Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 1984síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í dag 5. apríl verður Sámal Heldarskarð vanliga rópt- ur Sámal hjá Oyra-Kris- toffur ella Sámal í Búð unum í Klaksvík 75 ár Foreldrini at Sámal vóru bæði av Norðoyri. Oyra-Kristoffur var føddur og uppvaksin millum Garðarnar á Norð- oyri meðan kona hansara Malena var ættað úr Niðristovu á Norðoyri. Í 1929 giftist Sámal við Hannu dóttir Sigrid og Johannes í Búðunum. Tey búsettust í Búðunum og ta yngra ættarliðið hevur tí kallað hann Sámal í Búðunum meðan tey eldru ofta róptu hann Sámal hjá Oyra-Kristoffur. Sámal veit nógv frá einum longum lívi við skiftandi tíðum. Hann veit bæði um góðar og vánaligar tíðir. Um tíðir tá friður ráddi og um tíðir tá bæði himmal og hav støde í ljósum loga og bardagi millum lond sett sín óhugnaliga dám á til- veruna bæði á sjógvi og landi. Sámal hevur upp- livað tær stóru broyt- ingarnar í føroyska sam- felagnum. Hann livdi við í hesum broytingum — var sjálvur við til at fremja hesar broytingar við at leggja tryggar lunnar undir framburðin her á landi. Sámal hevur eitt sera gott minni og dugur heilt óvanliga væl at siga frá tilburðum honum hava verið fyri. Og hesir eru bæði nógvir og áhuga- verdir. Hann veit at siga frá hendingum undir fyrra heimsbardaga. Td. tá hann sum smádrongur á Norðoyri saman við javn- aldrum var úti á týskum kavbáti sum var komin inn á Borðoyavík at umvæla eitt brek. Ørindini hjá Sámal og hinum var at heita á kavbátamann- ingina um at kava og kom uppaftur tá teir fóru út aftur av Víkini. Hetta gjerdu teir. Burtur úr hesi kavbáta- vitjan spurdist annars ein stuttlig sega. Segan sigur, at tá oyramenn, sum teir fyrstu komu út til kav- bátin, kom ein týskur her- maður upp at heilsa teimum. »Germany« segði tyskarin. Men tå søgdu oyramenn kortanei. Hetta eru ikki gerðamenn. Teir eru ikki á fótum so snimma á morgni. Vit eru oyramenn. So at siga alla sína tíð hevur Sámal livað og virkað á havinum. Hann fór til sjós sum blaðungur. Bardagaárini var Sámal skipari við Á landsbuktini um mánaðar- skiftið februar/mars í 1938. Tað vóru tvær ódnir við einum millumbili uppá seks tímar. Klaksvíks- skipið Fossanes gekk burtur í tí seinnu ódnini. Sámal hevur sagt mær, at tá tann seinna ódnin leik- aði harðast gjerdi Guddi á Dalunum honum greitt, at hetta var teirra seinasta. Hesum komu teir ikki liv- andi burtur úr. Men Polar- á Nr. 42 — 5. apríl 1984 Sámal Heldarskarð er sogufróður maður, sum veit at siga frá skiftandi tíðum, — bæði teim góðu og vánaligu. Hann telist millum fremstu skilamenn bæði á sjógvi og landi mjerka. Tað var helst teirra bjarging. Seinni fór Sámal við trolara. Hansara fyrsti trolaratårur = var sum stýrimaður hjá Mortan í Hvannasundi við trolaran- um Urd. Leiðin gekk eystur undir Bjarnoynna. Komnir á fiskileið hendi tað at Mortan í Hvanna- skipasløgum og hevur roynt allar veiðuhættir. Talið av útróðradegum, sum Sámal hevur lagt aftur um, er heldur ikki so lítið. Og síðani hann fór um tey sjeyti hevur hann fleiri ferðir verið á norð- havinum. Í 1943 royndi Atlants- farið við gørnum undir Ís- tlantsfarinum. Teir sigldu til Íslands at keypa fisk, og síðan til Bretlands at selja. T.d. var Atlantsfarið í sjónum á veg úr Bretlandi til Foroyar tá klaksvíksskipið Ekliptikka ikki spurdist aftur og sigldu alt strekkið úr Bretlandi til Foroya í kolasvørtum mjørka. Tað var helst teirra