Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-14, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. apríl 1984síða 1

allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

javnaður breðralag| . 46 x leygardagur 14. apríl 1984 Hóskveldið stevndu umboð fyri føroyska vinnulívinum, politikarar, leiðarar, stjór- ar og mong onnur niðan á Hotel Feroyar — at vera til steeðar, meðan eitt ídnaðar- projekt varð avdúkað. Projektið er ein ídnaðarmiðdepil á Sundi, sum skal fevna um 40 til 50 virki av ymsum slag. Harumframt er ein stórur stovnur til gransking, sølu, vørumenning, teknologi og skúling. Samlaða upphæddin fyri byggingina er 57. årg. * kr. 5,- mett til góðar 300 mill. kr. Øl] útbygging- in við maskinum og tólum er mett til knappa hálva milliard. Liðugt útbygt verða her 1500 nýggj ar- beiðspláss. Hans Mortensen, ið hevur tikið stig til ætlanina segði m. a., at vit eiga ongan ídn- aðarpolitikk, og tí er neyðugt við einum slíkum projekti. Hann segði eisini, at »alt ov nógv orka verður nýtt til at økja um forbrúkið heldur enn at økja um fram- Hans Mortensen er her saman við teimum trimum arkitektunum, Albert Isfeldt, Gudmund Hansen og Petur Andreassen Ídnaðardepil á Sundi fyri hálva milliard — stersta verkætlan i foroyskari søgu! leidsluna til uflutnings.« Hann helt at idnadarmiddepilin å Sundi fer at geva einum geldum og tannleysum bygdamenningarpolitikki nytt liv og nyggjar viddir. Lesid å sidunum 12 og 13 og annars å sidu 3, 19 og 24. Vit venda aftur til hetta málið í næstu viku vid viðmerkingum frå fólki, sum hava tilknýti til vinnulívið — og eðrum. Vilhelm Johannesen, fyrrverandi ídnaðarmálaráðharri: Havi einki imoti idnaði á Sundi — men eri imóti at privatisera almennar uppgåvur Lesið á síðu 19 Pauli Ellefsen, legmaður : Gott hugskot við einum idnaðar-SMS Lesið á baksíðuni Í starvspraktikk á Sosialinum Rudi Kollslíð býr á Skála. Hon gongur í skúla á Strondum. Hon hevur í tvær vikur verið í starvs praktikk á Tíðindablaðnum Sosialinum. Men hvat gera aðrir praktikantar og hvat dám ar teimum ? Lesið á baksiduni