Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. apríl 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

, 1 kg. av Mackintos'h kara- mellum frå Frants Restorff og 1/2 kg. av frålika Blika-kaff- inum frå Kaffivirkinum i Æðuvík. Nr. 43 — 7. apríl 1984 FAMILJU-BINGO Stuttligt og forkunnugt er tað, at sleppa av landinum at ferðast. Men minni stuttligt og forkunnugt er tað ikki at ferðast í egna landi okkara. Ferðing er ikki tað, vit hava bestu stundir til. Tí verður ofta í skundi farið uttanlands, tá hevi býðst. Val av feroyskum ferðamáli er fyri feroy- ingar ofta torferari at taka steðu til enn ferðamál uttanlanda, sum eingin ivi kann vera um, tá útlendsku glæstriligu ferðatil- boðini eru blaðaði igjøgnum. Óvanligt er tað heldur ikki, at fólk av ferð- um uttanlanda kemur so pest aftur, at frein um ferðina ikki verður hin rætta, fáa tey ikki nakrar friðsælar dagar aftaná heima á egnum klettum. Tað er illa, at vit ikki í sterri mun nýta teir frálíku ferðameguleikar, vit hava í Feroyum. Samferðslan er so fræg sum nakrastaðni. Náttúran stendur einki aftanfyri hana í út- londum og gistingarhúsini hava vit mong og góð um alt landið. Óendaligar sólsveiptar sandstrendur hava vit ikki. Heldur ikki hava vit ódýran rúsleg at leska okkum við, tá tostin er mestur. Grísaveitslur, basarar og getuseljarar hava vit heldur ikki. Men vit hava so ómetaliga nógv annað, ið kann veita teimum hvíld, ið bert vilja geva sær far um nakað av ellum tí nógva, ið náttúran hevur lagt fyri fetur okkara. Fuglameingi á sjógvi og í haga, gongu- ferðir millum fjalla, vetnini við teirra ríku SPÆLIREGLUR meguleikum fyri hugnaligum løtum við tráð- uni. Eisini er fyri tey, ið hava hug til kanningar av náttúru okkara, ivaleyst at takast við. Jarðfraði- og plantufreðiliga er land okkara rættuliga sjáldsamt. Men meira enn nakað annað er tað frið- urin, ið ber av ellum, ið veita kann okkum hvílu í sál og sinn. Henda frið eiga vit enn í sámuligan mun úti um landið. Við tí familjulagi, ið staðist hevur av vaks- andi fíggjarligum krevum til tess at svara hverjum sítt — bæði mamma og pápi útiar- beiðandi — roynist summarfrítíðin ikki altíð eins væl hjá foreldrum sum bernum. Illa ber til at fara hópferð uttanlanda við t.d. trimum smærri børnum. Foreldur ið bæði starvast heima og úti hava sanniliga fritid fyri neydini, men úrslit- ið er tíðum tað, at bern og foreldur ikki eru so mikið saman sum eina viku í summarfri- tíðini. Hesi viðurskifti hevur Tíðindablaðið SOSIALURIN sett sær fyri at beta um. Hevuðsvinningarnir hesuferð eru fyri alla FAMILJUNA. Teir eru, sum lýstir oman- fyri, tjald til fýra umframt ymiskur tjaldút- búnaður og ókeypis vistarhald fyri heilar fimm familjur — tveimum vaksnum og upptil trimum bernum — á hesum frálíku gistingarhúsum okkara: Hotel Ísansgarði á Sandi, Hotel Norð á Viðareiði, Hotel Eiði á Eiði, Hotel Vágar í Servági og Hotel Bakkin í Vági. Nøvnini á øllum vinnarunum verða kunngjørd í SOSIALINUM. Um tú fært øll 15 tølini, ið eru á tínari plátu, hevur tú BINGO, og tú hevur vunnið kaffi og karamellur, um- framt at tú ert við í lutakastinum um hevuðsvinn ingarnar. Telini skulu ikki límast á plátuna, men bert sendast saman við plátuni í innskrivaðum brævhjálva til: Um tú ikki fært BINGO, men í minsta lagi 10 tel, sum svara til tey á plátuni, ert tú við í lutakastinum um høvudsvinningarnar I hesum førinum leggur tå tølini saman vid plåtuni i ein brævbjålva, og sendir hann til: SOSIALIN, Postsmogu 76, 3800 Tórshavn, og merkir hann í niðasta vinstra horni: »10 RØTT« SOSIALIN, Postsmogu 76, 3800 Tórshavn, og merktur í niðasta vinstra horni »BINGO« Hevuðsvinningur: Tjaldútbúnaður frá THOMAS DAM — virði uml. Kr. 6.000,— »Touring S« fyramanstjald úr besta tilfari. Lætt — men tætt. Harumframt fær vinnarin 2 soviposar av besta slag, 2 undirløg, 2 ryggsekkir, matgerdarambod/ grytur — pannur — ketil, skaffigreiðir til fýra og tvær sleingitráður. Benny Haraldsen, Miðvágur, — vann súkkluna Á myndini dregur lýsingarkvinna okkara Óluva Jacobsen vinnaraseðilin. Vit ynskja Benny tillukku eins og vit takka leysasøluseljarum okkara um landið fyri treysti og trúfesti teirra.