Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. apríl 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 tíðindablaðið Nr. 43 — 7. apríl 1984 Framhald av síðu 7 ikki tilsteðar, tí hon er jú yvirtikin av landskass- anum. Tað sermerkir eisini hetta landsstýrið, at teir altíð tosa um nakað annað, enn tað teir gera. Teir tosa um sparing, eitt nú við at draga Trella- nes og Skopun fram og við at hava hesi stóru klandr- ini nakrar ferðir um árið um ávísar almennar ílegur. Tað skal sýna, at teir í hvussu so er hugsa seg um og royna at spara. Men teir gera nakað annað. Tað kann næstan sigast at hava verið merkið hjá hesi sam- gongu, at hon sigur eitt, men ger nakað annað. Bluff — Men samgongan hevur víst á, at hon hevur gjert eina figgjarlog við ongari lánteku. Er tað so heldur ikki sætt. — Tað er tað reina bluff. Tær 40-50 mill. kr., sum vanliga plaga at verða læntar til landsverkfrød- ingsstovnin, tær eru ikki vid i år, tad er rætt. Men samstundis hevur lands- styrid latid stovnar uttan- fyri fíggjarlógina taka upp risastór lán, soleiðis sum t.d. telefonverkið, íd- naðargrunnurin, menn- ingargrunnurin, húsaláns- grunnurin og aðrir, sum jú fáa pening yvir fíggjarlóg- ina. Men tá landsstýrið setur hesar upphæddir so smáar og so ístaðin letur tær læna, so er tað ein óbeinleiðis lánteka til landsins fíggjarlóg. So hatta er bluff, fyri at siga tað bart út. Fíggjarlógin orkar meira — Men hví lata teir stovn- arnar taka lán heldur enn at seta hetta á figgjarlog- ina? — Tað hevur altíð verið brúkt tann mátin at læna og læta nakað yvir fíggjar- lógina, tað, sum ein ikki orkar yvir fíggjarlógina. Men tað ein kann vísa á her, er, at fíggjarlógin í veruleikanum orkar meira, enn landsstýrið metur hana orka. Ti ekja teir istadin lántekurnar óneyðugt í år fyri at brúka tað sum val- propagandu í hesum árinum og siga, at nú hava teir klárað at rætta ekonomiina so nógv upp. at tað hevur verið óneyð- ugt at taka lán. Hatta er tó ikki í samsvar við veru- leikan. Ti samtíðis sum teir hava skrúvað fíggjar- lógina upp á 1400 til 1500 mill. kr., úr teimum 690, sum hon var fyri fimm árum síðani, so hevur samgongan tikið hesi risa- stóru lánini, sum vekst- urin í uttanlandsskuldini jú eisini sigur frá. Hon er vaksin úr 870 mill. kr. upp í 2300-2400 og kemur at enda uppi á 3 milliardum. So hatta hevur lítið sam- svar við veruleikan. Valpropaganda — Er hendan fíggjarlógin merkt av valpropagandu? — Tað liggur ógvuliga nógv av propaganda í hesi fíggjarlóg. Teir vísa á at hava eitt yvirskot, sum tó ikki er reelt. Tí teir hava brúkt nógv meira, enn teir hava budgetterað. Haraftrat vísa teir á, at teir ikki hava lántekur, sjálvt um teir hava tað. Og undanfarna ár er eitt serliga grovt demi, tí teir brúktu so ómetaliga nógv úr Ráfiskagrunninum samstundis. Tá ið ein lænir úr Rá- fiskagrunninum og ikki leggur aftur, so hevur ein jú reelt lænt. Tí sæð við landskassans eygum kann tað gera tað sama, um farið verður í Ráfiska- grunnin og lænir 37 mill. kr. ella ein fer í ein banka. So vit síggja, at tað, sum er lagt til viks at standa ímóti við, tað er eisini brúkt. Og tað kann ikki skýrast skilagóð fíggjarstýring. Tað, sum er serliga legið er, at allur hesin peningurin, sum skal krevjast inn, uml. 1500 mill. kr. — hann skal bara nýtast soleiðis, at samfel- agið skal ana víðari. Tað er ringt at fáa tað at hanga saman. Samfelagið skal ana til valið Vit hoyrdu nú um dag- arnar løgtingsformannin og formannin í fólkaflokk- inum siga, at teir hevdu avgjert ikki at slíta ver- andi samgongu, hóast hon als ikki fungerar á nakran hátt. Og hóast teir ikki kunnu fremja nekur skila- góð mál, so hevdu teir tikið ta stødu, at sam- gongan skal fåa loyvi at ana til heystar. Men tad må vera størt samfelagsspell at brúka 14-1500 mill. kr. bert til at halda landsstýrissam- gonguni anandi. Tí anir samgongan, hvat ger samfelagið so. Tað kann væl stórt sæð ikki annað enn ana. Tað tykist tí