Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. apríl 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 41 — 3. apríl 1984 tíðindablaðið Sosialurin Síða 3 Hvørki bankar ella Sambært sáttmál- anum skulu lenir gjaldast gjøgnum løngjaldsstovur, har slikar eru. Løn- gjaldsstovurnar skulu ikki verða við sviðið soð, sigur Jógvan Sundstein Hverki Sjóvinnubankin, Feroya Banki ella arbeiðs- gevarar, Sosialurin hevur havt samband við, kenna til meguleikarnar, ein len- gjaldsstova hevur, nú Samtíðarskatturin fer at virka. Eingin av hesum kennir til ta petti í leiðbeiningini, skattamyndugleikarnir hava sent út, har sagt verður, at ein lengjalds- stova kann vera eitt mill- umlið: „Eisini í nýggju skipan- ini skal vera gjerligt at varðveita lengjaldsstov- urnar. Arbeiðsgevarin kann eftiravtalu við lengjalds- stovuna lata henni lenar- listan saman við brutto- upphæddini til útgjalding- ar, og soleiðis lata len- gjaldsstovuna koma inn sum millumlið. Lengjalds- stovan gongur tá inn sum ávísingarskydugur ístaðin fyri arbeidsgevaran og yvirtekur skyldu hansara at avrokna lenina sum ásett í lógini. Lengjaldsstovan kann tá eins og frágreitt framm- anfyri velja ímillum at á- visa nettoupphæddina beinleiðis á konto lentak- arans ella at biðja um at fáa peningin aftur til kon- tant útgjald.. Eina slíka skipan hevur Vestmanna Lengjald- stova, sum arbeiðararnir og handverkarnir eru í felag um, gjert avtalu við Feroya Sparikassa um. Men tá er tað, at bank- arnir leggja seg í millum og skriva til arbeiðsgev- ararnar, at teir halda, at tað er ein sjálvfylgja, at bankarnir, sum virkir og arbeiðsgevarar hava rakstrarkredittir hjá, eisini eru avrokningar- stað. Lengjaldsstovan hevur fyrireikað seg til hesa skipanina og hevur latið prentað skjel til arbeiðs- gevararnar at fylla út. Sparikassin hevur eisini fyrireikað seg til hesa skipanina og sett tól upp í tí sambandi. Ynskir góða sam- arbeiðsandan aftur Sosialurin hevur tosað við Niels Olsen, sum hevur løngjaldsstovuna i Vest- manna um hendi. Hann sigur, at teir hava gjørt alt klárt og prentað skjel, ið hann nú fer at geva arbeiðsgevarunum. Ann- ars sigur Niels Olsen: — Fyri at fáa tann góða arbeiðsanda aftur millum lengjaldsstovu og pen- ingastovnarnar og millum arbeiðsgevararnar og løn- gjaldsstovuna er uppskot mitt, at bankarnir siga vid arbeiðsgevararnar, at vit hava biðið um nakað, sum vit ikki hava rætt til, og at arbeiðsgevararnir siga við tey feløg, ið Vestmanna Lengjaldsstova umboðar, Vestmanna Arbeiðara- felag og Vestmanna Handverkarafelag, at vit hava noktað tykkum nakað, ið tit eiga rætt til. Annars upplýsir Niels Olsen, at allar lenir fyri mars mánað vórðu av- greiddar leygardagin, tá løngjaldsstovan hevði opið. Vísir til sáttmálan Sosialurin hevur eisini vent sær til Jógvan Sund- stein, sum var ein limur í stýrisbólkinum, ið hevur fyrireikað samtíðarskatta- skipanina. Harafturat er hann grannskoðari. M.a. fyri nógv tann stersta arbeiðsgevaran í Vest- manna, Vestmanna Fiska- virkið. Hann sigur, at sjálvandi kann ein og hver hava sína meining um lengjalds- stovur, men sambært sátt- málanum millum arbeiðs- gevararnar og lentakara- felogini skal lenin gjaldast gjøgnum lengjaldsstov- urnar, har slíkar finnast. — Undir tí politisku við- gerðini av kelduskattinum var semja um, at len- gjaldsstovurnar = skuldu ikki verða við sviðið soð. Tað var ikki ætlanin, at samtíðarskatturin skuldi framskunda eina avviklan av løngjaldsstovunum, sigur Jogvan Sundstein. Um aktuellu støduna i Vestmanna sigur hann, at tað snýr seg um eina kapp- ing millum peningastovn- arnar og at Sparikassin er handikappaður, tí bank- arnir veita rakstrar- kredittir. — Nú er tú grannskoð- ari hjá Vestmanna Fiska- virki, hvat mælir tú virk- inum til? — Eg kann ikki mæla til nakað, tí tað er ikki ein grannskoðaraspurningur, men ein arbeiðsgevara- spurningur. jo-mo Svar til nakrar arbeiðsgevarar i Vestmanna Niðanfyristandandi verður ikki skrivað fyri at leggja meg út í nakað blaðtjak, men tí at eg haldi, at brævið frá nekrum arbeiðsgevarum í Vestmanna í Dimmalætting