Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 tíðindablaðið Sosialurin Nr. 55 — 10. maí 1984 Hevur tú ein spurning ella onkran trupulleika, sum tú kundi ynskt tær at fingið viðgjordan í hesum teiginum, -- Spyr Sosialin Sosialin« Skriva til: Sosialurin, postsmoga 76, 3800 Argir. Merk brævbjålvan »Spyr Rapport spleysad meg av? Sålarfrøding- urin: Eg yvist i hvønn av hvørj- um — sålarfrødingin ella lógfreðingin — eg skal skriva til, men eg eri so forsyndað, at eg neyvan Eg eri ein 45-åra gomul kona og skuldi skjótt havt silvurbrúdleyp saman við manninum, um eg ikki áðrenn stingi av frá honum. Problemið er, at hann tykist hava mist áhugan fyri mær. Vit hava annars altíð havt tað so gott, kanska ikki so »spennandi«, men trygt og stabilt. Seksuella samlívið andi, men vit eru heldur ikki heilt ung longur. steðgur komin 1. Hann gongur líkasum í egnum heimi, tosar bert um tað mest neyðuga, um praktisk ting, og tá hann so legðist í annað kamar at sova, fekk eg av álvara illgruna um, at hann kanska hevði onkra aðra. Men nú eina náttina eg hugdi inn til hansara, tendrað var, og eg trúi hann hevði gloymt at sløkkja, fekk eg eina skelkandi uppliving og samstundis vissu fyri, hvussu áfatt var. Hann lá og læs Ugens Rapport og var sjónliga væl til passar av hesum. Síðani havi eg verið so mikið erg og herm, at eg nær um havi mist svønin. Eg havi leitað og funnið fleiri blød, so tað hevur staðið leingi upp á. Eg trúi annars at blaðið var bannað, men vísir tað seg nú, at hann er so útspeku- nm leraður at hann fær tað sendandi við posti. Blaðið kemur í einum ikki eyðsýndum konvo- lutti. Eg havi lagt merki til hesar brævbjálvar, men harragud, hann fær so mong onnur yrkistíðarrit, og ikki eri eg von at bróta hansara post upp. Eg dugi ikki at fata, at mín maður fær fragd úr hesum vána lesnaði. Inni- haldið er jú spýggiligt, ónormalt, ja líkafram dýriskt og perverst — fí for fjandan. Eg kenni meg skelkaða og veit ikki míni dýrastu ráð. Er tað í heila tikið loyvt at fáa blaðið sendandi? Heldur sálarfreðingurin, at maður mín er avspor- aður, og hví er Lann blivin so vorðin nú? Hann forsemir meg. Er tað ikki skilnaðargrund? Og hvat við mær? Eg kenni meg havnaðan til frama fyri hesar teysarnar í blaðnum. Eg eri so kedd. Maðurin vil ikki tosa um spurningin, og ikki tori eg at tosa við nakran annan um hetta. Vénsvikin Um tad er loyvt at halda Rapport i Føroyum, og um undanførsla i samlivinum er skilnaðargrund, má lóg- frødingur brævkassans duga betur at svara fyri enn undirritaði. Men annars skilji eg stødu tygara væl og kann bert vera púra samdur við tygum í at Rapport ikki just er uppbyggiligur lestnaður, og eg vildi enntá hildið skaðiligur í tann mun óupplýst og óroynd fólk blint trúgva innihaldinum, sum vanliga er nógu yvirariv- ið, sjáldan sambært veru- liga samlívið kynjanna millum og er tessvegna lygn. Men fyri dagdroymarar kann tað helst vera hentur eggjandi lesnaður. Dagdroymarí kemur vanliga fyri, tá ein ikki fær síni ynski ítekiliga nøkt- aði. Soleidis kann ósikkur pubertetsungdómur fyir gykla sær erotiska eygnu við at lesa einføld og ævin- týrkend Novellublød, Amor-seriu-blød o.t. og er tað eisini hugsandi, at eitt nú summir menn kunnu droyma seg til kynsligt eydnusemi við at lesa Rapport. Fyrigyklingareuni men- niskjunnar eru stór og eru eisini týðandi partur av vanliga seksuallívinum. Tey kunnu vera nýtt so- leiðis í einsemi uppiyvir seksuelt eggjandi lestnaði, men skuldi tað verið nattúrligari og hugaligari í veruleikanum saman við aðrari menniskju. Tygum kenna tygum forsømdan. Tað nýtist ikki vera vegna lestnaðin hjá manninum. Tygum áttu at hugsað meira um, hví maður tygara er fallin til slíkt privatkent itriv í staðin fyri at vera saman við tygum. Tað at vera