týsdagur 15. mai 1984síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
*
Oli Breckmann: — Eitt og hvort alment arbeiði
kostar so nógu, sum peningur er játtaður til. Tí
skulu vit aumarkað talið av starvsfólkum í sjón-
Sjónvarpsmálið: Orð og mynd
Dagny Joensen
Alment sjónvarp
er ótiðarhóskandi
Um få ár standa vit eftir við einum mammutstovni,
sum eingin hevur brúk fyri. Ti er tað umráðandi, at
starvstalid verður aumarkað so nógu sum gjørligt, sigur
Óli Breckmann í samrødu vid Sosialin um sjónvarpið
Heldur tú, at 600 kr. er
nóg mikið fyri eitt sjón-
varpstilfar, sum tú verður
negdur við?
— Tað er ikki um-
ráðandi, hvat eg verði
negdur við. Heldur áttu
vit at latið fólk sjálvi av-
gjert, um tey vilja gjalda.
Sjónvarpið nú er alment,
og eingin verður spurdur
eftir. Vit noyðast gjalda,
— tað er í sjálvum sær
ikki rætt.
Hví?
— Tað skal eg so væl
siga tær. Hugsar tú um
føroysku blødini og treyt-
irnar, sum tey liva undir,
er greitt, at tú og eg noyð-
ast at selja okkara tíð-
indaflutning. Tað vil siga,
at brúkarin sjálvur kann
velja, antin hann vil
keypa Dagblaðið ella Sos-
ialin. Tað velst um, hvat
hann vil lesa ella stuðla.
Vil hann ikki, kann hann
eisini lata vera.
Við sjónvarpinum verð-
ur tað eðrvísi. Við t.d.
tíðindaflutninginum hev-
ur tað fingið framíhjárætt
fram um skrivaðu press-
una.
Vistu ikki so nógv
D. P. Danielsen var lands-
stýrismaður fyri Fólka-
flokkin, tá loyvið varð
givið at senda sjónvarps-
felegunum. Tú vart ting-
maður. Visti tú ikki, hvat
sjónvarpið fór at týða fyri
almenningin?
— Nei, vit vistu kanska
ikki so nógv um ta tekn-
isku síðuna av hesum.
Men vónaðu kortini, at
hetta ikki gjørdist ov um-
fatandi.
Eitt álit er áður lagt
fram á ting, sum vísti, at
tað var neyðugt við eini 20
fólkum — bert til tað mest
neyðuga. Hevur tú íkki
kannað hetta álitið?
— Eg kendi álitið, men
dugdi tó ikki at ímynda
mær, at henda ílega fór at
verða so kostnaðarmikil.
Nú er vit rættiliga
kroystir, tí fólk hava vant
seg við sjónvarpið. Mín
hugsan var, at vit ístaðin
fyri alment sjónvarp skul-
du menna sjónvarpsfelog-
ini, men hetta bar ikki til,
sum umsteðurnar vóru.
Kanska gerst hetta kortini
seinni.
Hverja
sjónvarpið?
— Eg veit ikki, um
sjónvarpið ávirkar fólk
meiri enn so nógv annað.
Munurin frá sjónvarps-
feløgunum til tað almenna
varpið er helst ikki so
stórur, tá vit tosa um á-
ávirkan fær
virkan. Stovan, tólið
stendur í, broytist ikki,
hóast innihaldið nú er
alment tilfar, sum vit
hava sendiloyvi til.
— Annað mál er, at fólk
fáa eina aðra uppfatan av
summum føroyskum viðu-
skiftum. Kortini haldi eg,
at landið er so lítið, at tað
saktans ber til at fylgja
við uttan sjónvarp. Tið-
indaflutningurin er rætti-
liga góður í blødunum.
