týsdagur 1. mai 1984síða 4
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4 tíðindablaðið Sosialurin Nr. 51 — 1. mai 1984
Fakfelagsleidarar:
Hopleyst hjá vanlig-
um arbeiðarum at
byggja sær hús
ein arbeiðarafam-
ilja við vanligari
løn er ikki før fyri
at byggja sær eini
sethús ídag, halda
fleiri fakfelagsfor-
menn, Sosialurin
hevur tosað við.
Á bygd kosta eini sethús í
dag í meðal einar 500.000
kr. Tá er talan um eini
sniðhús, ið eru bygd
skjótt, soleiðis at rentan
fyri byggilánið ikki er
stór.
Hesa metingina hevur
útlánsdeildin í einum av
peningastovnunum.
Í Havn liggur meðal-
prísurin fyri eini sniðhús
um 600.000 kr. og ofta
meira. Kanska upp í einar
700.000 kr.
Eini hús, ið eru bygd
eftir vanligari tekning, eru
oftast eitt sindur dýrari.
Mett verður, at kostnað-
urin fyri eini meðalhús
liggur um 700.000 kr. í
Havn.
Her kemur kortini nógv
annað inn í myndina.
Summi fáa nógva sjálv-
bodna hjálp. Onnur gera
ikki ell húsini liðug.
Onnur hava kanska fingið
grundstykki ókeypis ella
fyri bíligan penga, meðan
uppaftur onnur kanska
hava goldið 200 —
300.000 kr.
Hvussu nógv fólk í
einum nýbygdum húsum
sita fyri, er rættiliga
ymiskt. Men í meðal
liggur leigan — tað sum
fer til rentur ag avdreg —
millum 5 og 7000 kr. um
mánaðin.
— Men hvussu hevur
fólk við vanligari timaløn
og sum á bygd kanska
ikki forvinna í meðal
meira enn einar 80 —
100.000 kr. og í Havn
kanska 100 — 120.000 kr.
ráð at fáa sær tak yvir
hevdið? Henda spurning
seta fólk ofta sær sjálv-
kki í verðini
— Ein arbeiðsmaður sum
tjenar einar 100.000 ella
120.000 kr. kann ikki í
verðini byggja eini hús í
dag, um ikki konan eisini
arbeiðir og fær nakað væl
meira í len, sigur Karl
Johansen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag.
Prísurin á nýbygdum húsum i Havn liggur í dag um 600-700.000 kr. Á bygd
eru húsini kanska nakað bíligari. Men eru lonirnar ofta eisini meira svingandi.
Nakað má gerast, sigur FA-formaðurin, Ingeborg Vinther
— Ikki at tala um eina
tímalenta familju sum
kanska býr til leigu í
Havn fyri 3 — 4000 kr.
um mánaðin, leggur hann
afturat.
Hvussu hesi kunnu fáa
eini hús upp, skilir Karl
Johansen ikki. Ikki uttan
so, at tað hevði bett nakað
um tað, um Húsaláns-
grunnurin kundi fíggjað
ein størri part av húsalán-
unum.
Trupult við sving-
andi løn
Ingeborg Vinther, for-
maður í Feroya Arbeið-
arafelag, vísir á ein annan
trupulleika. Nógva staðni
á bygdunum eru lenirnar
ógvuliga svingandi. Har-
afturat liggja meðallenir-
nar um 70 — 80.000,
meðan onkur, sum ar-
beiðir nógva yvirtíð,
kanska kemur upp á einar
100.000 kr.
— Tað vil siga tað sama
sum, at bæði mugu út at
arbeiða, men her kemur
ein annar trupulleiki inn í
myndina. Á bygd eru
ringir meguleikar at fáa
bernini ansað. So fáa tey
ikki bernini ansað, so kon-
an sleppur út, eru tey
prísgivin. So hjá hesum er
hopleyst at klára at
byggja sær hús, sigur
Ingeborg Vinther.
Persónliga heldur hon,
at hetta er ein spurningur,
FA átti at arbeitt við.
— Givið er, at nakað
má gerast, sigur Ingeborg
Vinther.
jo-mo
Framhald av síðu 3
eftir skatt. Áðrenn er hon
2,0 mill. kr.
Handverkarin kann eis-
ini velja at fáa eina árliga
upphædd yvir T:d. 10 ár
ella 15 ár. Velur hann 10
ár, fær hann árliga
221.000 kr. Hetta er í
dagsins prísum, men
gjaldið fylgir prísgongd-
ini, við tað at talan er um,
at handverkarin (ella
meistarin) rindar ávísa
prosentupphædd. Roknað
hevur verið við tveimum
prosentum, ið svarar til
einar 2.400 kr. árliga í
meðal.
Stórur áhugi
— Sjálvur haldi eg, at ein
eftirlenartrygging hevur
stóran áhuga millum lim-
irnar. Nógvir spyrja, og
eg haldi, at nógvir vilja
gjalda sjålvir, um tað
verður til tað, sigur Høgni
Højgaard.
Annars visir hann å, at
handverkararnir við und-
anfarnu samrådingarnar
hava roynt at fingið
anciennitetsviðbetur til
handverkararnar. Grund-
gevingin hjá handverkar-
unum er, at við tíðini
gerst ein handverkari
meira effektivur og hevur
størri royndir.
Men, sigur Høgni, ar-
beiðsgevararnir siga tað
evugta — við tíðini gerast
handverkararnir minni ar-
beiðssamir.
Sum grundgeving fyri
at fáa meistararnar at
ganga við til at gjalda í
eftirlenartryggingina,
hava handverkararnir tí
brúkt hesa grundgeving-
ina hjá meistarunum —
nú kunnu meistararnir
gjalda til tryggingina, og
soleiðis sleppa skjótari av
við handverkaran. Men
hetta vilja teir heldur ikki
ganga við til.
