leygardagur 12. mai 1984síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — tvamál?
Ein spurningur, efla tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Ábyrgdarleyst
av samgonguni
— at stovna alment sjónvarp og síðan bert
at sleppa
sjónvarpsmanningini upp á
,
fjall, sigur Jóannes Dalsgaard, tingmaður
fyri Javnaðarflokkin í samrødu við Sosi-
alin um sjónvarpið
Nú almenna sjónvarpið fer
undir virkið sítt, er tað
umráðandi, at vit fáa
meira feroyskt tilfar.
Munurin millum Sjón-
varpsfelagið og Sjónvarp
Feroya átti sjálvsagt at
verið soleiðis, at føroyska
tilfarið var í sterri mun
enn áður. Hetta átti at
verið hevuðsuppgávan hjá
sjónvarpinum. Harnæst,
at bernini fingu so nógvar
feroyskar sendingar su:n
gjørligt. Hesar skulu
verða upplýsandi, men
eisini stuttligar og áhuga-
verdar fyri bernini at
hyggja at. Harnæst upp-
lýsandi og mentunarligt
tilfar annars.
Tilfar um fortíð
og nútíð
Sjónvarpið er ein av mest
týðandi mentunarstovn-
ur, og ti er tað umráðandi,
at vit fáa gjørt sendingar
um fortíð og nútið okkara.
Tað sæst alt meir og meir,
hvussu seguleys vit ger-
ast her á landi, — eina-
mest ti sega sum undir-
vísingartilfar í skúlanum,
stendur so veikt. Heldur
eingin ivi er um, at tað er
umráðandi at samskipa
føroyskar sendingar við
útlendskt tilfar av seg-
uligum slag. Vit hava
eisini brúk fyri at vita,
hvat hendir uttanum okk-
um. Helst er tað eisini so-
leiðis, at mong hava ilt við
at skilja tað sum verður
sent av útlendskum til-
fari, tí vit kenna ikki bak-
grundina. Sjónvarpið kom
so brádliga og tað hevði
sín veikleika eins og tað
eisini hevur havt gagn-
liga ávirkan, — eitt nú
hevur sjónvarpið sent
nógvar upplýsandi send-
ingar um viðurskiftini í
eðrum londum, sum nógv
fólk ikki vistu um.
Kappast við video-
flóðalduna.
Annars er tað umráðandi,
at vit fáa allar sendingar
tekstaðar, — eisini tær
føroysku, tí vit hava so
nógv fólk her, sum eru
hoyrnubrekað. Tey hava
sett ynski fram í Legting-
ið, at fáa tekstað tilfarið,
og tað haldi eg vera rætt.
Hvat skal sjónvarpið
annars leggja dent á?
— Sjónvarpið skal hava
gott undirhald, sum skal
vera av slíkum slag, at tað
kann kappast við video-
flóðalduna, sum nú floym-
ir yvir landið. Hetta tilfar
er ikki altid tað besta, tað
vita vit. Tað er eisini ein
avbjóðing til sjónvarpið.
Vit hava hópin av góðum
listafólkum, hevundar og
skemtarar — fyri tann
skyld eisini, sum her fáa
meguleika at virka, til
gagns fyri heildina. Verða
listafólkini brúkt meira,
so fáa tey eisini meguleika
at mennast.
Vit vita, at er innihaldið
bert útlendskt, so nýtast
fólk ikki at hugsa. Her
hevði verið betri, um vit
lagaðu sjónvarpið eftir
egna umhvervi, so tað
kom hyggjarunum við, og
fekk tey at hugsa um
sendingarnar og at taka
stødu til tað, sum sent
verður.
Otíðarjavni
— Stórstu brúkararnir av
videobondum eru bern.
Tú verður bilsin, tá tú
tosar við tey, og fær innlit
í tær hugsanir sum bern
gera sær um umheimin.
Tú kanst nevna hetta eitt
slag av ótíðarjavni, tí
bernini blanda fiktiion og
veruleika saman. Mangan
eru hesir tankar ein
avskeplandi mynd av
heimi og útheimi. Tey
síggja fólk verða dripin,
skotin og kverkað, — og
tað er greitt, at hetta
ávirkar bernini. Ti nyttar
tað ikki, at vit bert tosa
um at avmarka harðrendu
filmirnar í sjónvarpinum,
tá bernini kunnu fáa slíkar
filmir til keyps!
Hvat vilt tú seta ístað-
in?
— Í hesum eru tveir
spurningar. Ein er, at
nakrir filmar eru so ráðir,
at bernini ikki eiga at
síggja teir. Hin er, at
bernini ikki sjálvi eru fer
fyri at velja, ti mugu vit
velja fyri tey. Tað gerst
best við at bjóða bern-
unum gott og stuttligt
tilfar. Hetta er uppgávan
hjá sjónvarpinum at fáa
skil á, so bernini heldur
velja at hyggja í sjónvarp,
ístaðin at keypa video-
filmar.
Ber tað til við fer-
oyskum sendingum?