Skrivaða orðið hevur tann
týdning fyri fólk, at tey
sjálvi kunnu geva sær
stundir at lesa, tá tey
hava hug til tess, eins og
tað skrivaða er meiri
djúptgangandi viðgerð og
umfevnandi orientering
enn myndatidindi, sum
fara um skermin i småum
brotum. Sjónvarpið virkar
í letuni, tað byggir á
spenning í letuni, lýstur í
myndum. Tað ávirkar
tann, sum hevur terv á, at
skilja gjøgnum eygu. Men
eg hugsi, tað verður skjót-
ari gloymt aftur.
Hverja sendingar held-
ur tú fáa mestu ávirkan?
— Tað verða sendingar,
sum eru um føroyska sam-
felagið og viðurskifti her.
Serliga aktuellar sending-
ar, sum meguliga kunnu
fara í dýptina. Helst eiga
pengarnir at verða brúktir
til slíkar sendingar.
Øll eiga ein kjans
— Annars er gott út-
lendskt undirhald og upp-
lýsing í lagi. Feroyskir
pallsjónleikir, filmir av og
á kunnu eisini verða fram-
leiddir. Men hetta verður
helst kostnaðarmikið.
Best var tó, um manning-
in fór kring landið og tók
ymsar sjónleikir upp á
staðnum, sum so seinri
kundi komið størri fjøld
tilgóðar.
Umráðandi er, at sjón-
varpið eigur at geva ollum
ein kjans at gera tilfar.
Hetta royndu sjónvarps-
felegini eftir førimuni, tå
fólk gjørdu sendingar
sjálvi. Demi um sending-
ar, sum hevdu demo-
kratiskan dámyvir sær,
vóru t.d. andaktirnar
sunnukveld, har ymsar
trúarsamkomur sluppu
framat við sínum hjarta-
málum. Hetta er góður
táttur hjá almenna sjón-
varpinum at taka upp, so
rúmd verður fyri ollum.
Tað ljóðar ikki, sum tú
vilt hava starvsfólk í sjón-
varpið. Heldur tú, al-
mennur stovnur skal liva
av góðgerðararbeiði?
— Eg hugsi ikki, at eitt
alment sjónvarp hevur
nakra framtíð. Slíkur
stovnur — eins og nakrir
aðrir — liva undir treyt-
um, sum í sjálvum sær
ikki er gagnligt, út frá tí
sjónarmiði, at eitt og
hvert arbeiði tekur so
langa tíð at gera, sum
tú hevur til at gera tað i.
Eitt og hvert alment ar-
beiði kostar so nógv at
gera, sum tú hevur pening
játtaðan til at gera tað
fyri. Vit kunnu royna at
avmarka talið á starvs-
fólkum so nógv, sum okk-
um lystir. Men higartil
hevur slík avmarking víst
seg nyttuleys.
— Um fá ár kunnu vit
standa eftir við einum
mammutstovni, sum tek-
niska menningin hevur
gjørt heilt ótíðarhóskandi,
umframt at hann mót-
virkar demokratinum.
Eg kann teksta
Ert tú fyri at varðveita
føroyska málið?
— Sjálvsagt, og eisini
igjøgnum sjónvarpið.
Men tað nýtist ikki at
kosta so nógv. Ein tekst-
maskina kostar undir
100.000 kr. So nógvar
sendingar sum meguligt
eiga at týðast og tekstast.
Eg kundi saktans átikið
mær at tekstað ein film á
enskum, onkur annar ein
týskan, triði ein franskan
0. s. fr.
Vilt tå gera tað fyri
einki?
— Tað veit eg ikki. Tað
velst um, hvussu langa tíð
hetta arbeiðið tekur. Men
tað er ikki neyðugt við
festum starvsfólki i sjón-
varpinum til slíkt arbeiði.
Er ikki neyðugt at nýta
journalistar í sjónvarp-
inum?
— Tað er møguligt,
men ikki neyðugt. Nýtist
hesum at vera á almenna
lønarlistanum — eg haldi
ikki. Nakað rópa tey free
lance.
Skal sjónvarpið verða
góðgerðararbeiði fyri eina
yrkisgrein?
