týsdagur 1. mai 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 51 — 1. maí 1984
HB-B36, 1. deild: 2-2 (2-2):
tíðindablaðið
Áttu hvor sín hálvleik
Ein sera spennandi og undirhaldandi
dystur var í Haun sunnudagin, tá bæði
Havnaliðini HB og B36, møttust. Nógvir
vóru målmøguleikarnir, og til tíðir var
spælið eisini hampuliga gott
Sunnudagin hittust bæði
Havnarliðini í 1. deild, HB
og B36, á vellinum í
Gundadali.
Spenningurin áðrenn
dystin var stórur, tí hóast
HB vann á KÍ í Klaksvík
eina viku áðrenn, vóru tað
fleiri av áskoðarunum sum
søgdu, at HB ikki hevði
víst serliga gott spæl tann
dystin. B36 tapti fyrsta
dyst sín móti TB, men
spælið hjá B36 kann vera
sera skiftandi frá einum
dysti til annan, so fleiri
vóru tey, ið væntaðu
dystin at fara at vera
javnan.
Og tað var hann eisini.
HB kom best frá byrja-
nini, men síðani tók B36
yvirtakið, og B36 hevði
yvirvág í leiki stersta
partin av fyrra hálvleiki.
Men tað var HB, sum
fekk tað fyrsta málið. Tað
var tá 8 minuttir vóru
leiktir av dystinum, at
HB-ararnir koma leystir
beint framman fyri B36-
málinum. Jan Alberg fær
ikki bóltin, og Erling gerst
púra fríur og setur bóltin
lættliga í opna málið.
Men tá 16 minuttir vóru
farnir av fyrra hálvleiki
eydnaðist tað B36 at
javna út. Tá er tað Hart-
vig Joensen hjá B36, sum
gerst fríur í brotsteiginum
hjá HB og hann setur
bóltin í netið til 1-1.á
B36 varðveitti trýstið á
HB málið, men tað
gjørdist HB, sum fekk
næsta málið. Tá 28
minuttir eru farnir av
dystinum leggur ein B36-
leikari fót fyri Gunnar
Mohr inni í málteiginum,
og dómarin demir brots-
spark, sum Bjarni
Jacobsen setur trygt í
netið
Men B36 fall ikki í fátt,
og teir royndu sítt ítarsta
at javna út aftur. Og tað
var rættuliga nær við
nakrar ferðir, m.a
eydnaðist Mikkjal í HB-
málinum eina ferð akkurát
at sláa bóltin upp um
málið.
Men tá nakrir minuttir
vóru eftir av fyrra hálv-
leiki er HB í álopi, og tað
eydnast teimum at fáa
bóltin inn um Jan í B36-
málinum, men har stóð
Olaf á Lava, og tað eyd-
naðist honum at bjarga
bóltinum á strikuni.
Og Olaf á Lava gjørdi
vart við seg aftur lítla letu
seinni. Í 45. minutti av
fyrra hálvleiki sleppur
Olaf á Lava leysur í HB-
verjuni, og hann setur
bóltin í netið til javnleik 2-
2. Beint eftir hetta blæsir
dómarin fyrra hálvleik av.
2-2 í hálvleikinum boð-
aði frá einum spennandi
seinna hálvleiki. Mundi
B36 fara at varðveita yvir-
takið, teir høvdu í fyrra
hálvleiki, ella mundi HB
fara at menna seg aftur?
Síða 11
HB menti seg, so teir
fingu yvirvåg i leiki i
seinna hálvleiki. Tó hevði
B36 tað betra spælið
onkra letu í seinna hálv-
leiki. Men hverki av
liðunum fekk nakað mål
hesar seinastu 45 minutt-
irnar, so dysturin endaði
við sama úrsliti, sum fyrri
hålvleikur endaði við,
nevniliga javnleiki 2-2.
Eitt rættvíst úrslit. Tó
kundi annað av liðunum
við eitt sindur meira av
hepni havt vunnið dystin,
men tað eydnaðist ikki,
hóast tað fleiri ferðir var
nær við hjá báðum liðum
Ein sera spennandi og
undirhaldandi dystur at
hyggja eftir. Tað
alla tíðina okkurt, so teir
ikki so heilt fáu áskoð-
ararnir, ið vóru komnir at
hendi
hyggja eftir dystinum,
fingu valuta fyri peng
arnar
FBF, Flogbóltssamband
Feroya, hevði aðalfund í
Havn leygardagin.
Á skránni var m.a. val
av limum í starvsnevnd-
ina. Tveir nýggir limir
vórðu valdir. Teir vóru
Niclas Joensen, ið er vald-
ur næstformaður, og
Katrin Johannesen, ið er
valdur nýggjur skrivari.
