hósdagur 5. apríl 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Súklan
Vit kunngera navnið á vinnaranum í kom-
andi leygardagsblað.
Tíðindablaðið Sosialurin
Telefonsjálvval til
útlond
Lond komin afturat
4. apríl 1984 verður sjálvval fingið í lag til Algier, Australia,
Egyptaland, Iran, Ísrael, Jordan, Libanon, Libya, Marokko,
Sýria og Tunis.
Samtalur úr Føroyum til felagar við fult sjálvvirkandi tele-
fonum í hesum londum fáast soleiðis í lag:
Til Veljið
Australie ...........009 61 Við gkisnummarinum hjá
Egyptaland .........009 20 móttakarinum skoyttum
rem ........eeeere009 98 uppiuttan inngangs-nullid
Israel .....…+-s+0+009 972 og so nummarinum hjá fel-
Jordan „er...009 962 aganum skoyttum uppi.
Algier .............009 213 Við nummarinum hjá felag-
Libanon... +++009 961 anum skoyttum uppi.
Samtalugjaldid fyri sjålvvaldar samtalur til Algier, Marokko
og Tunis verdur 1,00 kr. fyri hvørji 7,5 sekund ella 8,00 kr.
fyri minuttin og til hini londini 1,00 kr. fyri hvørji 5 sekund
ella 12,00 kr. fyri minuttin alt samdøgrid. Samstundis verdur
samtalugjaldid fyri telefonistavgreiddar samtalur broytt til
13,00 kr. fyri minuttin alt samdegurið. Til Algier, Marokko
og Tunis stendur samtalugjaldid, 8,00 kr. fyri minuttin alt
samdøgurid, kortini óbroytt við.
Samtalugjaldið byrjar
Bæði fyri sjálvvaldar og telefonistavgreiddar samtalur
geldur, at samtalugjaldið byrjar, tá móttakarin svarar. Fyri
sjálvvaldar samtalur verður einans goldið fyri tíðina, tosað
verður. Samtalugjaldið fyri telefonistavgreiddar samtalur er
fyri hvønn byrjaðan minutt. Minsta gjaldið er fyri 3 minuttir.
Sjálvval er bíligast.
Upplýsingar um telefonsjálvval til útlond
Fleiri upplýsingar um sjálvval til omanfyri nevndu lond og
uttanlandasjálvval fáast annar hjá 0013.
Vinarlig heilsan
Teletrafiktjenesten
Post- & Telegrafvæsenet Telefonverk Føroya Løgtings
FØROYSKA LANDSLIDID —
TU OG EG!
TF: |
ET
í ba
FOLKA '84
LANDSKAPPING
Hesi vunnu við siðsta drátt:
Walkman frá UM-handlinum Vis at ty hev
P Mið 2
Jósvein Jacobsen, Klaksvík
Stór planta frá ta. P. á Hædd
6gvan petersen Sorvsgur Skal tú vinna til dráttin 29. april?
forst dencedem— Gui 200 metrar hvønn dag!!
ning
Svimjisambandiå
=
x
Á
Taxakoyring fyri brekað
í Havn
Tann specialbygdi bussurin, ið Meginfelag teirra brekaðu —
MBF — hevur keypt, fer nú at virka frá 4. apríl.
Tórshavnar býráð hevur samtykt at reka bussin, og fer
hann at koyra út frå brandstødini.
Bussurin er serliga ætlaður
1. Fólki í rullustóli
2. llla gongdum, ið ikki lættliga sleppa í vanligan buss ella
bil
3. Blind ella sjónarbrekað
4. Eftir áheitan frá stovnum.
Tey, ið meta seg at lúka treytirnar fyri at gera nýtslu av
bussinum eiga at venda sær til egnan kommunulækna og
fáa hann at skriva eina váttan, ið skal vísast fram, tá ið
koyrt verður.
Gjaldingin fer fram á sama hátt sum í býbussinum annað
hvert við vanligum busskorti ella 10-tåra korti. Pengar
verða ikki tiknir í hondina.
Fyri at fáa fatur á bussinum verður ringt á brandstødina
tif. 14881 og biðið verður um túr.
Í dagtímunum vanligar gerandisdagar kemur bussurin
beinanvegin, um hann er tøkur. Verður bussurin ynsktur á
kveldið — um nåttina — leygar- og sunnudag verður bidid
um túrin í góðari tíð frammanundan t.d. mánadag-fríggja-
dag frå kl. 8,00-16,00 á nevnda tlf. nr. 14881.
Teir stovnar, ið skulu nýta bussin venda sær sjálvandi
eisini til brandstødina og bíleggja túrar. Treytirnar fyri at fáa
bussin eru tær somu sum hjá einstaklingum.
Stovnurin fær so aftaná rokning fyri koyringina frá
sosialu deild býráðsins.