leygardagur 14. apríl 1984síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 14. apríl 1984
Andveikraverndin og
syndabukkar
Nú, tá ið so nógvur hávi
hevur verið gjørdur burt-
ur úr evninum hesa sein-
astu tíðina, loyvi eg mær
at stinga eitt klípi í, sum
tey plaga at siga, tá ið tey
laða garð.
Tað sigst, at fleiri ríkis-
ovastar í Afrika, Mið- og
Suður-Amerika ikki hætta
sær út um landamark, tí
teir kunnu fáa knívin í
ryggin og verða frákoyrd-
ir ella heklaðir longur nið-
ur í valdsstigan. Tílíkur
ótti er ikki at bera, og
frægast man vera at halda
seg heima og halda skil á
undirsáttunum. lat meg
siga tað bart út. Mær
dámdi ikki, at fyrrverandi
leiðari Andveikraverndar-
innar kallaði kjakið um
tervandi stovnspláss til
avnaveik fyri „slíkan
nåva« (spetakel og balla-
de). Evnið treingir harð-
liga at verða umrøtt og
kjakað. Foreldur at evna-
veikum noyðast at gera
tann háva, sum skal ger-
ast, tí evnaveik sjálv gera
ongan háva burtur úr sær.
Marjun Sigurðsdóttir,
fyrrverandi leiðari And-
veikraverndinnar, hevur
gjørt sínar viðmerkignar
til tað kjak, sum hevur
verið viðv. stovnstroti til
evnaveik. Hon setur upp
átta evni, sum hon metir
at vera aðalevnini í tí
kjaki, ið farið er fram. Ég
ætlaði at gera nakrar við-
merkingar til hesi átta
evnini.
Stovnstrotið og
Eirargarður 14-16
Um stovnstrotið er at
siga, at vit øll eru samd. Í
hesum sambandi verður
Eirargarður tikin fram og
lýstur innanifrå. Sagt
verður, at fólk hava fingið
illgruna um, alt og øll eru í
einum trunka har eins og
barnaheimini í Bretlandi í
farnu eld. Eg kann ugga
Marjun og upplýsa henni,
at Bjarni Clementsen í út-
varpinum skilagott
greiddi frá, hvussu dag-
liga arbeiðið varð skipað,
og hvusu húsfólkið búleik-
aðist. Um foreldur at
evnaveikum ella felagið
Javni er orsekin til hesa
»trunkamyndina«, so er
neyðugt við eini rættleið-
ing í stundini.
Eg hugsi, málið skal
skiljast soleiðis, at hverki
Javni ella foreldur annars
hava verið ovurfegin um
stovnin Eirargarður 14-16.
Vart varð eisini gjert við
hesa ónegd, men frá ollum
síðum kom hóttifingur til
sjóndar: Tit taka hettar
ella fáa tit einki. Í dag
kann ein káva útyvir og
siga, at stovnurin er skip-
aður í smáum eindum;
men uttan mun til hvussu
smáar eindirnar verða
skipaðar, er Eirargarður
14-16 ein risastovnur eftir
foroyskum viðurskiftum.
Um tað eru hesi sjónar-
mið, ið hava elvt til
»trunkamyndina«, so er
tað spell, tí ónegdin snýr
seg ikki um dagliga ar-
beiðið á stovninum, men
um bygningin og um-
hvørvid. Lutur starvsfólk-
anna skal haldast uttan
fyri kjakið, tí hann er
gjørdur til lítar.
Umlættingarpláss
Umlættingarmeguleikar
skulu helst vera so nær
heiminum sum gjerligt.
Hetta er í tráð við hugsan-
ina um, at hin evnaveiki
skal hava meguleika at
vera heima hjá sær og sín-
um, so leingi foreldur
megna. Umlættingin ger,
at hin stóra avgerðin um
at lata barnið ella hin
unga frá sær, kann skjót-
ast longur fram í tíðina
Og helst er hetta orsekin
til, at foreldur og avvarð-
andi eru so glað fyri Frí-
tíðarheimið í Skrivara-
gøtu.
Marjun ger sidan vid-
merkingar til, at Javni
valdi at varðveita lækna-
umboðið í stýrinum fyri
Frítíðarheimi, og skuldi
hetta vera prógv um, at
Javni ikki gongur á odda í
normaliseringini. Neyvan
hevði tað havt stórvegis
týdning, um stýrini fyri
teir ymsu sjálvognar-
stovnarnar hevdu ein
lækna ella ein socialpæda-
gog, tí eitt stýri er ikki
nekur borgan fyri góðan
trivnað á einum stovni;
heldur er tað hin dagligi
karmurin, sum er avger-
andi so sum bygningurin,
starvsfólkið, umhvervið,
v.m.
Kostnadurin
Kjakið um kostnadin er
beinleiðis ófólkaligt, tí
munurin er evarska lítil og
átti ikki at verið avger-
andi fyri stødutakanina
hjá eini kristnari vælferð-
artjóð. Men kanska
hjartarøturnar eru stein-
runnar av kålki i øllum
vælferðarmeldrinum og ti
eru ongar kenslur eftir.
Ikki eitt orð afturat um
kostnaðin.
Alitið frá 1982
Vit eru samd um, at álitið
frá 1982 í hevuðsheitum
er í tráð við tey sjónarmið,
sum foreldur hava havt
tey seinastu árini. Tað,
sum vit kunnu trætast
um, eru tey steð hesi
heimini skulu vera. Tá ið
nevndin gjerdi sínar met-
ingar um hesi steð, var
tað grundað á tey tel, sum
nevndin hevði um hendur,
so t.d. ikki skuldi koma
eitt heim, har eingi ella
bert fá evnaveik búðu.
