týsdagur 1. mai 1984síða 18
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — ivamåi?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Menn gevast ikki
í hálvleikinum
— teir spæla dystin lidnan, hóast annar parturin tapur.
Tað ælti eg mær eisini at gera, sigur Jógvan Asbjorn
Skaale, sjónvarpsstjóri í samroðu við Sosialin
— Tað er ikki tekniskt
gjerligt at senda donsku
TV-avísina, so sum áður
hevur verið roynt. Orsøkin
er tann, at Danmarks
Radio, sum nú burturav
tappar til Sjónvarp Fer-
oya, krevur, at góðskan er
eins góð sum tá hon upp-
runaliga er send í
Danmark.
— Hetta sigur Jógvan
Asbjørn Skaale, sjón-
varpsstjóri í samreðu við
Sosialin, eins og hann
eisini ger viðmerkingar til
sjónvarpsmálið, so sum
tað nú myndar seg.
Kundi TV-avísin ikki
verið send á sama hátt
sum áður, — bert í roynd-
artíðini?
- Nei, tað ber ikki til
longur. Aður høvdu vit ein
mann miðskeiðis í Keyp-
mannahavn, sum tappaði
videoband til
upp á
okkara. Hann koyrdi
kasettuna í ein ávísan
postkassa í býnum, sum
vit við vissu vistu, varð
temdur stutt aftaná.
Nú er stødan ødrvisi, tí
danska sjónvarpið liggur
uttanfyri Keypmanna-
havn, og tí hevur bandið
við TV-avisini higartil
verið tríggjar-fýra dagar
gamalt, áðrenn vit hava
fingið tað.
— Eg haldi ikki, at so
gomul tíðindi kunnu nýt-
ast, — uttan so at tað er
eitt tíðindafólk her á
staðnum, sum kann
umredigera og taka
burturúr hesum tíðindum.
Hví er tað so umráðandi
fyri okkum, at fáa fer-
oyska tíðindasending?
— Anlitið hjá einhverj-
ari sjónvarpssteð í heim-
inum er tíðindasendingin,
og tí haldi eg ikki, at tað er
rætt at senda donsku tíð-
indini beinleiðis. Tað
hevur altíð verið ætlanin,
at vit skuldu taka burtur-
úr donsku TV-avísini og
senda saman við fer-
oyskum tíðindum, so vit
fáa eitt føroyskt »anlit«.
Hevur tú roknað við, at
óvissan um Sjónvarp
Feroya fór at mynda seg
soleiðis, sum veruleikin nú
er?
— Nei, tað hevði eg
ongantíð ímyndað mær so-
leiðis sum steðan nú er.
Eg helt, at tað fór at
ganga umleið ein mánaði
frá tí vit byrjaðu at senda,
til alt var fingið í rættlag,
— á ein ella annan hátt.
Var Sjónvarpsfelagið
kanska ov tíðliga niður-
lagt?
— Tað veit eg ikki
rættuliga, men kanska er
tað nakað um tað. Tó
kenni eg á mær, at tað var
í evstu stund, at almenna
sjónvarpið tók yvir, so vit
fingu viðurskiftini um
ólógligu sendingarnar í
rættlag. Hesa skyldu
hevdu vit mótvegis Dan-
marks Radio, sum í eitt
áramál hevur hildið hond-
ina yvir okkum.
Veruleikin er tann, at
Sjónvarpsfelagið varð
meldað til Eurovision,
sjónvarpsfelagið, sum
samansjóðar og sendir út
allar sendingar í Europa.
Teir kravdu at vit fingu
eina stóra bót fyri ólógliga
sendivirksemið. Hetta
royndi Danmarks Radio
at forða fyri sum longst,
men nú bar ikki til longur.
Politikarnir látast sum
vita teir ikki av Sjónvarp
Feroya?
— Jú, men kunnu teir
tað, tá teir samstundis
hava samtykt at seta á
stovn slíkan fjølmidil? —
Eg veit ikki, men løgin
hevur mannagongdin
verið í hesum máli. Um so
er, at teir bert vilja hava
danskt sjónvarp, so var
ikki neyðugt at seta
alment sjónvarp á stovn,
gera ílegur fyri umleið 17
mill. krónur til útgerð o.a.,
sum eingin er til at taka
sær av.
Tað sigst at sjónvarps-
málið hevur verið fyri á
trimum landsstýrisfund-
um, men er tikið av
skránni aftur hverja ferð.
Hví?
— Eg kundi hugsað
mær, at tað snýr seg um
hyggjaragjaldið, sum
ósemja er um innanhýsis.
