember 1983 legði
Feroya Javnaðarflokk-
urin fram tingmál nr.
29/1983: Broyting í
kommunulæknaskipan-
ini.
9. desember 1983 varð
1. viðgerð av málinum
um setan av einum
lækna aftrat í Sandoyar
læknadømi.
Hetta sum er einasta
trygga loysnin av lækna-
málinum í Sandoyar
læknademi
Undir viðgerðini í ting-
inum upplýsti Páll
Vang, landsstýrismaður,
at landsstýrið hevði
arbeitt við einari amanu-
ensisskipan (avloys-
ingarskipan) — í sam-
band við læknarnar í
Suðurstreymi, men
hetta vísti seg ikki
meguligt, seðgi land-
stýrismaðurin
10. januar 1984
sama dag sum fólka-
stoð við
stórum stavum á forsíðu
Dimmalættingar, at
læknamálið í Sandovar
læknadømi var loyst við
tað at fólkatingsmaðurin
Johs. Martin Olsen
samráð við Brittu Schall
Holberg. innanríkisráð-
harra hevði funnið fram
tingsvalið var
til eina amenuensis
skipan (avloysingar-
skipan)
Tó tað tykir ikki at
rekjast fyri, at tingmál
nr. 29/1983: Broyting í
kommunulæknaskipan-
ini verður avgreitt frá
sosialu nevndini í bræði,
loyvi eg mær at spyrja
landsstýrismannin um,
hvat hend er í hesum fyri
Sandoyar læknademi so
tíðandi mál.
Á tingi, 24. februar
1984.
Einki svar
Í víðari viðmerkingum
til ta vána lagnu, málið
sýnist at hava fingið,
vísir sandoyarting-
maðurin Tórolvur Mohr
Olsen á, at ásettu 7 dag-
arnir og reiðiliga tað eru
gingnir, síðan framsetan
av nevnda fyrispurningi.
Men svar frá føroyskum
myndugleikum fyriligg-
ur enn einki.
Heldur ikki for-
maðurin í sosialu nevnd
Jógvan Sundstein, løg-
hevur
sandoy-
tingsformaður
givið okkum
ingum vón um svar í
bræði.
Tó hava vit uttaneftir
igjøgnum utvarpid
frætt, at donsku
myndugleikarnir mest
eru sinnadir fyri eini av-
loysisskipan. Vit sand-
oyingar vóna bert ikki,
at niðursteða dana er
grundað á feroysk við-
mæli til júst hesa
skipan, ið sandoyingar
allir sum ein ikki vilja
hava
Urslitini av avloysis-
skipanum kenna vit.
Hóast vit meguliga fáa
avloysara 2 dagar um
vikuna, so hava vit fram-
vegis aðrar 5 dagar í
vikuni eins ógreið lækna-
viðurskifti. Samferðslu-
viðurskiftini eru heldur
ikki altíð so álítandi, at
avloysan til eina og
hverja tíð er megulig.
Heldur ikki kann fasti
ovurovbyrjaði = læknin
kenna seg uttan ábyrgd
teir tveir dagarnar,
meguligur avloysari er í
læknademinum.
Kommunulæknalenir
við ymsum gjeldum fyri
ávísar tænastur liggja
ivaleyst millum tær
hægru føstu lenirnar.
Men undanferslur sum
tær, at tveir læknar ikki
fáast at sekja fast starv,
tí ov lítið verður í úrtoku
til báðar, duga ikki.
Skuldi so verið, at len-
irnar lógu so lágt undir
eðrum í landinum, at
talan var um rættuligt
vanbýti, so skuldi hetta
kunna verið rættað aðrar
vegir. Tí onkunsvegna
mega læknaviðurskifti
sandoyinga tryggjast,
og tað beinanvegin.
Hetta gerst bert við
tveimum føstum
læknum.
Sum formaður i teirri
nevnd, id sett var til at
taka sær av útbygg-
ingini av læknamidstød-
ini å Sandi, kann eg ikki
annað enn átala ta til-
vildarligu metan,
myndugleikar landsins
tørvi sandoy-
inga fyri tryggum
lækna- sum heilsuviður-
hava av
skiftum
Læknahelini á Sandi,
tey fyrstu, ið bygd eru
eftir nýggju kommunu
læknaskipanini vóru
fyriuttan lækna/læknar
eisini ætlað at hýsa
heilsusjúkrasystir og
ljósmóðir, sum nominer-
að starv er fyri. Men
ljósmóðir er eingin sett
enn — hví kunnu vut
bert gita.
Skulu vit sandoyingar
ikki fáa tann lækna-
tryggleika, ið einans
fæst við tveimum føst-
um læknum, so er heldur
ikki óhugsandi, at forð
ingar verða fyri ætlaðu
útbyggingini av heilsu-
miðsteðini, ið nevndin
skrivaði til myndug-
leikarnar um longu í aug.
83.
Heldur ikki í hesum
máli hava teir ráðandi
hirt at svara okkum
sandoyingum.
Johanna í
Liðanum 9
Mikudagin 21. mars
fyllir Johanna Nybo,
vanliga nevnd Johanna í
Liðanum á Viðareiði 95
ár.
Johanna í Liðanum er
ættað úr Múla. Hon kom
til Viðareiðis sum heilt
ung og fór at tæna á
Brekkumerk. Tá í tíðini
seldi krambúðin á
Brekkumerk verur fyri
handilsfyritøkuna hjá
Restorff. Hetta ferdi til
at Johanna fór til
Havnar at læra seg at
baka hjá Restorff so-
leiðis at krambúðin á
Brekkumerk kundi
framleiða bakverkið
sjálv.
Í 1916 giftist Johanna
við Jógvan Nybo av
Hvítanesi. Jógvan kom
av Hvítanesi til Viða-
reiðis at tæna hjá bónd-
anum i Litlustovu.
Bóndin i Litlustovu æt
Niels Jensen — Niels
Eystur í Búð. Johanna
og Jógvan settu búgv
Eystan fyri Lið á
Heygum. Har hevði
Serin undir Hoygarð-
inum bygt ein handil,
sum Johanna og Jógvan
keyptu og bygdu um til
sethús.
Johanna og Jógvan
fingu fimm bern. Kristi-
an Dánial og Hans Paula
sum búgva á Viðareiði.
John sum býr í Keyp-
mannahavn. Niels sum
doyði í 1963 og Bena-
diktu sum býr í Havn.
Johanna og Jógvan
livdu bert saman í 10 ár.
Jógvan doyði í 1926 og
soleiðis hevur Johanna
sitið sum einkja í eitt
rættuliga langt áramál.
ANDSS
Johanna er av góðum
bergi brotin í Múla. Hon
hevur verið bæði resk og
arbeiðssom og sera
dugnalig. Hon fall ikki i
fátt tá hon misti mannin,
men var greið yvir, at
lívið skuldi livast víðari.
Við fimm bernum var
hon bæði mamma og
pápi. Bæði maður og
kona.
Johanna býr fram-
vegis í heimi sínum í Lið-
anum. Hon býr einsa-
mell og ger alt tað hús-
liga arbeiði. Johanna er
andsfrísk og livir væl.
Við bestu ynskjum um
eitt gott og blítt lívs-
kveld ynskja vit
Johonnu í Liðanum
hjartaliga tillukku við
teimum 95 og Harrans
signing í tíðini sum
kemur.
i
[za
i 1 ? ? 2
Sjónleikurin Pelle Haleløs, var herfyri framførdur í Íslandi