eisini at hildið verður fram við ferda politikkinum: at umfordeila meira og meira av ti, sum fjøldin — almenningurin hevur havt at umsita av samfelags- orkuni, yvir á færri hendur. Hetta er gjørt hesi árini, og eru týðulig prógv um tað. Lítið av skifti — Men hevur henda sam- gongan ikki fingið nógv av skafti hesi árini? — Eg dugi ikki at síggja. at hon hevur fingið nógv av skafti. Taka vit Framhald av síðu I 23. mars og er júst komin til landið. Um búskaparligu gongdina sigur nevndin, at búskapurin í 1983 eisini hevur verið merktur av høgum virkissteði. Víst verður á, at fiskiskapurin var góður, og at hesin saman við høgum stundingi til fiskiflotan gjørdi, at flotin fyri fyrstu ferð í fleiri år hevði eitt avlop ífjer. Um forbrúkið sigur nevndin, at hóast lenirnar ikki eru hækkaðar meira enn prislagid, eini 5-6 prosent, er brúkið hækkað við trimum prosentum. Serliga innflutningurin av bilum, klæðum og video- tólum. Nevndin heldur, at brúkið er hækkað av tí góða fiskiskapinum. Hon heldur ikki, at tað al- menna hevur ávirkað bú- skapin ifjør eins og árini undan. Hinvegin eru ílegurnar á landi, bæði privatar og almennar, lægri enn í 1982. Men ílegurnar í fiskifør, farmaskip og ferðamannaskip eru ógvuliga hegar, íalt einar 600 mill. kr. Handilsjavnin 626 mill. kr. í halli Avleiðingarnar av hesum ílegunum gera partvíst tað, at handilsjavnahallið vaks frá 440 mill. kr. í 1982 til 626 mill. kr. ifjør. Verður innflutningurin av skipum drigin frá, er hallið umleið 200 mill. kr. Hallið er í stóran mun fíggjað við ektari privat- ari skuld. Henda er tó ímongum forum veðhildin av landsstýrinum, ið nú veðheldur fyri um 1000 mill. kr. Um samlaðu uttan- landsskuldina upplýsir ráðgevandi nevndin, at hon við árslok var beint undir tveimum milliardum og tvey hundrað milli- ónum. Hetta er munandi meira enn helvtin av bruttotjóðarúrtoku Fer- oya. Annars viðger nevndin iløgurnar, bæði i fiskifør og onnur før, og setir hesar i mun til møguleikar at forrenta seg. I hesum sambandi kemur nevndin inn i fiskistovnarnar, og ynskini at fåa skip. Hon sigur, at ofta verður iløgur gjørdar av fólki fyri at tryggja einum virki fisk, og út frá hesum sjónarmiðnum verður kanska sæð burtur frá vanligari forrentan. — Avleidingar av slíkum iløgum kunnu gerast — tá smáir megu- leikar eru fyri at økja fiski- skapin — at rentabilitet- urin fyri flotan versnar, og at trýstið at fáa stuðul ekist, sigur nevndin. Hon sigur tí: >De meka- nismer, der er bestem- mende for den færøske økonomis udvikling inde- bærer således betydelige risici for fejlinvesterin- ger«. i frágreiðingini = er annars nógvar og fjel- broyttar hagtel um fer- oyska samfelagið. jo-mo Tit ringja Sosialurin, tlf. 11820 — vit skriva Fótbóltur Innleiðandi dystir í jubileumskapping KI's! HB 1. deild —B36 1. deild verdur i Gunda- dali leygardagin kl. 15 — å ovara vølli. Samtíðis spæla á niðara velli HB 2. deild og B36 3. deild. ílegurnar í fiskiskip, so hevur landsstýrið við sínum innflutningssteðgi skapt nekur uppskrúvaði virði. Har eru nógvar mill. lagdar aftrat, sum speku- latiónsvinningar, og sum ikki ekja um nakað fram- leiðsluvirði. Tað er rætt, at nógv er lagt í farmaskip og eitt ferðamannaskip, sum eg vóni fara at betala seg uppá longri sikt, men tað er ógvuliga vandamikið at brúka so nógv uppá ein gang uppá slík tiltøk, at ein í veruleikanum ekir uttanlandsskuldina so nógv, at ein setur seg í ta steðu, at vit um eina tíð als ikki kunnu læna. Men sum eg segði, so er bæði skatta- og tolltrýstið vaksið nógv hesi seinastu árini. Umberingin fyri at lata hetta henda, er hon, at tað var eingin grund til at justera hesi árini, tí ein kelduskattaskipan kom. Táhonse-kom justeraði ein skattastigan nakað. Hann minkaði við um tveimum prosentum. Hetta er tó lítið í mun til tað, sum skattastigin er hækkaður hesi seinastu árini. Tí er alt í alt talan um eina skattahækking. Vit skulu læna landskassanum uttan rentu Samtíðarskattaskipanin