hósdagur 5. apríl 1984síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — Ivamål?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Leikstjórin um >Eitt dukkuheim«:
Vit settu okkum í ein bát
— við handritinum hjá Ibsen. Vit vistu ikki hvat land vit komu til, men halda nú, at vit
eru komin upp á turt, og fara at framfora fyrstu ferð friggjakvøldid, sigur Sveinn
Einarsson, leikstjóri, um sjónleikin, sum verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum
Í letuni verður síðsta hond
legd á venjingar til sjón-
leikin »Eitt dukkuheim«
eftir Ibsen, i Nordurlanda-
håsinum, sum hevur frum-
syning í annað kveld.
Í samreðu við Sosialin
sigur Sveinn Einarsson,
leikstjóri: Um tú vilt vísa
á sannleiksvirði í slíkum
klassiskum verki, sum
Dukkuheimið er, so eru
meguleikarnir fyri at fáa
hetta at eydnast, ájavnt
við at tað miseydnast,
meguleikin er at
verkið ikki kemur til sín
rætt.
— Eg vil siga tað so-
leiðis, at vit vóru nekur
fólk, sum settu okkum í
við handritinum
1
listar
ein bát,
hjá Ibsen.
Vónir okkara vóru at
koma til eitt land hvar
vistu vit ikki. Gjegnum
strævið arbeiðið halda vit
nú, at vit eru komin væl-
bjargað upp á turt og
hava fingið fóta okkum
Sjónleikurin „Eitt
dukkuheim« er í innihaldi
um eina dukku, ið er at
sammeta við leiku, tú
spælir við. Dukkan er ikki
ein sjálvsteðug vera og
heimið er ikki eitt vanligt
heim í fyrstu atlegu. Síðan
hendir tað á pallinum, at
dukkan vaknar og verður
til eitt sjálvsteðugt menn-
iskja, sum ger sínar
royndir fyri at fóta sær —
at finna sín persónleika og
eitt nýtt og betri lív.
Orð og myndir:
Dagny Joensen
Nærum øll vita, at Nora
fer ut, tå leikurin er av,
men lítið og einki hevur
verið gjørt burturúr
Helmer, manni hennara,
sum ikki skilir broyt-
ingina við konu síni. Í týð-
ingini av sjónleikinum í
Norðurlandahúsinum kun-
nu væntast nútíðar-
viðgerð av leikpertunum,
sum ikki hava verið lýstir
áður. Stutt sagt, um hjún-
arbandið í dag, um sjálv-
steðugu leiklutirnir sum
maður og kvinna hava í
samfelagnum, út frá
teimum fyritreytum, at
vit eru uppald og liva í
einum mannsamfelag,
sum hverki menn ella
kvinnur hava biðið um,
men sum er arvur
gjøgnum geldir, ið nú renn-
ur saman um
Sveinn Einarsson sigur,
at tað hevur verið kveikj-
andi at tvær tjóðir hava
arbeitt saman um hetta
mál, og skuldi tað ikki
eydnast fullkomiliga í
hesum mentunnarvirk-
semi, so vónar hann, at
hetta verður spírin til
nærri samstarv frameftir.
Elin Karbeck Mourit-
sen, sjónleikari í Havnar
Sjónleikarfelag, hevur
stórsta leiklutin í Dukku-
heiminum.
Degurðasteðgur í Norðurlandahúsinum:
Elin K. Mouritsen, Sveinn Einarsson, Petur Einarsson, Arni Baldvinsson
(ljósmaður), Laura Joensen og Gundur Mortensen
Frá venjingunum: Krogstad (Birgar Garðarsson) kemur at vitja i »dukkuheiminum« hjá Noru (Elin
Karbeck Mouritsen)
Elin sigur:
— Tað kann verða tor-
fort at fáa sálina við í slík-
um leikluti sum hesum, tí
vit bert hava havt fimm
vikur at venja. Uppruna-
liga vóru avsettar átta
vikur, men av tí at leik-
stjórin gjerdist sjúkur,
bleiv tíðin so knepp. —
Likamliga er lætt at fylgja
við, men tú hómar brádd-
liga — alt meira tú kemur
inn í leikpartin, at tað er
so nógv, sum fjalir seg í
honum.
Hvussu er tað at arbeiða
sum yrkisleikari?
— Fyrsta morgunin eg
fór niðan í Norðurlanda-
húsið at venja, kendi eg
tað sum ringa samvitsku,
at eg ikki ístaðin fór til ar-
beiðis sum vanligt. Síðan
kom eg at hugsa um, at
hetta er eitt arbeiði sum
alt annað.
Upplivingin hevur eisini
verið, at síggja Petur
Einarsson, Borgar Garð-
arsson og leikstjóran, sum
so álvarsliga ganga inn
fyri venjingunum, miðvíst
við redd og likamsvenj-
ing. Hetta hevur givið
mær virðing fyri arbeiðn-
um, sum eg ikki havi kent
áður.
| Sjónleikarhúsinum
havi eg ikki kent uppgáv-
una at geva einum leik-
parti lív, so tyngjandi sum
nú. Minnist bert, at eg við
eldhuga og gleði fór til
pgávuna, uttan tó at
kenna medábyrgd fyri
heildini. Tað er greitt at
leikparturin sum Nora í
Dukkuheiminum setur
stór krev, sum kennast
eðrvísi meira tyngjandi,
men sum kortini er ógvu-
liga gevandi og spennandi
at royna.
Petur Einarsson hevur
leiklutin sum Helmer,
maður Noru. Hann er ís-
lendingur og hevur sein-
astu átta árini arbeitt sum
rektari við Sjónleikarskúl-
an í Íslandi.
Vit hittu Petur Einars-
son í degurðatímanum ein
dagin í Norðurlandahús-
inum. Hann sigur m.a., at
hann hevur verið lærari
hjá Biritu Mohr, sum í
letuni útbúgvir seg til
sjónleikara i Íslandi.
Hann heldur, at tað
verður hugaligt at koma
heimaftur, tí nú skilir
hann feroyskt. Birita
Mohr hevur bert havt
loyvi at tosa íslendskt á
skúlanum, so hon málsliga
er fer fyri at nema sær
hesa útbúgving.
Petur sigur:
— Mest spennandi
hevur tað verið fyri meg,
bert at hava til uppgávu
at fáa skil á leikpartin
Helmer, sum eg haldi
verða áhugaverdan
persón. Áður hevur lítið
verið gjert burturúr
hesum leikparti og eisini
hevur hann verið myndað-
ur sum ein óhugnaligur
persónur.
— Tað er av týdningi
fyri meg, at Helmer fær
meira menniskjansligt
skap. Helmer eins og vit
onnur, hevur verið upp-
aldur í einum samfelag,
skipað av monnum. Hann
hevur ikki biðið um sín
leiklut í lívinum, men
noyðist at virka og taka
slíkar avgerðir, sum sam
felagið setur honum
— Fyri mær er tað
greitt, at vit ell eru menn
iskju, sum áttu at
tikin fyri tað vit eru,
óansæð um tú er kvinna
ella maður
Petur sigur
at enda, at tað hevur verið
áhugavert at
slíkum
verið
Einarsson
arbeiða
umsteðum, sum
tær í Norðurlandahús-
inum, tí tað hevur hann
ongantíð roynt áður
Frumsýningin verður í
annaðkveld og verður
„Eitt Dukkuheim« å
skrånni fram til 11. april.