Onnur orsøkin var, at
politisku myndugleikarnir
vóru og eru lættari at
sannfera, um ein kann
prógva tervin. Bert mugu
allir partar gera sær
greitt, at tveir meir ella
minni tilvildarligir limir í
Javna frá 1978 ikki kunnu
binda felagið fyri tíð og
ævir. Álitið má ikki gerast
eitt manifest/evangelium,
sum er óreingiligt. Lurt-
ast má eftir Javna í dag.
Yvirtoka
Um at yvirtaka And-
veikraverndina er at siga,
at málið er sera vid
kvæmt, tí málið er knýtt
at partapolitikki. So
skjótt hetta orðið verður
nevnt, glógva eyguni á
summum, meðan onnur
hava nevan á lofti. Tá ið
so er, er ikki lætt at sann-
fora politikkarar um tað
skilagóða í eini yvirteku.
Eisini hava vit foreldur
varhugan av, at málið
ongan góðan eigur, tí teir
flokkar, hvers stevnumið
er, at í Føroyum skulu før-
oyigar ráða, ikki hava hirt
at lagt uppskot á ting um
at yvirtaka Andveikra-
verndina.
Løgtingssamtykt-
irnar frå 76 og 83
Um løgtingssamtyktirnar
bådar er alt gott at siga.
Men so leingi tær bara
standa, eru tær at likna
við mannarættindayvir-
lýsingina hjá ST — orðini
góð, men verkið og veru-
leikin syndarligur.
Bráfeingisloysnir
Til seinast nevnir Marjun
ymist, sum kann loysa nú-
verandi trongsteðu. Hon
rópar í yvirskriftini hetta
fyri bráfeingisloysn. Hví
bráfeingis? Er ikki alt
viðv. evnaveikum brá-
feingis. Tey komu heim úr
Danmark og skuldu búga
á Deild 5 og Pensionati-
num fyribils. Eirargarður
14-16 skuldi verða enda-
liga loysnin, ein 20 ára
gomul ætlan kroyst
igjøgnum. Javni royndi at
beta um steðuna hjá
heimabúgvandi evnaveik-
um og setti á stovn Frítíð-
arheimið. Hvussu við um-
siting og rakstri v.m.? Jú,
fyribils.
Sjálvandi eigur fyrrver-
andi leiðari Andveikra-
verndarinnar onga skuld í
hesum óskili á serforsorg-
arøkinum. Hon er sett at
umsita tað, sum onnur
hava tikið avgerð um, og
sum vit foreldur skulu
liva ella líða undir. So ein-
falt er tað.
Men tá ið tosað verður
um bråfeingisloysnir, og
uppskotið kemur frá ein-
um, sum er gamal í garði,
tá er lítið at vænta sær av
framtidini. Men kanska
vit foreldur eru ov blá-
oygd og duga ikki at
síggja, at myndugleikar-
nir ongantíð ætla sær at
loysa málið um And-
veikraverndina. Tað skal
bráfeingis, og tað
umsitari at
vera
dugir ein
síggja.
Um so skal vera, duga
vit væl at síggja inn í
framtíðina: Hverja ferð
Eirargarður 14-16 er full-
settur, verður eitt heim
sett á stovn onkustaðnis í
landinum. Tey frægastu
flyta út, meðan tey veik-
astu liggja eftir. Eirar-
garður 14-16 fer at enda
sum lasarett fyri neyð og
elendigheit«.
Til tess at sleppa undan
hesum, hevði tað verið
skilagott, um ein rektar-
krevjandi ella veikur fór
samstundis sum 4-5 onnur
frægari fóru. Á henda hátt
kundu vit sæð fram til
tann dag, tá ið Eirargarð-
ur var tømdur.
Smærri eindir
Tey flestu foreldur taka
undir við hugskotinum
um smærri eindir. Men
tað ber eisini til at hava
eitt langt orðaskifti um
hetta evnið. Tí hevði verið
gott, um nekur heim
kundu verið sett á stovn
beinanvegin, so vit seinni
kundu gjert tílíkar smá-
stovnar so lýtaleysar sum
gjørligt. Tað er ikki neyð-
ugt við fløktum tekno-
kratiskum fyrireikingum
frammanundan. Vit skulu
bara leggja okkum hesa
einfaldu reglu í geyma:
Tervur teirra evnaveiku
er hin sami sum tervur
teirra evnagóðu. Eisini
ber til at siga tað eðrvísi:
Ikki bjóða eðrum tað, tú
sjálvur havnar.
Til seinast fari eg at
geva Marjun Sigurðsdótt-
ir eini góð ráð. Tú mást
ikki átaka tær leiklutin
sum syndabukkur fyri
syndir, sum onnur hava
gjørt. Í gamla Kånalandi
valdi fólkið sær eitt dýr,
sum tey sendu út í oyði-
merkina berandi syndir og
illgerðir fólksins. Um nú
eg fór ein túr í oyðimerk-
ina, hevði eg mett umleið
tríati monnum og einari
kvinnu, men tað hevði
ikki verið Marjun Sigurðs-
dóttir.
H.T. Henriksen
Innbinding av telefonbókini
EITT TILBOÐ
til stovnar, virkir og onnur
LATIÐ TELEFONBÓKINA INNBINDA
Í STÍVA PERMU.
Týðandi er at telefonbókin,
sum verður nógv brúkt
hvønn einasta dag, er so
haldbar sum gjørligt.
Innbindingin verður gjørd
í heilbindi við gylling framman
og á rygginum.
VIT AVGREIÐA INNBINDINGINA
EFTIR 4 DØGUM!
pf. Bókavirkið
Postbox 2018
Argjavegur 26 . Telefon 11580
3800 Argir
LIÐUGTGERÐ AV PRENTLUTUM VIÐ NÚTÍMANS AMBOÐUM
#