Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 1984síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Endurbúgvingarstovan stovnað: Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — Ivamál? Ein spurningur, efla tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Lofta teimum, sum enn ikki eru avlamispensionistar Lítið hátíðarhald var í samband við at Endur- búgvingarstovan nú fer undir virkið sítt. Hetta var mikudagin í vikuni. Endurbúgvingarstovn- urin er almennur og hoyr- ir undir Landsstýrið. Hann hevur fingið innivist á Bryggjubakka, har Poul Hansen áður hevði veru- goymslu. Tó at hetta at kalla var eitt gamalt pakkhús, so er tað tó ikki sjónligt, tá tú stekkur inn á gólvið. Her er rúmsátt og hugnaligt, tó at tú hómar gamla um- hvervið har tað ikki er so høgt millum gólv og loft. Tað er Marjun Sigurðs- dóttir, fyrrverandi fulltrúi á Andveikraverndini, sum hevur fingið til uppgávu at skipa arbeiði í nýggja stovninum. Saman við sær hevur hon fingið Lone Kroer, sosialráðgevara, sum hevur arbeitt við endur- búgvingarmálum í Odense í fleiri ár, og Poulu Jensson, ið hevur endur- búgvingarmál um hendi á Almannastovuni Hesar báðar skulu fyri- bils rekja eitt starv í felag. Turid Debes, ið hevur ar- beitt á Ríkisumboðnum í 20 ár, fær ábyrgdina av skrivstovuarbeiðnum og Jonna Egholm, sum er hjálparfólk. Eilif Samuelsen, lands- stýrismaður, sum endur- búgvingarstovan hoyrir undir, segði nekur orð á hátíðarhaldinum. = Hann greiddi frá fyrireikingar- arbeiðinum, sum nýggi stovnurin er úrslit av. Hann segði m.a. Í 1977 varð samtykt at endurskoða endurbúgv- ingina í Feroyum, sum higartil hevði hoyrt undir Almannastovuna og Van- lukkutryggingarráðið. Ein nevnd upp á 20 limir varð sett, sum kom við áliti 16. mars 1978. Oli Jacobsen var formaður í nevndini. Fyrimunurin við hesum stovni er, at hann bein- leiðis kemur í samband við fólk, og tí meira aktivt kann fara undir at hjálpa og stuðla tann, sum hevur fyri neyðini at fáa endur- búgving. — Tað er jú soleiðis fyri flestu okkara, at tað hevur almennan týdning fyri ein- staklingin, at hann hevur eitt arbeiði sum viðkom- andi kann rekja og eisini, at hann fær meguleika at varðveita sítt samband til arbeiðsmarknaðin. Tað er eisini soleiðis,a t arbeiðstilboð eru mest til tey sterku og dugnaligu. Tann sum fyrst verður blakaður út, er hann, sum ikki er so væl fyri í hesi kapping um arbeiði. Eilif Samuelsen ynskti Starvsfólkið á Endurbúgvingarstovuni eru hesar: Vinstrumeðin: Turid NT * ” om ” Marjun Sigurðsdóttir og starvsfólkum hennara góða eydnu við tí arbeiði, sum skal fara fram á stovninum, og vónaði, at hann sum landsstýris- maður og tann, sum sat á ynskti Marjun Sigurðsdóttir og Eilif Samuelsen hennara arbeið- starvsfólkum góða eydnu við inum. Hann hann maður fór at kargur at lata pening til stovnin ikki, at landsstýris- vónaði sum verða ov pengakassanum ikki fór at verða alt ov kargur at lata pening til henda stovn. Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum og formaður í nevndini fyri Endurbúgvingarstovnin, segði eisini nekur orð, har hann greiddi frá tí arbeiði sum varð farið fram í nevndini. Debes, Lone Kroer og Poula Jonsson. Aftast sæst Sigvald Kristiansen, lækni, sum eisini var í neundini fyri Endurbúgvingarstovuna Orð og myndir Dagny Joensen Hann hevði fingið upp- lýst í Danmark, at teir roknaðu soleiðis har, at um bert 2 pst. av teimum royndum, sum vóru gjørd- ar at endurbúgva fólk, eydnaðust, so vóru peng- arnir komnir inn aftur. Hann mælti til at fáa ídnaðarleiðarar og onnur framstandandi fólk innan vinnulívið við í arbeiðn- um, so grundarlagið betur fekst undir endurbúgv- ingina her á landi. Hane--B-dvensen, fyrr- verandi landslækni, var ein teirra sum eisini sat í nevndini fyri endurbúgv- ingarstovuna. Hann segði