leygardagur 21. september 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tøkk
Hjartaliga takki eg fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá elskaða dóttir mín
Beinta Bærendsen Strøm
andaðist og varð jarðað.
Stóra tøkk til heimarøktina og tykkum
á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum vóru um hana.
Tøkk til prest fyri vøkur og troystarrík orð,
kirkjutænarar, sangarar, gravara.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til
Krabbameins- og Heilafelagið.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Eisini ein serlig tøkk til tykkum mongu,
sum á ein og annan hátt, hjálptu til við ervinum.
Solveig
Ofta hoyra vit um fýra og fimm ættarlið, men tað er ógvu-
liga sjáldan, at tað eru heili seks ættarlið. Men her er so
ein stór familja savnað, og telur hon heili seks ættarlið.
Frá vinstru er tað Judith Jacobsen, sum er mamman,
Poula Jacobsen, omma, Ása Udbø, langomma, Julianna
Didriksen, olduromma og Meinhard Johansen er tipoldur-
abbabeiggi. Tað er hann, sum situr undir yngsta ættarlið-
num, Mirjam Samuelsen.
TILTØK
Vilmund Jacobsen
Mánakvøldið kl. 20.30
verður
musikandakt
í
Glyvra kirkju.
Hetta er eitt tiltak, har
høvið bæði verður at hoyra
guðs orð, solosang og
kirkjusang, har øll eru við.
- Eg vil siga, at hetta er
ein sonevnd "oasa" í ger-
andisdegnum, har tað guð-
frøðiliga, tónleikaliga og
estetiska gongur upp í eina
hægri eind, sigur presturin,
Meinhard Bjartalíð.
Daisy Johannesen, sum
er ættað úr Klaksvík og
hevur lært at syngja bæði í
Íslandi og Danmark, fer eitt
nú at framføra "Bist du bei
mir" hjá Johann Sebastian
Bach og "Piu Jesu" hjá
Gabriell Faure. Hon fer eis-
ini at syngja onkran kendan
sálm. Urgufylgispælið hev-
ur presturin, Meinhard
Bjartalíð.
Meinhard sigur, at nakrir
felags sálmar verða eisini
sungnir á musikandaktini
mánakvøldið.
Á Glyvrum
og í Rytuvík
Í fjør heyst og fjør vetur
varð eisini skipað fyri
musikandaktum, og til hesi
tiltøk møtti væl av fólki.
Prestur sigur, at ætlanin
er at hava 3 slík tiltøk í
Glyvra kirkju og tvey í
Rytuvíkar kirkju í heyst og
í vetur. Ein musikandakt
verður um mánaðin ella so.
- Øll eru hjartaliga væl-
komin, og her kunnu fólk
leggja oyra til guðsorð um-
framt vakran sang og tón-
leik,
sigur
Meinhard
Bjartalíð.
Eitt slíkt kvøld verður
eisini ein kvirra í 2-3 min-
uttir. Hetta verður mið-
skeiðis undir musikandakt-
ini, og tá kunnu fólk sjálvi
biðja sína egnu bøn og ann-
ars hugsa um tað, sum hev-
ur verið og fer at koma -
ella, hvat fólk nú einaferð
vilja nýta hesa kvirru til.
6 ættarlið
Musikandakt í Glyvra kirkju mánakvøldið
Mynd: Edvard Joensen
2
Nr. 181 - 21. september 2002
Nr. 181 - 21. september 2002
3
Umvælingararbeiðið í
SMS í er nú um at
verða liðugt, og lata
handlarnir upp í
nýggjum hølum kom-
andi mikudag
HANDILSLÍV
Eirikur Lindenskov
Komandi mikudag letur
norðrari parturin av SMS
upp – tann parturin, sum
seinastu mánaðirnar hevur
verið stongdur vegna um-
bygging.
Og tað eru stórar broyt-
ingar, sum farnar eru fram í
Sølumiðstøðini í Havn.
Umframt handlarnar Ben-
neton,
Klivan,
Mango,
Sportmaster og Skálk, sum
lata upp í nýggjum hølum,
verða eisini trý matstøð í
nýggju hølunum. Tey lata
tó ikki upp fyrr enn 9.
oktober.
SMS er ofta bygt um og
út, síðani latið var upp á
fyrsta sinni tann 2. novem-
ber í 1977. Men hesaferð er
talan um eina rættuliga
stóra umbygging.
Nú er bygt oman á Sølu-
miðstøðina,
soleiðis
at
skilja, at ein reising er
gjørd tvørtur ígjøngum
tvær tær ovastu lonirnar.
Hetta gevur gott ljós inni í
høllini, og tá svalar eru
gjørdir framvið, er í veru-
leikanum talan um eina
heila hædd afturat. Nú
gongur tú framvið handl-
unum í erva, sum eru undir
teimum
fýra
ovastu
lonunum.
Niels Mortensen, stjóri í
SMS sigur, at ætlanin í
framtíðini er, at hendan
gongin í erva skal førast
allan vegin suður gjøgnum
bygningin.
Ein hædd
afturat í SMS
Niels Mortensen, stjóri í SMS á svalanum framman fyri handlarnar, sum fara at halda til »á loftinum« í SMS. Góðu ljósviður-
skiftini og litirnir gera tað mundandi ljósari inni í SMS
Mynd Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2