Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 1984síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I — — / > Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — ivamåi? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Sjónvarpsmálið: - Orð og mynd Dagny Joensen Púra rætt at útgerðin er stór og góð — Eg trúgvi ikki at henda iløga er gjørd, uttan at samgongan hevur verið samd, og tað skuldabindur eisini úti í Tinganesi, sigur Finnbogi Isaksen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin í samrødu við Sosialin um Sjónvarp Føroya Hverjar treytir vilt tú seta fyri innihaldið í Sjónvarp Føroya? — Fyrst og fremst skulu vit gera so nógv føroyskt tilfar sum gjerligt. Har- næst skulu allar send- ingar, sum ikki eru á norð- urlendskum máli, tekst- ast, — eitt nú filmar og allar aðrar sendingar, sum eru á enskum, fronskum, italienskum máli o.s.fr. — eisini cowboyfilmar. — Vit eiga at seta okkum sum mál, at tað er nátúrligt at gera føroyskt tilfar til sjónvarpið. Hetta er tað sama sum fram- skygdir feroyingar fyri hópin av árum síðan settu sær fyri — nevnliga, at fáa so nógv tilfar sum gjer- ligt av tí sum vit lósu, á føroyskum máli. Eitt av úrslitunum er, at vit nú hava feroyskar skúlabekur, feroysk bleð og bekur, hóast feroy- ingar fyrst í hesi eldini høvdu nógv lættari við at lesa og skilja danskt mál! Hesar royndir vóru gjerdar fyri atmiðja móti at menna og varðveita føroyska málið. Tað hevur kortini ikki fert við sær, at vit ikki eisini lesa út- lendsk blød og bekur við síðuna av. Um stutta tíð verður eisini meguleiki yvir sjón- varpsfylgisveinar at fáa útlendskar sendingar uttan tekst. Tí er tað neyð- ugt at leggja dent á fer- oyska tekst — sum alternativ til útlendska til- farið. Ikki torferari enn aðrastaðni Verður tað torfert at gera feroyskar sendingar? — Tað verður hverki lættari ella torferari enn tað er í eðrum londum. T.d. kann ein samreða upptakast á band við ein- um journalisti og einum teknikara. Um eitt orða- skifti skal takast upp, krevur tað meguliga tvey ella trý fólk, men tað skuldi eisini verið gjørligt. Hetta eru tær vanligu sendingarnar, men eg ásanni kortini, at skulu vit gera sjónvarpsleikir, so er slík uppteka meira tíðar- krevjandi og kostnaðar- mikil. Skulu vit miðja móti at gera egnu sjónvarpsleikir? — Um vit samanbera feroyska „eiklist og umsteðurnar her á landi við aðrastaðni, so er tó ein ávísur munur á, hvat vit kunnu gera. Vit kunnu kanska ikki gera eins góðar myndir, sum í fram- leiðsluni = gerast full- komnar, sum eitt nú í Danmark og aðrastaðni. Hóast alt hava vit havt sjónleik á føroyskum palli í 100 ár, og tað er tekin um, at vit eisini her á landi kunnu menna um hesa listagrein. Eg trúgvi, at vit kunnu gera sjónleik- ir/ sjónvarpsfilmar, hóast vit ikki hava milliónir at nýta til hetta endamál, eins og útlendsku films- feløgini hava. Skulu vit senda bein- leidis av palli? — Ja, um tað ber til fyri heildina í innihaldinum. Herfyri sá eg filmin »Gandafloytan«, sum Ing- mar Bergman hevur sett upp. Hesin filmur var fram- úrskarandi góður og misti avgjert ikki virði, tó at hann var upptikin bein- leiðis á palli. Til samanber- ingar kann sigast, at sjón- leikurin »Erasmus Monta- nus« sum Sjónvarp Feroya sendi sunnu- kveldið, vísti, at tað kanska eisini er ein góðska, at slíkur leikur verður gjørdur beinleiðis til sjónvarpið. Tá kanst tú taka partar burturúr, sum verða leiktir uttanfyri palltjøldini og tað gevur eisini eina ávísa lættari gongd í innihaldinum. Hverjar sendingar heldur tú, vit skulu leggja dent á? — Dentur skal m.a. leggjast á at gera fer- oyskar barnasendingar. Alt tilfar skal umsetast, — eisini teknifilmar, umframt at vit skulu gera so nógvar barnasendingar sjálvi, sum gjerligt. Annað hóskandi tilfar er útlendskur ítróttur, sum eigur at verða redigeraður frammanundan í sjón- varpinum, umframt fer- oyskan ítrótt, við síðuna av. Er feroyskur ítróttur ikki betri