Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. apríl 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— — —— Sal | [1 eygardagur 14. april 1984 Tad hevur ofta verid talad um, hvat hetta sjåldsama húsanavnið man koma av. Tað man vera komið sum eyknevni, sum so mong húsanevn eru komin. Maðurin, ið bygdi húsið av fyrstantíð, var Hanus á Bræðn- um. Hann var úr Miðvági, kom suður sum 7 ára gamal óviti á Treðna í Skálavík at vera, og vax nokk mest upp har. Seinri kom hann til Dals, og var tá hjá Vág- Onnu og Vág-Onnu Jógvani. Hon mudni vera úr Be, og Jógvan var úr Malthúsi í Dali. Tá Hanus kom til, bygdi hann húsini á Bræðnum, og giftist við Rasmusar Onnu úr Dali. Húsanavnið skuldi koma av tí, at Hanus var eyknevndur Bræð- arin. Hetta var ikki nakad hånar- navn, alt annað! — Einaferð vóru Dalbingar í Havn eftir lækna, við bát úr Dali. Tá teir komu aftur á Dal við doktaranum, var avvelt í brimi. Teir máttu royna at lenda, tá so fræg legir vóru. Tá teir komu inn ímóti, var fyrsti maður, ið leyp á land, Hanus, við stavna- bandi í hendi, so teir gjørdust landfastir. Tá skuldi læknine siga: »Sikken en brav Mand!< Og ikki skuldi meira til, hann fekk navnið Bræðarin, av hesum, læknin hevði sagt. Hann skuldi vera so sjáldsama kvikur og bregdigur. — Tað hevur verið mestsum eitt orðhav her um leið, at >Deyðin drap Hanus á Brædnum«. Hetta kom av tí, at her var ein maður í bygdini, tey nevndu Deyð-Ólan. — So einaferð fóru Hanus og hesin, tey róptu Deyðan ella Deyð-Ólan, suður í Skorð við bát eftir lunda, ið fleyg- aður var. Har bar illa til, Deyð- Ólin kom aftur til Dals, til gongu, og bar tey boð i by, at teir høvdi róð seg upp á ein flúr, báturin hålvdist, og Hanus umkomst, meðan Deyðin slapp upp á land. Hetta hava nokk fólk hildið vera legið, at hesin frágera raski og brøgdigi maðurin, Hanus á Bræðnum skuldi vera umkomin, meðan Deyð-Ólin kom livandi frá tí. Deyð-Ólin skuldi vera sera bráðsintur maður. Og skjótt kom út í orð, at Deyðin hevði dripið Hanus á Bræðnum, men hetta varð sjálv- andi ikki sagt opinlýst. — Hanus átti tveir synir, Sámal og Kris- tian, og eina dóttur, ið æt Anna Margreta. Meðan henda vanlukkan hendi, var Kristian, sonur hansara burtur til skips, hann var tiltikin raskur maður. — So einaferð, kom hann heim aftur til Dals. Hann stakk inn á gólvið hjá Ser- ini, og tá sat Deyð-Ólin inni har. Kona Sørins-Ola, Súsanna, hevur á orði um henda sorgarstand, at faðir hansara var deyður so synd- arliga. Ja, svarar Kristian aftur: „Deyðin drap hann<. Súsanna svarar: >Nei, vælsigna, ikki sigur hann tað<. Eyguai vuxu í Deyð- Ólanum, men hann talaði ikki. „— Tað leggi eg einki í, hvat nakar sigur, men deyðin drap hann« svarar Kristian aftur. Tá brendi Deyð-Ólin á dyr, og sipaði hurðina aftur eftir sær. — Men har gjørdist nokk einki hjá Deyð- Ólanum, Kristian hevði ikki sagt meir, enn hann kundi standa við, fyrr ella seinri drepur deyðin okkum øll. Dóttur Hanus á Bræðnum, Anna Margreta, giftist við Griasi úr Rununi í Dali. Tey giftust inn í Flyttuna í Dali. Tey fingu 2 bern: Onnu, ið gift- ist við Jænus á Gerðum í Sand- vík. Anna og Jænus á Gerðum fingu Onnu Margretu. So doyði Jænus, og hon giftist aftur við Óla Jákupi Magnusen úr Skot- inum í Dali. Tey fáa ein son, Magnus. Hitt barnið var Mikkj- al, hann var ikki fullforur, hann doyði ungur. Kristian, sonur Hanus á Bræðnum, giftist við Elsubu, dóttir Símin í Rununi í Dali, hon hevði verið gift fyrr. Tey fáa børn: Jóan Hendrik og Jóhonnu. Jóan Hendrik giftist við Sign- hild, dóttur Havna Dánial í Skálavík, Jóhanna giftist við Espari úr Kárastovu á Skarva- nesi. Sámal, sonur Hanus á Bræðn- um, giftist við Petrinu, dóttir Jógvan í Skemmuni Í Treðum á Sandi og Jútsku. Tey fáa bern: Hans Petur, Jóanes, Amaliu og Linu. — Hans Petur datt oman í Dímun, nýkomfirmeraður. Jóa- nes giftist á Heyggi í Hvalbæ. Amalia giftist við Mortani av Breyt í Húsavík, tey búðu í Dali. — Bern teirra eru: Hans Petur, giftist við Jacobinu úr Kvilt í Sandvík. Olivia, giftist við Jon Carlsen á Tveroyri, hann var norðmaður. Petrina, doyði ógift á Tveroyri. Magdalena, giftist við Hans Andrias Fagradal á Sandi. Martina, giftist við Jóanes í Haskátreð, hann var úr Skot- inum í Dali. Yngsta dóttur Sámal á Bræðn- um, Lina, giftist við Stovubónd- anum Poul Jóhannusi í Skálavík. Tey áttu fýra bern, ið komu til mans: Óla Jákup, ið var bóndi eftir faðirin, giftist við Jettu av Taralendi úr Miðvági. Sámal Petur, giftist við Elsu, dóttur Georg Hammer á Tveroyri. Kat- rinu, gift við Símun á Brúnni í Skálavík. Yngsta barn teirra er Hans Jákup, hann livur enn, sum gamal maður norðuri í Havn, hann hevur skrivað bæði nógv og gott, hann er best kendur undir navninum Heðin Brú. Kona hans- ara var Kata, dóttur Jóanes norði á Heyggi á Velbastað. Hetta, at hava hegni at skriva, hevur Heðin Brú nokk ikki eftir fremmandum, tí har er ein gomul slegtabók í Stovuni í Skálavík. Gunnar á Toft