Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. ið HR Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Pauli Ellefsen, logmaður: Eg vil ikki stuðla føroyska list gjøgnum sjónvarpið — Um peningaupphæddin verður trýfald- að, fáa vit ikki eins nógva og betri mál og / mentan afturfyri, sigur Pauli Ellefsen í samrødu við Sosialin, um viðurskiftini hjá almenna sjónvarpinum Hverjar hugsanir gjørdi tú tær, tá tit samtyktu at seta alment sjónvarp á stovn? — Mín hugsan við sjón- varpinum var, at tað skuldi verða eitt eyga út- eftir fyri feroyingar. — Ikki soleiðis, at vit skuldu sita hendur í favn og bert taka til okkum av tilfari uttanífrá, men soleiðis, at tað eisini vóru stundir at tilevna føroyskt tilfar við síðuna av. Hverjar sendingar vilt tú taka framum aðrar? — Undirhald og send- ingar við ávísari góðsku, sum eru gjerdar uttan- lands, við feroyskari tekst. — Eitt nú mentun- arligar sendingar. — Eg haldi ikki, at tað er neyðugt at teksta t.d. ein cowboyfilm, — hann hava vit eins nógv burt- urúr, um tekstin er donsk. Um vi skulu senda ó- sensurerað, veit eg ikki. Hvør skal sensurera? — Henda åbyrgd eigur at liggja i stovnsleidsluni. Hvussu nogv skal verda føroyskt tilfar? — Sjónvarpið skal fyrst og fremst verða eitt myndatól fyri almenning- in. Tað skal lýsa føroyska samfelagið og viðurskifti her. Demi kann verða hendingar sum fara fram, eitt nú innan vinnulívið, i- tróttarsendingar og frá- sagnir. Á mentunarliga ekinum kundi hugsast, at ein sjónleikarabólkur hevði vant ein sjónleik, sum kundi verið sendur beinleiðis í sjónvarpinum. Her skal leiðslan í sjón- varpinum meta, um leik- urin er so góður, at hann hevur almennan áhuga. Í Danmark hevur verið nógv kjak um, hvert tað er listarligt forsvarligt, at senda ein sjónleik bein- leiðis av palli, tí hann tá missir í listarligum virði. Skermurin ávirkar leikin eðrvísi enn á palli? — Tað veit eg væl, men eg haldi ikki, at vit skulu verða so varin við hesum. Sjálvur havi eg íkki stundir at síggja teir leik- ir, sum í seinastuni hava verið framferdir. Tað hevði verið møguleiki fyri, um sjónvarpið tók teir upp. So komu tier eisini út til sterri fólkamongd. Hví keypa so kostnað- armikla útgerð, tá tit ikki vilja gera feroyskt sjón- varp í sterri mun enn tað tú hevur umrett? — Avtalan í lands- stýrissamgonguni var at vit skuldu seta trý fólk í størv, sum burturav skuldi hava sjónvarpið um hendi. Síðan skuldu setast peningur av til trý free- lance fólk. Hetta var av- talan! So hevði verið lætt at rokna út, hvussu stór út- gerð var neyðug? — Eg veit ikki hvussu tekniska útgerðin er hátt- að. Vit hava ikki viðgjert keypið í samgonguni. Kann slík ílega gerast uttan samráðingar innan- hýsis? — Tað kann væl vera, at vit hava nýtt 10 mill. krónur ístaðin fyri fimm mill. krónur, sum kanska hevði verið meira hósk- andi, men tað er ikki trupulleikin i sjálvum sær. Lat tað fara, men hetta er ikki progv fyri, at vit skulu seta 18 fólk i starv! — Eg eri meira betonk- iligur við at starvssetanin verður ov stór enn at hava útgerð, sum er sterri enn tað, sum fólk eru til. Góðskan ikki umráðandi Hví so stórt »skip«, tá tað ikki skal nýtast kortini? Er tað ikki oyðsl við al- mennum peningi? — Tað var neyðugt fyri at tryggja myndagóðsk- una. Harfyri er ikki sagt, at tað tó er neyðugt at nýta útgerðina. Góðskan í feroyskum sendingunum verður kortini ikki tann sama sum í útlandinum, har so nógv orka og pen- ingur er til at taka. — Eg haldi eisini, at ein ávísur nærleiki í foroysku myndunum gevur hyggj- aranum nógv meira — hóast myndagóðskan er minni, tí her síggja vit nakað, sum vit kenna aft- ur. Hesar streymlínaðu sendingarnar sum Dallas og Dollars, siga okkum kortini ikki so nógv, hóast tað tekniska er fram- úrskarandi. Skal feroyska sjónvarp- ið ikki nýta orku og pen- ing til at tryggja mynda- góðskuna og listarligt innihald, tí hyggjarin góð- tekur at hesar sendingar