tilfar enn út- lendskur? — Jú, og tað haldi eg eisini er prógvað. Eitt nú hava feroyingar sæð yrkislærdan ítrótt í sjón- varpinum í fimm ár, men kortini er áhugin fyri fer- oyskum ítrótti ikki mink- aður. Hetta vísir seg nevniliga í einhverjum samfelag, at fólk fegnast um at síggja nakað av sínum egna, — eisini um tað ikki er so yrkislært. Tað er jú einaferð soleiðis, at øll samfeløg ikki kunnu verða best í ellum ferum, 3 — > Lysingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Finnbogi Isaksen: — Feroyar er ein tjóð við egnum máli og mentan. Vit hava eisini alt tað sum eyðkennir eitt samfelag, ið er 45 mill. ella 45.000 fólk. Fyri okkum eins og allar aðrar tjóðir er galdandi, at vit liva nógu ríkari lív við egnum identiteti. Tí er tað umráðandi, at vit gera so nógvar føroyskar sendingar, sum gjørligt og tí er tað enn hugaligari, at ein kann fegnast um okkurt, sum onnur duga betri enn vit. Hetta ger seg rættuliga galdandi í sjónarmiðum innan ítróttarfelegini. Skal danska TV-avisin sendast óredigerað? — Sum heild er danska TV-avísin góð. Hon er eisini tann sendingin í danska sjónvarpinum, sum teir har leggja stórst- an dent á, framum aðrar sendingar. Ein og hver sum hevur sæð donsku TV-avísina veit, at nógv av hesum tilfari kortini ikki sigur feroyingum nakað. — Lat meg nevna tvey demi, sum hava verið sein- astu tíðina og sum greitt prógva, at ikki er rætt at senda slík útlendsk tíðindi beinleiðis. Herfyri var tíðinda- stubbi um nakrar dunnur, sum vóru deyðar í Stóra- belti av dálking. Um sama mundið doyði hópin av fugli í Føroyum, tí ein trol- ari var farin á Flesjarnar. Helst er olja líkin úr skip- inum, tá tað sakk, men hetta hoyrdu vit einki um í føroyska sjónvarpinum. Hitt demi er um skatta- trupulleikar í Danmark, sum eru óviðkomandi fyri føroyingar. Danska skattalóggávan var og er eðrvísi enn tann í Fer- oyum. Kortini var ikki eitt orð nevnt um heilt óbóta- liga stóru umleggingina av skattaskipanini i Før- oyum, sum rakar øll i sam- felagnum — hóast tað hevði alstóran týdning fyri okkum. Útfrá hesum haldi eg, at tað er prógvað, at ikki ell donsk tíðindi eru hóskandi at senda beinleiðis, men at vit kunnu taka burturúr hesum tilfari og senda tann partin sum er um uttanríkismál, við fer- oyskum frásegufólki. Serken fólk skulu til slíkt arbeiði? — Ja, tervur er á starvs- fólki í sjónvarpinum, sum kann redigera tilfarið. Har er brúk fyri journalistum, teknikarum og eðrum starvsfólki, sum kunnu gera grafiskt arbeiði og scenografi (strikmyndir og pallpynt). Kortini haldi eg at tað ber til at gera ein saman- drátt í tíðindunum eina ferð um vikuna fyribils, og aftaná summarfrítíðina at víðka um tíðindasend- ingina. Hví er tað so neyðugt við feroyskum tilfari? — Tað er heilt einfalt tí eg meti, at Feroyar eins og allar aðrar tjóðir liva nógv ríkari lív við egnum identi- teti! so er tað líka mikið um íbúgvaratal- Vit hava egna mál og mentan, egnu siðir, um- hvervi, meiningar og egnu samfelagsskipan — stutt sagt, allar teir eginleikar, sum sermerkir eina tjóð. — So er tað líka mikið um innbúgvaratalið er 45 mill. fólk ella bert 45.000 — uppbyggingin og eyð- kennini eru tey somu! Uppgávan hjá Sjónvarp Feroya verður at finna hóskiligt senditilfar, sum skal nekta tvey endamál. Eitt er at gera fólk flest negd við sendingarnar og hitt er at menna tjóðina og einstaklingin. Á pallborðsfundi í 1979 í Útvarpinum var tú íkki fyri sjónvarpinum. Hevur tú broytt meining? — Eg var ikki fyri, at vit fingu sjónvarpsfeleg, men helt, at vit skuldu hava alment sjónvarp beinan- vegin. Úrslitið av sjón- varpsfeløgunum er, at tey hava lagt mestan dent á at senda undirhaldstilfar seinastu seks árini. Nú almenna sjónvarpið leggur á annan bógv, har minni undirhaldstilfar verður enn higartil, gevur tað helst eina ávísa ónegd í byrjanini. Um eitt ella tvey ár verða viðurskiftini helst batnaði og fólk vant seg við hetta, sigur Finnbogi Isaksen, at enda.