m.a.: — Eg minnist aftur í tíðina fyri mongum árum síðan, tá ein ung genta kom til mín, sum eisini hevði havt ringa heilsu. Tað var Karolina Peter- sen, formaður í ALV, sum vildi vita, um ikki okkurt kundi setast á stovn, sum kundi hjálpa fólki, ið ikki hevði fulla arbeiðsorku. Vónandi fær Endurbúgv- ingarstovan eitt ávíst samstarv við ALV. Hanus D. Joensen endaði við at siga eina segu, sum Freud, kendi sálarlæknin, hevði verið fyri í síni tíð. Hann hevði verið á vitjan í einum stovni, har hann fekk fyrivíst ein sjúkling, sum var lamin í yvirkroppinum. Sjúkling- urin sat júst tá og skrivaði við tærnum! Sjúkrasyst- urin spurdi Freud, um hetta ikki var ótrúligt, men hesin svaraði: Hvussu skal hann annars bera seg at? Við hesum vildi reðarin minna á, at tað ikki er rætt at balla fólk soleiðis inn, at tey ikki fáa meguleika at menna seg á tí stigi, sum tey nú einaferð eru. Hann helt ikki, at loysnin var at byggja stórar glæstri- borgir, men heldur á ein- faldan hátt at seta inn har, sum tað fyri einstaklingin var gagnligt. Marjun Sigurðsdóttir segði m.a. í síni reðu, at tað greitt ikki var allar uppgávur sum álagt var stovninum kundu fremj- ast beinanvegin bert við trimum fólkum á stovuni. Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Marjun Sigurðsdóttir, leiðari á Endurbúgvingar- stovuni, hevur sett sær fyri, at tað skal verða hugnaligt innandura. Til tess vil hon bjóða før- oyskum listamonnum, at sýna fram listaverk á stovninum. Her er Marjun Sigurðsdóttir aumynda við síðuna av málningi eftir Poul Horsdal, sála Hon segði: — Vit hava ikki valt enn, men vilja lata tervin vísa, hvat ið er mest fyri neyðini. Tað er tó greitt, at vit vilja prioritera tvær uppgávur rættiliga høgt, og tær eru 1) At lofta teimum, ið enn ikki eru avlamispen- sionistar, men sum vildu verið tað, um ikki okkurt verður gjørt. 2) Upplýsingararbeiði í víðastu merking. Ein triðja uppgáva, ið hevur okkara stóra áhuga, er teir avlamispension- istar, ið fáa meðal pensión og harvið sambært lógina skuldu havt 1/3 arbeiðs- orku eftir, og sum við leys- ligari kanning ikki vísa seg at fáa hevið at nýta hesa arbeiðsorku. Fyrsta árið vilja vit ikki læsa okkum fastan, men ætlað at kannað so nógvar møguleikar sum gjørligt, og sidani koma vid einum tilmæli. Ætlanin er at sosialråd- gevarar, læknar, Al- mannastovan, Ráðið, skúlaverkið og fólk sjálvi skulu kunna venda sær til okkara. Vit ætla at nýta verandi stovnar, skular, sjúkrahús og arbeiðsmarknaðin, har tað er møguligt. Somuleidis er ætlanin at fáa serkøna hjálp úti frá, tá ið tað er neyðugt. Endurbúgvingar- nevndin — samstarvs- partar: Tá ið vit nú skuldu gera vart við, at Endurbúgv- ingarstovan er farin til verka, helt eg, tað vera stuttligt at bjóða lim- unum í nógv umtalaðu endurbúgvingarnevndini við, fyri at siga teimum, at eggið, ið varð vorpið 16 mars í 1978, nú er vorðið ungi á einum flógvum vár degi millum 1. mai og Krossmessu. Tíðin fer at vísa, um ungin er lívferur. Um vit sum arbeiða her eru nóg dugnalig, um politikarar og myndugleikar hava viljan og um okkara sam- starvspartar ganga okkum á meti. Um nýggju helini segði Marjun Sigurðsdóttir: At enda vil eg nevna, at vit har tað hevur verið meguligt, hava nýtt foroyska framleiðslu, sum t.d. skáp, gardinur, stóla- setur og hurðar. Hetta sjálvandi fyri at stuðla foroyskari framleiðslu, men eisini fyri at síggja hvussu arbeitt verður á okkara virkjum Vit hava nógv vegg- pláss og gott ljós, tí hildu vit tað verða áhugavert at fingið skiftandi feroysk listafólk at víst teirra arbeiði her. Myndirnar, ið hanga her í dag eru mál- aðar av Poul Horsdal, sála. Næstu ferð hava vit hugsa okkum kanska at tikið fram feroyskar plakatir, sum seinastu árini hava vaksið bæði í dygd og negd. Hetta at lívga okkum og teimum ið koma her. |