Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. apríl 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LÍF—GÍ, 1. deild: 1—2 (0—0): tidindabladid GI vann »bardagan« Dysturin i Lorvik annan påskadag var ein hin ljótasti, ið hugsast kann Ikki tí, sjálvt spælið var ikki so heilt ljótt, sum einkann koma ut fyri, men dysturin líktist til tíðir meira einurð bardaga heldur enn fótbóltsdysti Otråligt, at dómarin kundi lata tílíkt ganga Men hann misti rættiliga tíðliga heilt tamarhaldið á dystinum Spælararnir uppdagaðu tíðliga, at teir nærum kundu gera sum teimum lyst, og tað gjeru teir so sanniliga brúk av Bert eina ferð kom dóm arin upp við ti gula kortinum. Tað átti at hent e1Sini fleiri ferðir. og kanska skuldi hann eisini tikið tað reyða kortið fram onkun- tid Men vit kunnu vona, at hesin fyrsti dysturin verå- ur eitt eindømi um ljótt spæl, ti ílíkt eingur sjálv andi ikki at koma fyri í einum fótbóltsdyst Annars byrjaði dystur- in við jøvnum spæli. Tað gingu heilir 11 minuttir, áðrenn nakað álop kom. Tá var tað GI, sum var í álopi, men málmaðurin hjá LÍF fekk sligið bóltin upp um málið til horna. Men hóast GÍ átti hetta fyrsta álopið, so var LÍF rættiliga væl við, og efti javnt spæl endaði fyrr hálvleikur eisini við javn leiki 0 — 0. Men seinni hálvleikur var ikki meira enn eir hálvan minutt gamal, tá GI fekk brotsspark, eftir at ein av lorvíkingunum hevði verið nakað harðlig- ur við ein GÍ-ara. Símun Petur Justinussen verður settur at skjóta brots- sparkið, og hann setur tað lættliga í netið til 1 — 0. Men LÍF fall ikki i fått, sjálvt um teir nú vóru aftan fyri við einum máli. Teir pressaðu nevniliga åført, og eina góða letu i seinna hálvleiki høvdu teir yvirvág í leiki, og tú bíð- aði bert eftir, at teir fóru at fáa bóltin í netið. Og tað hendi eisini tá 28 min- uttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Tá eydnaðist tað endiliga leikandi venj- aranum hjá LÍF, Kára Nielsen, at seta bóltin í netið til jevnleik 1— 1. Hóast fleiri kanska væntaðu at dysturin nú fór at enda við javnleiki, so hendi tað kortini ikki. Ti tveir minuttir fyri leiklok eydnaðist tað nevniliga GÍ at fáa eitt mál afturat. Bólturin verður avleveraður úr høgru síðu tvertur við málinum, tá Kim Petersen setur hevdið undir bóltin, sum sat tryggur í net- inum. Eitt sera vakurt mál, sum eisini avgjerdi dystin, so getumenn fingu bæði stigini við sær heim aftur eftir fyrsta dystin í landskappingini í ár. B36—TB, 1. deild: 1—2 (0—1): Try mål og eitt reytt kort Try mål og eitt reytt kort komu í dystinum millum TB og B36. TB fekk tvey mál, B36 eitt og tað reyða kortið Dystir millum 1.deildar- liðini hjá B36 og TB hava mangan verið javnir. Tey seinnu árini, tá TB hevur talst millum eitt av fræg- astu liðunum, meðan B36 av og á hevur verið í hinum endanum av leik- talvuni, hevur ein av truplastu dystunum hjá TB — á heima — eins og útivelli, altíð móti B36. Og júst hesi bæði lið hittust í fyrsta dysti í ár. Áðrenn landskappingar- dystin sunnudagin høvdu bæði liðini spælt fleiri venjingardystir uttan at hesir tó á nakran hátt bóru boð um hvussu veru- liga leikstyrkin var, so trupult var at spáa um úr- slitið. Nógv eru tó, ið hava sagt, at hesi bæði lið uttan iva vera at finna í niðaru helvt av 1.deild í år — sjálvt um tað tykist heldur tíðliga at siga tílíkt. Men fyrstu min. av dystinum tóktist, sum um hesi dapru spádómar skuldu gerast veruleiki. Hverki av liðunum spæld- u sum veruligt 1.deildarlið — leikurin var alt ov til- vildarligur. Sum hálvleikurin fór, komu TB-leikararnir meira fyri seg, og vunnu teir sær