er gjørd soleiðis, at við inn- krevjingini kemur skatt- gjaldarin at læna lands- kassanum nógvar milli- ónir, tí ell koma at rinda upp í 20% ov nógv ta fyrru helvtina av skatta- skeiðinum. Tað at landskassin so- leiðis kann læna frå skattaborgaranum og ikki skal gjalda nakað út aftur, men bert taka minni inn móti endanum, og tað at landskassin eisini sparir rentur av hesum lánum, tað skuldi motiverað eina uppaftur sterri skatta- lækking. So soleiðis sum eg meti inntekurnar fara at vera, so er grundarlag fyri lækk- ing av skattastiganum í minsta lagi uppá 2-3% — í hvussu so er fyri lán- og medalinntøkurnar. Tad kann so gerast vid beinleidis lækking i skattastiganum ella vid hækking uppå 1000 ella 2000 kr. i persónsfrádrátt- inum. Landskassaroknskapur- in visir eisini, at tad hevur ikki verið nøkur peninga- neyð hesi seinastu árini, tí teir hava verið harðrendir í síni innkrevjing av peningi. Tað er tí eitt vónbrot, at so mikið lítið er komið burtur úr viðvíkjandi loysn av nógvum uppgávum. Atli Dam sigur víðari, at henda kunstiga steðg- ingin av tunnilsgerðini hevur dýrkað alla tunnils- gerð fyri fleiri 100 mill. kr. Sama er við loysnini í Skopun Syndafyrigeving sjálvstýrisfloksins Um sjálvstýrisflokkin og samtíðarskattin sigur Atli Dam: — Tað tykist mær so legið, at sjálvstýrisflokk- urin hevur lagt so stóran dent á at at fáa hesa sam- tíðarskattaskipanina. Hann hevur slept ellum afturhaldni, eftiransni og fyrivarni og er dottin á bláman við eini skipan, sum fyri einhvenn prís skuldi fremjast. Hann hevur tí slept sínum vanliga práti, at stýra soleiðis, at borgarin var líka fyri lógini og fekk eina hampuiiga viðgerð frá teimum ráðandi. Vit minnast rómversku keisararnar, sum góvu fólkinum breyð og sjón- leik, fyri at tey skuldu gloyma veruligu viður- skiftini. Eg kann næstan siga tað sama um sjálvstýris- flokkin í dag, sum gjert varð í Týsklandi í 30-árun- um, at bert nakrir motor- vegir verða bygdir og tokini koyra til tíðina, so skal fólk gloyma tað órættvísi, sum er fyri. Mær fyrikemur, at sjálvstýrisflokkurin hevur nýtt hesa skattaskipan, sum veruliga hevur plágað og kemur at plága fólk ta fyrstu tíðina, sum eina syndafyrigeving fyri allar syndir teir hava gjørt seg sekar í, uppá hesa konto hesi árini. Ja til samtíðar- skatt, men bíðið — Men gongur javnaðar- flokkurin tá ikki inn fyri samtíðarskattinum? — Tað ger hann, men vit hava greitt motiverað, hví vit ikki taka undir við hesi skipanini, soleiðis sum hon er gjøgnumførd nú. Vit hava víst á, at hon var ikki fyrireikað, og kom tí at virka órættvíst og til- vildarliga. Og vit hava víst á tað skeiva í, at ein privatur stovnur skal umsita borgarnar frá vøggu til grøv. Javnaðar- flokkurin mælti til at taka eitt ár aftrat til fyrireik- ingar og uppbyggja eina skipan, sum tað almenna stóð fyri. Eg dugi ikki at síggja, at tað almenna hevði nakra skyldu til at bjarga bankunum undan fylgj- unum av teimum skeivu ílegunum teir høvdu gjørt í ein risaelektronheila, sum kostaði teimum »tad hvíta út av eygunum«. Elektron var ein skeiv ílega frá bankanna síðu, men nú kom landið sum tann stóri bjargarin og gav hesum stovninum nakrar uppgávur. Slanguøkonomi — Men er tað góður libera- listiskur politikkur, at landid tekur um endan å henda hått? — Tad er ju hetta vit hava vist å alla tidina. Teir kalla seg liberalar, men tann politikkur, sum verður førdur, hevur einki sum helst við liberalismu at gera longur. Teir hava eina sonevnda slangu- økonomi har tað skal sýnast sum um teir privatu fungera eftir libe- ralum prinsippum, men landið hevur eitt trygdar- net undir og stendur við ábyrgdini í einum hverj- um feri. Liberalisma fyrisetur, at ábyrgd og handlifríheit fylgjast at. Men her liggur ábyrgdin hjá landskass- anum, meðan fríheitin til at handla — ikki bert við sínum egna peningi men eisini við landsins pengum — hon skal liggja hjá teimum privatu. Hetta hevur einki við liberalismu at gera.