Skrivarin hjá handverk-
arunum sigur, at tað er
ikki lætt hjá handverkar-
um, ið eru farnir upp um
45 — 50 ár, at fáa arbeiði.
Fyrstu ferð
Sosialurin hevur eisini
tosað við Marius Thomas-
sen, stjóra á Tryggingar-
sambandinum. Hann sig-
ur, at eftirlønargrunnurin
hjá arbeiðsmannafelagn-
um er fyrstur av sínum
slag i Føroyum.
Tað, ið verður avger-
andi fyri upphæddina á
eftirlønini, er, hvussu
aldursbýtið á limunum í
arbeiðsmannafelagnum
er. Marius Thomassen
sigur, at tað var so hepp-
ið, at aldursbýtið i ar-
beiðsmannafelagnum er
javnt. Tá kann útgjald-
ingin eisini verða rættiliga
jevn. Verri hevði verið,
um stórur partur av lim-
unum var í einum aldurs-
bólki. Talan er um eina
skipan, soleiðis at allir fáa
somu upphædd, tá út-
gjalding verður aktuell,
og ikki eftir, hvussu
leingi viðkomandi hevur
arbeitt.
Marius Thomassen sig-
ur, at tað er torført at
siga, júst hvussu hegar
eftirlenirnar verða, tí tað
velst alt um, hvussu nógv
kemur inn, men meting-
arnar siga, at útgjaldingin
fer at svara til eina fólka-
pensión.
Við núverandi limatali
kemur umleið ein millión
inn árliga.
Skal taka støðu
til upphædd
Eftirlønargrunnurin hevur
eina sjálvsteðuga nevnd.
Marius Thomassen greiðir
frá, at henda nevndin skal
t.d. taka stæðu til, hvussu
høgar eftirlønarupphædd-
irnar skulu vera.
Grundarlagið undir hesi
avgerðini verður ein kann-
ing um aldursbýtið á lim-
unum. Hesa kanningina
skal Tryggingarsamband-
ið gera triðja hvert ár.
Tað teknisku ábyrgdina
av eftirlenargrunninum
hevur Tryggingarsam-
bandið.
Peningurin í eftirlønar-
grunninum verður plaser-
aður eftir somu strongu
reglum, ið er galdandi
fyri lívstryggingar. Pen-
ingurinkann t.d. íkki
setast i vinnurekandi
partafelag. Uttan so at
landskassaveðhald er til
staðar. Vanligt er, at pen-
ingurin ti verður låntur til
kommunur, almennar
stovnar og landskassan.
Eisini við deyða
Annars upplýsir
stjórin á Tryggingarsam-
bandinum, at eftirlønar-
grunnurin hjá arbeiðs-
mannafelagnum er ein
kombinatión við eina so-
kallaða samlagstrygging.
Henda tryggingin verður
útgoldin í samband við
deyða. Upphæddin fyri
hesa er í dag 100.000 kr.
Fleiri fakfelog hava slíkar
samlagstryggingar.
jo-mo
Arbeiðsfólkið
hevði roknað við
fullari fritidar-
peningaupphædd
Feroya Arbeiðara-
felag hevur vent
sær til løgtingid
í samband við við-
gerð tingsins av
skattalógini, hvat
frítíðarlenini hjá
fólki fyri tíðina 1/4
1983 til 31/3 1984
viðvíkur: Skrivið
hjá F.A. er so-
ljóðandi:
„Eftir okkara meining
hevði tað verið í stríð við
samtíðarskattaskipanina
sum slíka, um nakar skal
koma undir skatt av pen-
ingi, sum viðkomandi
hevur forvunnið í tí
nevnda tíðarskeiði. Av
Framhald av síðu 2
flaggdagin, tá skipað varð
fyri limafundi. Tað næsta
á skránni verður helst ein
upplýsandi fundur saman
hesum má fylgja, at tað
er óheimilt at halda eftir
av frítíðarpeningi, sum
er upparbeiddur framm-
anundan 1. apríl 1984,
sama nær — eftir 1. mai
— hesin frítíðarpeningur
verður útgoldin.
Vit síggja heldur ikki,
hvussu hitt skal bera til,
um allir lenmóttakarar
skulu fáa somu semdir,
hvat skatti viðvíkur, tá
ið vit hugsa um, at tað er
ein stórur partur av len-
móttakarunum, sum
faktiskt hevur fingið frí-
tíðarlen sína so hvert
gjøgnum árið saman við
vikulønini.
Vit mugu heldur ikki
gloyma tann veruleika,
at tað arbeidandi fólkið
hevur roknað við fullari
frítíðarlenarupphædd til
við Arbeiðseftirlitinum
fyri limum og arbeiðs-
leiðarum.
Tá helini vórðu keypt,
setti felagið seg ikki sert
fyri at seta húsini í stand.
neyðugar gjaldingar,
eitt nú terminsgjalding,
soleiðis at tey verða um
ein háls, um hesin væl-
vunni peningur skuldi
verðið skerdur av skatti
— reint burtursæð frá, at
hetta sum sagt eftir
okkara bestu sannfer-
ing stríðist ímóti prin-
sippinum í samtíðar-
skattaskipanini, ið, sum
kunnugt, hvat skatta-
ásetingini viðvíkur,
byggir á inntekuárið
1982, eins og vit halda,
at tað er ímóti andanum
í frítíðarlógini<.
Tórshavn, 26. apríl 1984
Virðiliga
vegna Feroya arbeiðaraf.
Ingeborg Vinther
formaður
Tí er meginparturin leig-
aður út, til felagið nú varð
fort at gera húsir.i nýtilig,
og fremja eitt gamalt
ynski hjá hesum virkna
arbeiðsmannafelagnum.