yvirvág í leiki og varðveittu hesa allan fyrra hálvleik. Og henda yvir- vág gav úrslit tá Henrik Thomsen aftaná horna- spark hevdaði í netið til 1 — 0, ið eisini varð hålv- leiksstødan. I seinna hålvleiki kom B36 meira vid i leikin — leikur gekk javnari å — og miðskeiðis i hålvleikinum eydnadis Sveinbirni Dan- ielssyni, besta leikara hjå B36 henda dag, at javna til 1 — 1. Gleðin var tó stokkut hjå B36. Álvur Danielsen varð rikin av velli fyri at steðga bóltinum við hondini — eitt misbrot hann í fyrra hálvleiki hevði fingið gula kortið fyri, so tá hann gjørdi júst tað sama i seinna hálvleiki, kundi dómarin ikki gera annað enn at finna reyða kortið fram. TB, ið nú hevði ein mann í yvirluta, vann sær aftur stærra lutin í leiki og í 38. min. skeyt Ásmund- ur Nolsøe bóltin í netið til 2 — 1, ið eisini var endaliga úrslitið. Nógv vildu annars vera við, at Ásmundur var rangstadd- ur, tá hann skeyt sigurs- málið, men hverki dómari ella linjuverji gjørdu vart við seg, so málið var góð- tikið. Sostatt gjørdist úrslitið av fyrsta landskapping- ardystinum 2 — 1 sigur til TB. Tá hesi bæði lið i fjør byrjaðu landskappingina — á vellinum á Sevmýru — var úrslitið at B36 vann GÍ spældi ikki so væl, sum ein kanska kundi vænta av liðinum, sum vann feroyameistarakeitið í fjor. Men tað var kanska heldur ikki so legið, tí teir manglaðu fleiri av stuðl- unum, sum hevdu stóran part av heiðrinum fyri góða úrslitinum í fjør. Bæði liðini hevdu nýgg- jar ungar málmenn, og « | i: 47 þú ; FE FÅ, i ix LI 7 uttan at siga ov nógv um teir, so kláraði málmað- urin hjá LÍF seg væl betur enn starvsbróðurin í hin- um málinum. Samanumtikið um dystin: LÍF kláraði seg so væl í mun til GÍ, at teir áttu avgjert at fingið javnleik í minsta lagi. Men málini telja, og har var GI við yvirlutan Aðalfundur Havnar Judofelag hevði aðalfund í farnu viku. Formaðurin, Sven Ner- spang, og kassameistarin, Edna Strem, stóðu fyri vali, og tey vórðu bæði afturvald. Nevndin i Havnar Judofelag er sostatt nú: Sven Nerspang, formað- ur, Jan Giinther, næst- formaður, Jákup Morten- sen, skrivari, Edna Strøm, kassameistari, og Hans Pauli Poulsen, nevndarlimur. Tiltakslim- ir eru Benny Ejdesgaard og Hildigunn Thomsen. Grannskoðararnir Sú- sanna Rubeksen og Sofus Johannesen vórðu eisini afturvald. Havnar Judofelag hev- ur nú í nekur ár arbeitt við ætlanum um at byggja eini venjingarhelir í Gundadali, felagið hevur fingið grundstykki frá býráðnum. Á aðalfundin- um í farnu viku legði bygginevndin fram tekn- ingar yvir húsið, sum tað ætlandi skal síggja út, og nú verður væntað, at út- gravingin byrjar í næst- um. TB tikið unglingaliðið úr kappingini. Tað gongst illa hjá TB at manna nakað ung- lingalið í fótbólti. Tí hevur TB aftur í ár tikið sítt unglingalið úr kappingini nú longu áðrenn kappingin byrjaði. Hetta er triðja árið á rað at TB tekur sítt unglingalið úr kapping ini, og er orsekin tann, at ikki fæst manning til hetta lið. Helvtin av teimum, ið skuldu spælt á liðnum flyta upp í tær hægru deildir nar, meðan hin helvtin gevst at spæla, frætta vit av Tveroyri Ongin dómari. Ongin dómari metti til dystin millum LÍF og B68 í 4. deild. Dysturin skuldi upp- runaliga verða leiktur páskaaftan, men av tí at arbeitt varð upp á vøllin í Lorvik tann dagin, varð dysturin útsettur til annað páskadag. Liðini bæði mettu, men ongin dómari. Tá liðini so hevdu bíðað í trý korter, avgjerdu teir at spæla ein lítlan venjingardyst, eftir sum teir vóru har, meðan landskappingar dysturin verður útsettur til seinni. Tit ringja Sosialurin, tif. 11820 t — vit skriva —————.n0.0....—