Tey komu í nevndina fyri
Páll S. Olsen og Jens
Christian Skaalum.
Eisini i kappingar-
nevndina vórðu tveir
nýggir limir valdir, teir
vóru Páll S. Olsen og Áki
Bertholdsen.
Aðalfundurin samtykti
at broyta deildarskipan-
ina. Ein „elitudeild<C,
meistaradeild, skal nú set-
ast á stovn. Í hesi meist-
aradeild skulu vera fimm
lið. Í 1. deild skulu nú vera
átta lið meðan tveir bólkar
skulu vera í aðru deild,
hver við átta liðum,
meðan talið av liðum í
triðju deild verður óav-
markað.
Harafturat samtykti
aðalfundurin at seta á
stovn serstaka deild fyri
motiónsliðini. Í hesi deild
skulu liðini tó ikki spæla
um nakað føroyameistara-
heitið.
Eitt uppskot frá Fleyr
um nýggja stiggeving
varð eisini samtykt. Sam-
bært hesi nýggju viðteku
verða tvey stig givin til
lið, ið vinnur dyst, lið, ið
metir til dyst, men tapir,
fær eitt stig, meðan lið, ið
ikki meta til dyst fáa einki
stig. Eisini varð samtykt
at lið, ið flyta sínámillum
dyst uttan loyvi frá kapp-
ingarstjóranum fáa einki
stig.
Samtykt varð at í fram-
tíðini skal skipast fyri
minst fýra steypakapping-
um á hverjum ári fyri
yngru deildirnar.
Eisini varð samtykt, at
feløg hava loyvi at mynda
lið saman, sum t.d. gjert
er í Vágum. Eisini hava
NFL, Eysturskúlin og FS
í Havn gjert av, at mynda
felags lið.
A aðalfundinum hjá
Flogbóltssambandi Fer-
oya vóru 12 av 25 feløgum
umboðaði.
Mikukvøldid vórðu
seinnu semifinalurnar í
teimum trimum stóru
europeisku fótbólts-
kappingunum spældar.
Úrslitini vóru hesi:
Meistaraliðini:
Roma (Italia)-Dun-
dee (Skotland) 3-0
(2-0):
Mål: 21. min. 1-0 Ro-
berto Pruzzo, 39. min.
2-0 Roberto Pruzzo og i
56. min. Agostini de
Bartolomei (brots-
spark). Áskoðarar:
90.000.
Roma í finalu við
samlaðari málúrteku 3-
2.
Dinamo Bukarest
(Rumenia)-Liverpool
(Ongland) 1-2 (1-1):
Mål: 11. min. 0-1 lan
Europa Cup fotboltur
Rush, 39. min. 1-1 Cos-
tal Orac, 84. min. 1-2
lan Rush.
Åskodarar: 80.000.
Liverpool i finalu vid
málúrtekuni 3-1.
Finalan verdur spæld
i Roma, å heimavøll-
inum hjå Roma, tann
30. mai.
Steypavinnarar:
Aberdeen (skotland)-
Porto (portugal) 0-1
(0-0):
Mål: 76. min. 0-1 Silva.
Åskodarar: 24.000.
Porto í finalu við
samlaðari málúrteku 2-
0.
Juventus (Ítalia) -
Manchester United
(Ongland) 2-1 (1-0):
Framhald å sidu 14
B68-KI, 1. deild, 1-1 (1-1):
Hvor sitt stig
B68 og KI fingu hvør sitt
stig burtur år dystinum å
Toftum i 1. deild leygar-
dagin. Dysturin endadi 1-
i
Tað vóru bert 5 minuttir
farnir av dystinum, tá
B68 legði seg á odda við
máli, sum Aksel Hejgaard
setti í netið.
Men 4 minuttir seinni
eydnaðist tad Jóhan
Joensen úr KI at fáa
bóltin í netið hjá B68, til
javnleik 1-1, og vóru hetta
einastu málini, sum komu
í hesum dystinum.
Av Toftum verður sagt,
at KÍ hevði tað betra og
kvikara spælið í fyrra
hálvleiki, meðan B68 kom
meira við í seinna hálv-
leiki.
Annars var tað ein ikki
hart spældur dystur, sum
dómarin kom væl frá,
verður sagt.
Eftir dystin liggur B68
nú nr. 3 í landskappingini
við trimum stigum, meðan
KÍ liggur næstaftast við
einum stigi.
OP UR
Jóhan
Joensen
málið fyri KI
gjørdi