bjarging Á ungum árum tók hann skiparaprógv og sigldi síðani sum skipari og stýrimaður við ymiskum skipum og ymiskum trol- arum. Sámal hevur livað og virkað á havinum áðrenn seinna heimsbar- daga, ell bardagaárini og mong mong ár eftir hetta. Sámal í Búðunum ella Sámal hjá Oyra-Kristoffur hevur av sonnum mangt alið kevt sum tikið verður til. Sum stýrimaður á Pol- arfarinum, har Guddi á Dalinum, ið var giftur við mostur hansara, var skip- ari, upplivdi Sámal tær minnuligu ódnirnar í Med- farið reið stormin av. Bardagaárini Sámal sum skipari á At- lantsfarinum. Hendan sigling var sera vanda- mikil. Teir sigldu upp til Íslands at keypa fisk. Hesin fiskur varð síðani fluttur á bretska markn- aðin. T.d. var Atlantsfarið í sjónum á veg úr Bret- landi til Feroyar tá klaks- víksskipið Ekliptikka ikki spurdist aftur. Um hesa hending hevur Sámal sagt mær, at teir vóru eitt sam- degur framman fyri Eklip- tikku, og at teir sigldu alt strekkið úr Bretlandi til Feroyar í kolasvertum sundi gjerdist sjúkur. - sigdli- 'Hann varð settur i land í Noreg har hann doyði. Hóast Sámal ongatíð hevði sæð eitt trol áður, gjørdist hansara fyrsti túrur sum trolaraskipari ein sannur roktúrur. Seinni var Sámal stýri- maður á Trónda í Getu og Eiríki Jalli. Hann var eisini skipari á Barmi. Tá vit síggja burtur frá tí seinasta nýggja í fer- oyskari fiskivinnusegu hevur Sámal roynt alt á hesum eki. Hann hevur roynt á øllum leiðum foroyingar kendu. Hann hevur verið við ellum landi. Ein dagin fingu teir trossan um skrúvuna. Tá vóru ongir froskmenn at heita á. Men Sámal fór sjálvur niður í skrúvholið at fáa trossan av aftur. Hann leyp á bláman. Kom upp at blása nakrar ferðir og so var trossin leysur. Eina ferð tað var sjaskut í veðrinum slóð Sámal út í fullum útbúna. Hóast skipið lá og andevdi upp ímóti ættini megnaði Sámal at bjarga sær inn aftur sjálvur. Skuldi eg skrivað ait tað, suð kundi verið skrivað um Sámal hjá Oyra-Kristoffur, vildi úr- slitið verið ein heil bók Skal eg hinvegin lýsa persónin við fáum orðum má sigast at hann hevur verið eitt reystmenni. Djarvur, raskur og ágrýt- in. Hann telist millum fremstu skilamenn bæði á sjógvi og landi. Sámal er bliddligur og pråtingar- samur og av allar bestu fråsøgumonnum. Hóast Sámal hevur verið nógv burtur alt lívið, so hevur hann kortini havt stóran áhuga fyri samfel- agsviðurskiftum og poli- tiskum spurningum. Politiskt hevur Sámal verið javnaðarmaður tey seinastu 40 árini. Sum slíkur hevur hann verið heilhjartaður, hollur og trúgvur. Sum eg nevndi í fyrst- uni giftist Sámal við Hannu dóttir Sigrid og Jo- hannes í Búðunum. Eftir drúgva sjúkralegu doyði Hanna fyri umleið einum ári síðani. Hetta svárur missur hjá Sámal Hanna og Sámal fingu sjey børn harav tey seks eru á lívi. Sámal gongur til arbeiðis av og á og ofta er hann at síggja á cyklu. Tá er hann á veg til ella frá traðarstykkinum norðuri í Anunum. Har dámar Sám- ali væl tá veðrið er gott Tá eg var yngri rópti eg tey Hannagumma og Sámal-gubbi. Eg fari at enda hesa feðingardags- greinina við at ynskja Såmal-gubba hjartaliga tillukku við teimum 75 ár- unum og vóna at tær verða unt nógv góð ár afturat. Og síðani lati eg skaldið Hans A. Djurhuus siga tað seinasta: var em Tit, sum við ár í hendi so mangan ódnardag á hesum strondum lendu við hógu og góðum lag, tit veiddu fisk av grunni og slitu hungursband, fyri hvønn plink, tit funnu, tit bygdu hetta land. Ein gudssonur