saman eigur ikki at vera nakað krav — krev kunnu tverturímóti drepa hugin. Tað er her sum í so mongum eðrum feri hugurin, sum skal dríva verkið. Tygum kenna, at Rapp- ort hevur spleysað tygum av. Roynið tygum heldur at spleysað Rapport av. Kanska áttu tygum at gjert meira burtur úr út- sjóndini og klædunum, hóast eg sjálusagt einki Eyðun Joensen, sál arfrødingur ir, kann vita um hvussu p , tygum føra tygum fram í gerandisdegnum saman vid manninum. Ikki nytist tygum heilt at líkjast teimum í Rapport og at fremja somu (ésonnu) gymnas- tisku bregd men eitt sindur fiks undirklæði eru ikki fyri einki at rokna — eyguni skulu sum kunn- ugt eisini hava nakað. Forspælið er í so máta umráðandi og ikki eigur ein at vera ov áleypandi. Nevnt kann til dømis vera, at í framkomnari hjúnar- lagsviðgerð á seksualvið- gerðarstovum, verður høv- uðsdenturin lagdur á at vekja áhuga og ekja um Ringir tú til Sosialin, spyr vinarliga eftir Dagny, sum tekur sær av spurningum undir hesum teiginum. Marjun Sigurdsdótt- stalráðgevi so lækni henda mest meguligt og longst møguligt, áðrenn áfast verður partanna millum. Og fram um alt eru líkindini fyri veruligari samtalu partanna millum góð í samband við sexuella samveru, og tað tykir mær tørva tykkum. TY eiga tygum ikki bert Marner Me sen, sp Frida Patursson, løg frødingur at stúra og harmast, men umhugsa møguligar orsøkir til tann vånaliga hjunarlagsstandin og saman við manninum royna allar hugsandi loysnir. Góða eydnu við tí Ey Jo Hver skal gjalda dagpeningin? Tá tú arbeiðir fyri tímalen í handli ella skrivstovu, men gerst sjúkur, hver skal so rinda dagpeningin — tað almenna ella ar- beiðsgevarin? Spurin Sambært starvsfólka- lógina eru fólk í festum arbeiði í handli og á skriv- stovu starvsmenn, og tað er líkamikið um lenin verður goldin sum mánað- arlen ella tímalen. Sam- bært neundu lóg og teir sáttmálar, ið eru í tráð við hesa lóg, t.d. sáttmálin hjá S á K við arbeidsgev- ararnar, so er tað arbeiðs- gevarin, ið skal gjalda len undir sjúku í ávísa tíð Eru tygum hinvegin fyribils hjálparfólk ella t.d. gera reint nakrar tímar um vikuna, so koma tygum undir lógina um sjúkra- dagpening. Er tað so, at tygum hava trupult við at fáa løn undir sjúku frá arbeiðs- gevaranum, so skulu tygum venda tygum til Almannastovuna, sum so veitir tygum sjúkra- dagpening. Tað verður so upp til Almannastovuna at seta kravið fram yvir- fyri arbeiðsgevaranum. Marjun Ein millumloysn vit noyðast at góðtaka — Hatta er ikki júst tað vit bóðu um, so vit noyð- ast at byrja við at spara, sigur Jógvan Asbjern Skaale, sjónvarpsstjóri um hyggjaragjaldið, sum nú er sett til 600 krónur. Spurdur hvat fór at verða spart, segði Jógvan Asbjørn Skaale, at tað kundi hann ikki sjálvur taka steðu til. Hann fór at seta seg í samband við Sjónvarpsstjórnina, so tey í felag kunnu finna eina sámuliga loysn. Eftir ætlanini skuldu tvey tidindafolk setast, ein ítróttarmedarbeiðari og tvey folk til at skipa fyri føroyskum barna- sendingum. Síðan var ætlanin at nýta triggjar árslenir til teksting av útlendskum tilfari. — Tað er greitt, at okkurt av hesum nú má rúka, men enn er ikki greitt, hvussu vit fara at skipa okkum. — Við hyggjaragjaldi upp á 600 krónur missa vit 1 millión árliga, og tað er Jógvan helvtin av árslenunum, sum vit hevdu ætlað okkum at brúkt. Upprunaliga var ætl- anin at seta 18 fólk í starv í Sjónvarp Feroya, men nú verður talið skert og tað fær ávirkan á faroyska senditilfarið. Festu útteiðslurnar eru settar til 3 mill. krónur. Eftir uppæddini á hyggi- Asbjørn Skaale, sjónvarpsstjóri krónur tekar, harav 1,4 mill. krónur nú eru til lenir og til at gera send- ingar fyri. Hvussu nógv fólk skulu setast afturat, visti Jógv- an Asbjørn Skaale ikki at siga í letuni. Dag.