hósdagur 22. mars 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 36 — 22. mars 1984
Óvist um verkfallið
tíðindablaðið
fær avleiðingar fyri
kelduskattin
Legmaður var við
á fundi við Starvs-
mannafelagið týs-
dagin, men hann
segði, at hann
kendi einki til
málið. Formaðurin
í Starvsmanna-
felagnum sigur, at
landsstýrið hevur
einki gjørt fyri at
loysa ósemjuna
Enn er ikki greitt, um
verkfallið, ið Starvs-
mannafelagið nú eisini
hevur sett at galda fyri
starvsfólkini á Líkningar-
ráðnum og á Skattadeild-
ini, fær nakra ávirkan á
samtíðarskattin.
Hesin skal koma í gildi
1. apríl og starvsfólkini á
hesum stovnunum arbeiða
næstan alt samdegrið fyri
at fáa samtíðarskattin at
koyra.
Landsstýrismaðurin í
skattamálum kundi einki
siga beint eftir degurða
ígjár.
— Vit kunnu einki siga,
um verkfallið fær nakrar
avleiðingar.
Var tað einasta Tor-
bjørn Poulsen segði.
Spurdur, um lands-
stýrið hevði tosað saman
um spurningin, og megu-
liga við leiðsluna á Líkn-
ingarráðnum, sigur Tor-
bjørn Poulsen bert, at
landsstýrið tosar dagliga
saman, og tað hevdu
landsstýrismenninir eisini
gjert í gjár. Skiltist.
Ikki sett seg inn í
málið
Tað var eftir ein óformell-
an fund við landsstýrið
týsdagin, at Starvs-
mannafelagið avgjerdi at
víðka arbeiðssteðgin.
Á fundinum týsdagin
var Pauli Ellefsen, leg-
maður, sum annars um-
situr arbeiðaramál og len-
armál, fyri fyrstu ferð á
fundi.
Ernst Hansen sigur, at
tað einasta Starvsmanna-
felagið fekk at vita frá løg-
manni var, at hann hevði
ikki fingið sett seg inn í
málið
Og tí kom einki burtur
úr fundinum.
— Starvsmannafelagið
hevur alla tíðina víst vilja
til at fáa eina loysn í
ósemjuni, meðan einki
ítekiligt er komið frá
landsstýrinum, sigur
Ernst Hansen.
Hann upplýsir, at síðsta
hósdag hevði umboð fyri
Starvsmannafelagið fund
við landsstýrið. Tá lovaði
landsstýrið at felagið
skuldi frætta aftur
fríggjadagin. Og tí hevði
felagið vónir um at nakað
fór at henda. Men ikki fyrr
enn fríggjadagin kl. 17
frætti Starvsmannafel-
agið úr landsstýrinum. Og
boðini vóru tey, at tað
kom einki fyrr enn mána-
dagin. Men mánadagin
kom heldur einki fyrr enn
út móti kveldið. Tá part-
arnir tá mettust, fekk
Starvsmannafelagið bert
at vita, at landsstýrið
legði málið aftur fyri
nevndina í felagnum.
Gerðarætturin
Annars hevur landsstýrið
— ella fulltrúin í lenarmál-
um — tosa um at seta ein
gerðarrætt. Hesum var
Starvsmannafelagið ímóti,
tí felagið sigur, at hann er
ætlaður til at tulka ósemj-
ur um sáttmálan. Men tað
er ikki tulkingar í sátt-
málan, ósemjan snýr seg
um. Hon er uppstaðin, tí
landsstýrið er farið uttan
um sáttmálan millum
Starvsmannafelagið og
landsstýrið.
Ernst Hansen sigur, at
landsstýrið heldur fram
við at tosa um gerðarrætt,
men leggur upp til, at
Starvsmannafelagið skal
seta hann.
— Vit spyrja bara, hví
landsstýrið ikki tekur stig
til at seta gerðarætt, sum
landsstýrið tosar um,
sigur Ernst Hansen.
Gongdin
Gongdin í málinum er í
stuttum hon, at síðsta ár
sekti Telefonverkið eftir
einum kaðalmeistara, sum
er undir såttmålaøkinum
hjá Starvsmannafel-
agnum. Men ein byggi-
freðingur var settur sam-
bært sáttmálanum hjá
Byggifreðingafelagnum.
Hesum mótmælti
mer Á
+
mm
fig
FDM, Forenede Danske Motorejere, hevur fingið
eina tekniska kanningarstød i Føroyum. Hon er
skipað í samvinnu við Jógvan Hans Joensen, sum
hevur ein bilverkstað í Hornabo.
Við nýggju kanningarstoðini kunnu teir um
1000 FDM-limirnir fáa storri ágóða av limaskap-
inum enn blaðið MOTOR, ið teir fáa sendandi.
Á FDM-kanningarstødini kann bilurin eftir-
kannast og FDM-limurin kann fåa eitt sokallad
bruktbilasyn. Harafturat ber til at fåa motorin
Starvsmannafelagið og
landsstýrið gav Starvs-
mannafelagnum viðhald,
og heitti á TFL um at fáa
hetta broytt. Hetta gjerdi
TFL ikki, og landsstýrið
segði mannin upp. Men
dagin fyri at maðurin
skuldi fara úr starvinum,
fekk álitismaðurin á kaðal-
deildini og Starvsmanna-
felagið at vita, at nýtt
starv var gjert til byggi-
frødingin.