— Tað gerst ið hvussu
so er ikki við tí manning,
sum sjónvarpið nú hevur,
— og heldur ikki um sjey
fólk koma afturat. Her
skulu nógv fleiri fólk til,
men vit hava fingið eina
goða og kostnaðarmikla
útgerð. Tað er ein góð
iløga, — kanska ein tann
besta ið hevur verðið
gjørd, ti um vit ikki seta
inn ímóti tapi í lívs-
askoðan og livsvirdi, sum
sjónvarpið kann gerast
atvoldin til, so er ongantíð
gjørt ov nógv av!
— Eg haldi ikki, at tað
er rætt at seta niður á
sjónvarpsmannin og leiðs-
luna nú. Hon arbeiðir
undir torførum umstød-
um. Vit åttu heldur at
studla teimum, og hetta
eiga folk at gera, vid at
ávirka politikararnar í
ymsu flokkunum, sum eru
teir ið skulu taka avgerð-
irnar. — Tað lenar seg í
síðstu atlogu, tað eri eg
sannferdur um.
Tú setur stór krev til
senditilfarið. Tað kostar
pengar. Um sjónvarpið
ikki fær pening, skulu teir
so skipa reklamusjón-
varp?
— Nei, tað haldi eg av-
gjert er ein vánalig loysn,
sum en ongantíð vil góð-
taka, eisini ti tað órógvar
sendingarnar sum heild.
Reklamu-sjónvarp hevði
eisini tikið grundarlagið
undan teimum feroysku
Orð og mynd
Dagny Joensen
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
samgonguni at seta al-
menna sjónvarpið á stovn
og síðan sleppa mann-
ingini upp á fjall. Hetta er
sum at skjóta pianistin
ístaðin komponistin !
Er tað ikki umráðandi
at fera ein ávísan ment-
unarpolitikk í sjónvarp?
— At fera ein mentun-
arpolitikk er ein eind, sum
miðvísari mentunarpolit-
ikki, sum frameftir skal
byggjast upp.
Um lagnan hjá Sjón-
varp Feroya verður tann,
at vit ikki geva stórsta
mentunarstovni okkara
nakað at byggja á, — ja,
so hava vit givið skarvin
yvir, og tað koma vit at
svíða fyri seinni.
Jóannes Dalsgaard: — Alment sjónvarp skal metast sum týdningarmesti
mentunarstounur okkara. At halda at sjónvarpið skal hvíla í sær sjálvum er
líka so nógu burturvið, sum um vit kravdu, at fólkaskúlin og fólkakirkjan
skuldi gera tað
blødunum, og tá vit als
ikki kunnu vera bleðini
fyriuttan, so er tað eingin
loysn.
Kann ikki hvíla i
sær sjálvum
Eg haldi eisini, at tað er
skeivt at figgja sjónvarpið
um hyggjaragjaldið. Hes-
in stovnur eins og aðrir
mentunarstovnar, átti
sjálvsagt at verðið figgj-
aður yvir Legtingsins
figgjarlog.
— At krevja at sjón-
varpið skal hvíla i sær
sjálvum er eins burturvið
og um tú kravdi, at fólka-
skúlin og fólkakirkjan
skuldu tað.
Er tað uppgávan hjá
sjónvarpsleiðsluni at
skaffa pening?
— Nei, hetta er upp-
gåva bjá politikarunum.
Tað er åbyrgdarleyst av
vit tiverri ikki hava i
Føroyum. Tað sama er
galdandi her, at tú ikki
eigur at livga ein part av
borgarunum, meðan tú
sveltar ein annan!
Hava vit nakran ávísan
mentunarpolitikk?
— Nei, og tað er eisini
har feilurin liggur. Leg-
tingið hevur júst felt eitt
uppskot frá Javnaðar-
flokkinum, sum eg legði
fram. Hetta uppskotið
fevndi um at stovna eina
mentunarmålanevnd, men
nei.
Herfyri varð kortini eitt
uppskot frå sosialu nevnd
Løgtingsins samtykt,
sum miðar móti at stuðla
føroyskum rithøvundum,
so teir fåa arbeidsfrid i
tveir månadir vid løn, eitt
nú til at skriva bøkur o.a.
arbeidi. Hetta er møguliga
eitt stig fram móti einum
Ístaðin at siga, hvussu
nógv útlendskt tilfar skal
sendast og síðan hvussu
nógv fólk kunnu fáa ar-
beiði at gera feroyskar
sendingar, so átti plan-
leggingin at verið um-
vend! Fyrst at kanna,
hvussu nógvar feroyskar
sendingar skulu gerast og
síðan hvussu nógv út-
lendskt tilfar skal send-
ast. Eftir hesi planlegging
átti starvsfólkið at verðið
sett.
— Eitt er kortini vist,
at starsfólkið í sjónvarp-
inum er ikki atvoldin, um
senditilfarið ikki verður
nóg gott og fjølbroytt. Vit
áttu heldur at stuðla
teimum, ístaðin at taka
mótið frá teimum, sigur
Jóannes Dalsgaard at
enda.