týsdagur 3. apríl 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 41 — 3. apríl 1984
Nýggjur ítróttur i Føroyum:
tíðindablaðið
Útlop fyri bæði
gentur og drein-
gir
Nýggjur ítróttur í Foroyum er útlop. Hesin nýggi ítróttur hevur
vunnið frama millum ungdóm í Havn eftir at nýggja svimji- Hesi vandu íútlopi tað kvøldid, Sosialurin vitjaði
høllin í Gundadali yard bygd, Hendan hollin geyur góðan megu-,,
leika til nýggja ítróttin
Útlop ella kaving er
nýggjur ítróttur her á
landi.
Fyrstu ferð vit fingu
hevi at síggja tað her var
tá donsku meistararnir
Dennis Nybro Serensen
og Claus Thomsen vóru
her og royndu kynstur síni
í samband við at nýggja
svimjihellin í Havn varð
tikin í nýtslu í desember
1982.
Síðani tað eru nekur
ungfólk í Havn farin í holt
við at íðka hendan ítrótt.
Tey eru limir í Havnar
Svimjifelag, har tey hava
eina undirdeild, ið tekur
sær av útlop.
Men háost tað eru limir í
Havnar Svimjifelag, sum
venja í útlopi, so er tað
ikki neyðugt at duga so
væl at svimja, siga teir
báðir Øssur Merk og
Jákup Hjaltalin í samreðu
við Sosialin.
— Vit seta bert tað treyt
at viðkomandi dugir at
svimja longdina í svimji-
hylinum (25. m. blaðm.),
siga teir.
Í útlopi verður ikki gjert
so nógv av at svimja. Tað
verður beri svomið inn til
kantin aftur.
Jákup Hjaltalin heldur
fram, at teir ætla at gera
nógv við at venja tey
ungu. Einki aldursmark er
fyri at kunna luttaka í
venjingini í útlopi, bert
tað við at duga at svimja
longdina í tí stóra
hylinum.
Vant hevur verið í
hesum ítrótti í gott og væl
eitt hálvt ár, og hevur tað
verið hampuliga góð
undirteka. Í letuni luttaka
eini 10-15 í venjingini,
men fleiri hava verið, sum
tó eru givin. Tað, at
svimjihellin var stongd í
longri tíð fyrst á árinum,
hevur eisini havt ávirkan
á luttakaratalið.
Ikki eru tað bert dreing-
ir, ið venja í útlopi, hóast
onkur kundi hildið tað.
Hetta kveldið, Sosialurin
vitjaði í svimjihellini,
vóru tvær gentur og
vandu, men tað hava verið
fleiri, segdu tey.
Tað eru Øssur Mørk og
Jákup Hjaltalin, sum
standa fyri venjingini.
Teir hevdu ikki lært nakað
í útlopi, tá teir byrjaðu, so
venjingin hevur kanska
verið nakað tilvildarlig í
byrjanini. Men nú hava
teir so verið í Danmark
hjá AGF í Árhus í tvær
vikur og lært um útlop, og
meta teir seg nú at vera
væl betur fyri at læra frá
sær um útlop.
Meguleikar eru at venja
útlop tríggjar ferðir um
vikuna. Týskveld, hós-
kveld og leygarmorgun
kann venjast í tveir til
tríggjar tímar, men higar-
til hevur bert verið vant í
ein tíma hvenn dag, av tí
at luttekan hevur verið so
avmarka.
Í framtíðini er tó ætlan-
in at býta venjingina upp í
tríggjar bólkar. Ein við
nýbyrjarum, ein vø
teimum, sum eru sloppin
av við byrjunartrupulleik-
arnar og ein bólk við
teimum, ið eru komin
longst, og meguliga
kunnu luttaka í kapp-
ingum og framsýningum.
Men sum er venja øll í
senn, bæði tey, ið júst eru
byrjaði og tey, ið hava
verið við leingi.
Umsteðurnar at venja
útlop eru av teimum allar-
bestu í svimjihøllini i
Havn. Donsku útleyp-
ararnir, sum Ýoru her tá
høllin varð innvigd, segdu
at hetta vóru bestu >vipp-
ur«, sum teir høvdu lopið
út frá.
Havnar Svimjifelag
hevur samstarv við
danska felagið AGF, og
meguliga kom aútleyparar
frá AGF til Feroya at
vitja í summar, siga teir
báðir Øssur MØrk og
Jákup Hjaltalin at enda í
samreðuni við Sosialin.
Venjingin í útlopi er
sum sagt týskveld og
hóskveld kl. 21,00 og leyg-
armorgun.
Ossur Mork og Jákup Hjaltalin eru venjarar