Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 1984síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 23 Nr. 37 — 24. mars 1984 A— sjónvarpsfelagið Leygardagur 24. mars 15,00 Ítróttur 19,30 Geg og Gokke 19,55 Sjónvarpstíðindi 20,25 Fólk og maskinur 2 21,05 Eldorado 22,05 Ein góður dagur at doyggja am. filmur 00,15 Liðugt Sunnudagur 25. mars 15,00 Ein maður og hansara cembalo 15,45 Sangleta við streingjakórið á Glyvrum 16,15 Gudstænasta 17,15 4-sýningin 19,10 Skínandi akfer 19,30 Djórafilmur: Flogmús 20,00 Geg og Gokke 20,20 Borneo Longhouse 20,50 Gamla Danmark 7 22,30 Liðugt arbeiði 23,40 Andakt 23,45 Liðugt Mánadagur 26. mars 19,30 Sjónvarpstíðindi og listskoyt- ing úr Eldorado Leygarkveld kl. 21,05 Jørgen Mylius leggur til rættis. Vit síggja og hoyra ta vekru Marilyn, sum í veruleikanum er ein maður í kvinnuklæðum. Marilyn er ein bretskur sangari, sum syngur „Calling your name«. Harumframt luttaka tann týska Nena við >Frage Zeichen< og tann danski bólkurin Void, sum fyri fyrstu ferð er í sjón- varpinum. Hann framferir >Peanut Ambition«. Vit síggja eisini breðurnar Olsen sum spæla >Neon Madonna<. Og á video eru Bette Midler og Mich Jagger, sum saman syngja »Beast of Burdel«. Ein g6dur dagur at doyggja Leygarkvøld kl. 22,05 Hetta er ein amerikanskur filmur frå 1970 vid ti heimskenda leikaranum, Dustin Hoffmann i hevuðsleiklut- inum. Hetta er filmurin um tann 121 ára gamla, Jack Crabb, sum sigur frá lívi sínum í >The Wild West«. Er hann ikki ein lygnari, so er hann tann gloymda hetjan i USA. Søga hansara fevnir nevniliga um nærum alt. Indianararnir tóku hann sum fanga, tá hann var pinkulítil. Seinni fekk hann tokka til eina unga hvíta kvinnu. Hann gjerdist byrsumaður og seldi falskan heiligvág. Hann var við Curster herovasta, tá hann stríddist ímóti Cheynne-indianunum. Filmurin snýr seg í høvudsheitum um, hvussuleiðis teir amerikonsku indianararnir vórðu niðurbardir. Um Crabb, sum ikki ynskti at vera við í tí stríðnum, m.a. tí hann eina tíð sjálvur var indiani. Filmurin hevur fingið sera góða umtalu og hevur eisini heiti eftir einum indjanskum orðataki: >At tað eru dagar, har tað er gott at doyggja«. Ein madur og hansara cembalo Sunnudagur kl. 15,00 Tann 28 åra gamli Lars Ulrik Mortensen spældi við bólkinum Culperpers Orchard, tå hann gekk å studentaskula. I dag er hann kendur sum ein framúrskarandi cemballist- ur. Hann spældi herfyri i Børssalinum í Keypmannahavn og sjónvarpið var á staðnum. Vit hoyra hann spæla verk eftir Frescobaldi, Hándel, Mattheson og Bach. Eisini er samreða við Lars Ulrik Mortensen, sum kemur úr Jútlandi. Skínandi akfør Sunnukveld kl. 19,10 Í dag eru tað nógv fólk, sum brúka óvanliga nógva tíð og pening til at varðveita teir gomlu amerikonsku bilarnar = »dollargrinini«. Hesin áhugin ella hobby, sum onkur nevnir tað, hevur at gera við ein stíl og ein máta at liva uppá. Hetta kemur serstakliga til sjóndar, tá teir amerikonsku bilanir frá 50-unum verða poleraðir. Sjónvarpið hevur tosað við nakrar av teimum, sum eiga hesar bilar og meta teir sum síni egnu »børn«. Borneo Longhouse Sunnukveld kl. 20,20 Vit skulu síggja ein sera áhuga- verdan film um lívið í teimum sera kendu langhúsunum á oynni Borneo í Indonesia. Hesi langhús virka sum eitt sjålvstødugt samfelag. Men stjórnin er ikki so fegin um henda gamla liviháttin longur, tí hann minnir ikki sert um eitt slag av kommunismu. Men Borneo er yvir- hevur rakt av spjaðing og upploys- ingini, hvat teirri gomlu mentanini viðvíkur. Gamla Danmark Sunnukveld kl. 20,50 Paul Hammerich heldur fram við sínum frálíku og áhugaverdu frá- greiðingunum um tað gamla Danmark frá 1945 til 1975. Í hesum partinum, ið er tann sjeyndi (tíggju eru íalt), síggja og hoyra vit um tíðar- skeiðið 1957-64. Tað ber heitið: >Gerið góðar tíðir enn betri<. Vælferðarsamfelagið, har ov mikið er til av ellum, fær nýggj statuseyðkenni. Bilurin verður triðja rúmið í bústaðnum. Bygdar vórðu ferjur, bilbrúgvar og motorvegir. Parcelhúsfólkið er beint í helunum á bilunum. Øll skuldu hava egið hús og bilurin var loysnin, tá fólk eisini skuldu hava hús á landinum. Men framhaldandi arbeiði í býnum. Lenin vaks og arbeiðstíðin styttist. Fimmdagavikan og ekta frítíðin gjørdi frítíðina til størsta idnadin eftir kriggid. Og å prestagardinum i Tjæreborg varð stødid lagt til eina heimsumfevnandi frítíðarmentan — charter. I norðara partinum av Danmark skuldi Grønland broytast frå veidu- samfelagi til eitt nutimans fiski- vinnusamfelag. Hetta hendir undir danskari leidslu medan grønlend- ingar eru heilt passivir. Mong viður- skiftini vóru broytt til tað betra, men avleiðingarnar vóru m.a. tær, at munur varð gjørdur á lenunum hjá grenlendingum og denum. Tað var neistin, sum tendraði í politiska medvitið hjá grenlendingum. Viggo Kampmann (s) kom væl frá valinum í 1960. Men tað var Aksel Larsen sum varð miðdepilin. Hann varð koyrdur úr DKP og stovnaði SF. Tað hevði eina framúr góða byrjan.