Hetta kundi Starvs-
mannafelagið ikki
góðtaka, og spurdi lands-
stýrið, hvar kavalmeist-
arin bleiv av.
Starvsmannafelagið me-
tir, at landsstýrið og TFL
er farin uttan um sátt-
málan hjá Starvsmanna-
felagnum. Í hesum sam-
bandi hevur felagið eisini
víst til grein 2 í sátt-
málanum sigur:
„Í sáttmálaskeiðinum
mugu ikki gerast aðrir
lenarsáttmálar um tey ar-
beiðseki, ið hesin sáttmáli
umfatar, enn teir, ið longu
eru, og teir, ið eru av-
talaðir, og sum eru upp-
settir í notati, ið partarnir
hava undirskrivað í
sambandi við henda sátt-
mála, uttan at semja fyrst
er fingin um hetta millum
Starvsmannafelagið = og
hin fakfelagsskapin, ið
sáttmáli er ætlaður
gjørdur við<É.
Men Starvsmannafel-
agið varð ikki eftirspurt.
jo-mo
kannaðan við motor-málitólum og har eru annars
el-mátitól, bremsu-mátitól og tól at kanna stýri-
skipanina við. Talan er í nógvum forum um nýggja
útgerð.
FDM kann nú veita tríggjar tænastur í Foroyum
— ta teknisku, logfroðisliga hjálp og upplýsingar
um bilferiur otl.
jo-mo
SU
tekur
undir
við LFÚ
Sosialistiskt Ung-
mannafelag tekur
undir við ynskinum hjá
Landsfelag feroyinga í
útbúgving um at tær
40 mill. kr., sum koma
inn sum meirskattur
frá ungfólki, at tær
koma teimum ungu til
góða.
SU hevur gjert eina
yvirlýsing, ið er soljóð-
andi:
ÞÁ fundi 18.3.84
hevur Sosialistiskt
Ungmannafelag sam-
tykt at taka undir
vid yvirlýsingini frá
Landsfelag førovinga í
útbúgving sama dag,
har LFU m.a. skjýtur
upp, at tær 400 mill
kr., sum verða kravdar
í meirskatti frá fer-
oyskum ungdómi og
fólki í útbúgving, tá
samtíðarskatturin kem-
ur í gildi, verða settar
av til umleggingarskip-
anir, Húsalánsgrunnin,
kollegiubygging, út-
búgvingarstuðul, und-
irvísingartilfar og
familjupolitikk«.
Bådir
afturvaldir
Havnar Handverkara-
felag hevði aðalfund
fyri stuttum.
Tveir nevndarlimir
vóru á vali. Bæði
George Niclasen og
Antonius Antoniussen
vórðu afturvaldir.
Hinir nevndarlimirnir
eru Hegni Hejgaard,
tormaður, Alfred Hof-
gaard, næstformaður
og Andreas Joensen.
Aðalfundurin sam-
tykti tríggjar smærri
lógarbroytingar. Hvíl-
andi limir hava ikki
goldið limagjald. Nú
kunnu teir halda fram
við at gjalda til lívs-
tryggingina hjá fel
agnun
2
Eisini hevur felag!
gjaldingarstaði
broytingin sigur nakat
um, hvat peningur fel
agsins skal brúkast til
Síðan á nýggjárinum
hevur Havnar Hand-
verkarafelag saman við
Feroya Handverkara-
felag havt fastan skriv-
ara. Tað er Høgni Høj-
gaard, formaður í
Havnar og næstfor-
maður í Feroya Hand-
verkarafelag. Skrivara-
Síða 3
starvið er ikki knýtt at
formansstarvinum í
HHF. Felegini hava í
fleiri ár havt í umbúna
at fáa fastan skrivara
burtur av. Og tað er
meira enn ár síðan at
heitt varð á Hegna um
at átaka sær hetta
starvið. Framman-
undan varð starvið
rikið av eðrum manni
sum frammihjástarv.
jo-mo
Formaðurin
heldur
fram
Sandoyar sýslu Javn-
aðarfelag, ið hevði aðal-
fund fyri stuttum,
hevur havt nevndar-
fund fyrst í vikuni. Á
nevndarfundinum ski-
paði nevndin seg við
Kristian Hejsted sum
formanni. Hann var
eisini formaður framm-
anundan aðalfund-
inum. Nevndin hevur
valt Torbjørg Djur-
huus til næstformann
og Óluvu Jensen til
skrivara og kassa-
meistara. Hinir
nevndarlimirnir eru
Tórálvur M. Olsen,
Ludvig Johannesen,
Elisabeth Joensen og
Hanus Lognberg.
.
Tveir
, .
nyggir
nevndar-
. .
limir
Føroya Maskinmeist-
arafelag hevði årsadal-
fund seinasta friggja
i Pveir nevndar
Joensen
Hadal vaidir
tiltakslimir valdi í
fundurin Andreas
Jacobsen og Hjalmar
N. Poulsen. Hinir
tríggir nevndarlimirnir
eru Atli Jensen, for-
maður, Eli Davidsen,
næstformaður og Júst
Skarðenni. Í maskin-
meistarafelagnum eru
um 450 limir. 45 vóru á
aðalfundi.