Tað hevur eisini verið
sagt, at onkur landsstýris-
maður vil áseta 250 krónur
fyri hyggjaragjald?
Jógvan Asbjørn Skaale, sjónvarpsstjóri framman fyri útgerðini, sum kostar
fleiri milliónir krónur.
— Um politikarnir bert ætla at senda danskar sendingar, so var als ikki
neyðugt at gera so stórar ílogur. Ongastaðni í heiminum er sjånvarpsstød, við
Orð og mynd
Dagny Joensen
bert trimum starvsfólkum, tó at útgerðin er ein av teimum bestu!
— Um so er, so noyðist
onkur av okkum at koyr-
ast úr starvi, tí so lágt tal
kann ikki gjalda starvs-
lenir okkara. Tað er tó
talan um ein almennan
stovn. Býttisligt at halda,
at fólk í almennum starvi
skulu arbeiða uttan løn!
Um so er at talan er um
ósemju innanhýsis í
Landsstýrinum, hvat
kunnu vit so vænta...
„svartan skerm<É...?
— Nei, tað havi eg ikki
hugsað mær. Menn gevast
heldur ikki í fótbóltsdysti,
hóast annar parturin
tapur, — teir spæla kamp-
in lidnan. Tað ætli eg mær
eisini! Annars haldi eg at
politikarnir = áttu at
kannað steðið, áðrenn teir
samtyktu at stovna slíkan
stovn. Hevdu teir gjert
tað, so vistu teir, at eingin
sjónvarpssteð í heiminum
kann rekast við trimum
fólkum.
Sum sjónvarpsstjóri
noyðist tú eisini at tæna
hyggjarunum. Flestu
teirra eru ikki fegnir um
núverandi steðuna?
— Eg noyðist at við-
ganga, at støda okkara er
vónleys, og tað kenna vit
enn meira fyri hvenn dag
sum gongur. Fólk ringja
og geva okkum ábreiðslur
fyri líkt og ólíkt. Vit
kunnu í flestu forum geva
fólki rætt í skuldset-
ingunum, men kunnu bert
einki seta ístaðin.
Lesarabrøv hava verið
um sendingarnar?
— Serliga í seinastuni
hevur verið átalað sein-
asta part av Danmarks-
seguni, sum í innihaldi
snúi seg um pornobylgj-
una í Danmark í 60 unum.
Her kunnu vit hverki gera
frá ella til, tí vit hava
bundið okkum til, at tað
ikki verður klipt í eðrum
sendingum enn TV-avís-
ini. Skulu vit senda slíka
sendireð sum Danmarkar-
seguna, so mugu vit eisini
taka allar partar við.
At porno í 60unum varð
leysgivið í Danmark sum
einasta stað í heiminum,
er eisini ein partur í hesi
segu, og tí helt eg tað
hava týdning saman við
hinum hendingunum í reð-
ini.
Annars ringja tey úr
Suðuroy og siga, at vit
bert senda átrúnasend-
ingar, meðan tey ringja úr
Norðoyggjum og siga, aí
vit eru blasfemiskir i
sendiúrvalinum, so eg
hugsi at ein ávís breidd
kortini er í skránni, tá so
ymiskt verður tikið til
Í flaggrødu síni i Havn,
nevndi Joan Hendrik W.
Poulsen tydningin, at før-
oyska málið sleppur
framat í sjónvarpinum.
Eftir tí ið higartil er komið
fram er vónin ikki just
tann?
Utlitini eru ikki tey
bestu, men ætlanin var
júst, at hóast vit íkki
fingu orku at gera so
nógvar føroyskar send-
ingar umframt barna- og
tíðindasendingar, so
skuldi málið sleppa framat
á tann hátt, at so nógvar
útlendskar sendingar sum
gjørligt, vóru tekstaðar til
føroyskt.
Er veruleikin tann, at
vit ikki fåa eina minimala
manning, so verður ikki
framleitt her í stovninum,
og tað næsta verður, at
eingin sending verður
tekstað. Annars er hugs-
andi, at vit heldur ikki fáa
ráð at lata ítróttarsam-
bandinum fyri ítróttar-
sendingar, og vit eru so í tí
stødu, at allar milliónirnar
eru latnar til fánýtis.
Kann hugsast, at
reklamusjónvarp verður
loysnin?
— Nei, tað haldi eg er
órættvíst. Vit mugu
hugsa um blødini, sum
ikki fáa almennan styrk
og tí bert hava grundarlag
við fígging í lýsingum. Vit
vilja ikki vera við til at
drepa tey føroysku
bleðini. Aðrar loysnir
mugu verða at finna
onkunstaðni, sigur Jógv-
an Asbjørn Skaale at
enda.