skulu vera vánaligari enn tær útlendsku? — Eg vil ikki góðtaka, at gjalda feroysku listar- fólkum pening um sjón- varpsstovnin. Nýta vit i á Pauli Ellefsen: — Avtalan var at almenna sjónvarpið skuldi hava trý fólk burturav, at taka sær av almenna sjónvarpinum. Tað hevur ongantíð verið triggjar ferðir meira pen- ing til listarfólk, fáa vit ikki tríggjar ferðir betri list og mentan afturfyri. Hvat er mentan, — danska TV-åvisin? — Eg veit ikku um TV-åvisin er mentan, men eg kundi hugsað mær, at vit fóru eitt sindur longri út um landamerk. Eitt nú at sent norskar sendingar, gjørdar í Noregi, svenskar sendingar = úr Sveríki s.s.fr., við teirritreyt, at sendingarnar vóru gjerdar í tí landi, sum innihaldið snýr seg um. Viðvíkjandi TV-åvisini, so havi eg einki ímóti, at tað verður klip í sendingini. Um byrjað verður við feroys- um tíðindum, so er grund- arlagið lagt. Hvat heldur tú um fyri- brigdið >tíðarójavni< og ávirkanina uttanífrá? — Hatta er ov nógv gjørt av. Eg veit frá mínum egnu børnum, sum vóru seks og sjey ár, tá vit komu til Feroya, at tey skiltu millum veruleika og óveruleika, tá vit búðu í Danmark. Júst um hetta mundið var vietnam- kriggið í hæddini, og vit sóu vietnamesiska sol- dátin verða skotna. Hetta var tíðindasend- ing, sum var í TV-ávísini? — Ju, men bernini vóru ongantíð í iva um, at hendingin var verulig. Tey vóru ógvuliga skelk- aði. Henda uppteka var ikki gjørd í Danmark, men klipt úr útlendskum tíð- indatilfari. Frásegumaðurin tosaði kortini danskt, sum var málið sum bernini skiltu? — Eg havi einki ímóti at TV-ávísin verður tekst- að, men so skal tað verða fyri at gagna feroyska málinum. Eitt amboð Sjónvarpið verður eisini eitt amboð fyri politik- arar? — Politikkur riggar ikki so væl í sjónvarpinum. Í Danmark eru fólk troytt av at hoyra og síggja politikkarar, sum hvenn dag kappast um at siga fólki okkurt, hóast teir ikki hava nakað stórvegis at framføra. Er tad ikki ti teir eru vånaligir politikarar? — Teir hava eina stevnuskrá at halda seg til, so har er ikki so nógv nýtt. Eg haldi, at allir flokkar skulu hava eins langa senditid í sjónvarp- inum, so verður býtið javnt. Tað krevur útbúgvið fólk? — Eg veit tað, men ógvuliga misjavnt er, hvat kemur burturúr, tá bloðini endurgeva t.d. ein tingfund. Um Sosialurin, 14. September og Dimma- lætting skriva frásegn, so er ongantíð samsvar í úrslitinum. Hvat vildi tú sjálv skrivað? — Tað sum fyri al- menningin hevði stórst tydning, og ikki út frå hvussu langa talutið hver flokkur hevði! — Har sært tú ... Hvussu stórt hyggjara- gjald vildi tú ganga við til? — Eg atkvøddi fyri, at hyggjaragjaldið varð 460 krónur. Vit komu í minni- luta, tí Fólkaflokkurin og ætlanin, at hesin stovnur skuldi gerast foroyskur burturav! Sjálvstýrisflokkurin sam- dust um 600 krónur. Er tað nóg mikið fyri at varðveita okkara mál og mentan? — Nú skulu vit heldur ikki leggja okkum á tann bógvin, at sjónvarpið er tann fjølmidil, sum skal koma við ellum upp- skotum og finna allar loysnir. Eg haldi ikki, at føroyskt mál og mentan er verri fyri í Feroyum enn svenskt mál er fyri í Sveríki, ella Noregi og Danmark fyri tann skyld eisini. Vit skulu heldur ikki gera alt so einfalt, at fólk bara skulu sita hendur í favn og móttaka, uttan at virka sjálvi. Hvat vilt tú sjálvur síggja í sjónvarpinum Dallas ella veruleikan? — Eg hugsi at tað var rætt, tá Jens Pauli Heine- sen svaraði einum spurn- ingi, um feroyska bygda- mentanin fór fyri skeyti, nú sjónvarpið byrjaði at senda. Hann svaraði, at fólk har helst fingu tíðina at ganga við at sleyga um hvert annað, kortini, so tað fór helst ikki at bíla — Vandin við sjón- varpinum er tann, at alt verður lýst so einfalt. Fólk nýtast ikki av sínum ein- tingum at verða virkin Tey sum ikki tíma at gera nakað, kunnu so seta seg frammanfyri sjónvarpið, men tað mugu fólk sjálvi um, sigur Pauli Ellefsen at enda. orð og myndir Dagny Joensen }