leygardagin 31. mars ikki skal standa ósvarað. Tá vit nú 1. apríl skuldu fara yvir til samtíðarskatt, gjørdi løngjaldstovan tíðliga í mars eitt rundskriv, sum segði arbeiðsgevarunum, hvussu vit ynsktu lenútgjald- ingina at verða í framtíðini. Til hetta rundskriv svaraðu fleiri av arbeiðsgev- arunum, at teir ikki tordu at lata løngjaldstovuni pen- ingin, tí teir óttaðust fyri, at hetta kom at fáa fylgjur fyri kreditviðurskifti teirra. Hvussu teir eru komnir til hesa niðursteðu er ikki ringt at hugsa sær til, tá ein veit, at bankarnir hava vent sær til arbeiðsgevararnar fáar dagar frammanundan, Feroya Banki bert munnliga, men Sjóvinnubankin skrivliga. Munnu boð bankanna ikki hava verið ein hóttan (meira ella minni), tá arbeiðs- gevararnir nú knappliga eru vorðnir ræddir? Haraftrat hevur tað ikki hald í veruleikanum, at løn- gjaldsstovur bert kunnu fáa nettolen ávísta til útgjald- ingar, tí í teirri leiðbeining, sum er gjerd til peninga- stovnarnar og teir almennu stovnar, sum hava við hetta at gera, stendur skilliga, at lengjaldstovan hevur megu- leika at koma inn ímillum arbeiðsgevaran og eitt av- rokningarstað, soleiðis at lengjaldstovan fær brutto- upphæddina og síðan ávísur hana til eitt avrokningar- stað, har skatturin verður tikin burtur av. Hví Líkningarráð Feroya ikki hevur gjert hetta greitt fyri arbeiðsgevarum veit eg ikki, men eg haldi, at um ein arbeiðsgevari ringir til líkningarráðið og spyr, hvussu vorðið er, so átti hann at fingið eitt greitt svar. Um tann arbeiðsgevari, ið her verður sipað til, fekk eitt greitt svar, veit eg av góðum grundum ikki, men hevur hann fingið tað, so er heilt skilligt, at tað er bankin, sum forðar virkinum í at nýta lengjaldstovuna. Men fekk arbeiðsgevarin sama svar, sum eg og fleiri hava fingið, so var tað bert eitt uttanumtos, sum ikki hevur greiði á nekrum, men heldur flekir tað. Vegna Vestmanna lengjaldstovu Niels Olsen ; Ternan livs- arbeidsgevarar kenna |hættislig til leiðbeining Skopunar- fjørð Skipasýnið: Ternan Í hevur ikki loyvi til Sandoyarsigling. Kommunurnar í Sandoynni mótmæla ætlanini hjá SL Tróndur í Skopunar havn. Felagskommunalur fundur heitir á myndugleikarnar um at fáa hann at sigla hvort kveld — Ternan verður mett lívshættislig at fara um Skopunarfjerð við, meta bygdaráðini í Sandoynni. Felagskommunalur fundur hevur verið í Sandoynni um ferða- ætlanina í oynna í summar. Komm- unurnar hava fingið at vita, at Strandferðslan ætlar at seta, gomlu Ternuna í rutusigling í Sandoynna. Hesum mótmæla bygdaráðini í semju. Bygdaráðini siga, at teimum kunnugt hevur TErnan ikki loyvi frá Skipasýninum at sigla hesa farleiðina. Annars heita teir sekstan bygdaráðslim- irnir, ið hava undir- skrivað brævið, á av- varandi myndugleikar um at skipa so fyri, at tænastusteðið í rutu- siglingini í Sandoynna ikki verður lægri í summar enn tað var seinasta summar. Í hesum sambandi ynskja bygdaráðini, at Tróndur eisini siglir túrin klokkan hålvgum átta á kveldi allar dagar í viku. Harafturat mælir fel- agskommunali fund- urin til at lata Smyril ella Teistan sigla tveir túrar í viku millum Havnina og Sand og at Sandoyggin fær reglu- ligt samband við Suðuroynna minst einaferð um vikuna báðar vegir. Eisini kundu bygda- ráðini i Sandoynni hugsað sær, at summ- arferðaætlanin hevði gildið longu frá 1. apríl og til endan í oktober. Hevur ikki loyvi Torleiv Hoydal, stjóri á Skipasýninum, váttar, at Ternan Í ítann gamla Ternan, ið áður sigldi um Leorvíks- fjørdå) hevur ikki sigl- ingarloyvi til Sand- oyarsigling. Hann upplýsir, at Strandfaraskip Lands- ins hava sekt direkto- ratið fyri Statens Skibstilsyn um loyvi til hesa siglingina. Enn er endaligt svar íkki komið. Meira kann hann ikki siga um hetta málið. Men sum eina við- merking til eitt lesar- bræv, ið var í Sosi- alinum 8. mars, sigur Torleiv Hoydal, at Ternan beinanvegin fekk loyvi til sigling millum Lorvik, Klaks- vík, Fuglafjorð og Havnina, tá hon kom. Í lesarbrævinum varð sagt, at hon slapp akkurát at sigla hesa farleiðina. Hetta er ikki rætt. Hetta loyvi fekk hon beinanvegin. jo-mo