— Sjónvarpið átti at
selt sína veru — eins og
bloð og privatir stovnar
gera tað.
Er ílegan, sum sjón-
varpið hevur kostað, ikki
illa nýtt, um einki stór-
vegis skal setast í verk?
— Eg haldi, at tað al-
menna hevur hjálpt væl til
við at seta upp m.a.
sendinetið, sum øll hava
latið ískoyti til. Sendinet-
ið kundi verðið nýtt av
eðrum enn bert tí eina
monopolsjónvarpinum hjá
tí almenna.
Skal hyggjaragjaldið
rinda fyri allar sending-
arnar?
— Eg haldi framvegis,
at hyggjaragjaldið skal
verða sjálvboðið. So fingu
vit at vita, hvussu nógvar
sendingar, vit hevdu ráð
at gera. 3
Ætlar tú ikki at gjalda
varpinum
hyggjaragjaldið?
— Jú, tí eg noyðist.
Annars verður ein pant-
aður. Bara ein legtingslóg
kann sleppa okkum undan
tvungnum gjaldi.
— Best og rættast var
at latið Jógvan Asbjern
sloppið at selt sína góðsku
og sínar gávur á jøvnum
feti við t.d. teg, sum
roynir at selja Sosialin. So
slapp sjónvarpið at royna
seg.
Hvat heldur tú so um
„skipið“ fyri 10 milj. kr
har bert skipari, stýri-
maður og kokkur eru tek-
ir?
Munur á trýbekki
og rekjubáti
— Tað er ikki skipið í sær
sjálvum, sum skal bera
seg, men tað, ið fiskar-
arnir klára at fáa í
lastina, skal vera grund-
arlagið undir rakstrinum.
Fongurin skal figgja teirra
len.
Her er talan um eitt far,
sum ongar »fiskarar« hev-
ur. Er tað rætt at keypa
skipið og ikki nýta út-
gerðina?
— Tað man vera vorðið
sum far, ið ikki fær mann-
ing. Spurningurin er orð-
aður, sum at menn, sum
bara hava evni til at reka
ein trýbekk ella trist, hava
fingið ein rekjubát for-
erandi, samstundis sum
ongar rekjur eru til.
Hevur tú onga ábyrgd
av hesum sum tingmaður?
Tit hava samtykt at
stovna sjónvarpið.
— Eg havi verið við til
at góðkenna landsstýris-
ins semju um 600 kr. í
hyggjaragjaldi. Royni tó
at vísa á, at tað er spell, at
hettagjald skal ásetast al-
ment. Men fyri 6 milj. kr.
má bera til at fáa nakað av
manning. So vónleysi er
tað tó ikki. Harmiligt við
hesum almenna monopoli,
sum brúkarin er noyddur
at gjalda fyri.
Er munur á monopol-
sjónvarpi og politiskum
bleðum?
— Viðvíkjandi ábyrgd-
ini er ein ávísur munur.
Monopolið er altíð tryggj-
að.
— Eg veit fyri vist, at
almenna sjónvarpið verð-
ur ótíðarhóskandi um bert
fá ár, og at tað kemur til
kort tekniskt. Teknolog-
iska framgongdin vísir, at
vit skjótt fáa sjónvarp um
fylgisveinar. | Sendingar
verða av øllum slag á
ellum málum. Undirhald,
upplýsing, aktuelt, lista-
framsýningar, filmir, tíð-
indir 0. s. fr.
— Sjónbond um al-
skyns evni verråa tå at-
komulig fyri litlan pening.
I dag keypa vit bøkur og
blød, um få år eisini sjón-
bond. Eins náttúrligar og
bókahillar eru í dag, so
sjálvsagdar verða sjón-
bandahillar um stutta tíð.
Ert tú fyri reklamu-
sjónvarpi?
— Eg kundi góðtikið
lýsingar í sjónvarpi, men
als ikki so leingi tað er al-
ment monopol. At hava
lógarfest alment monopol-
varp, sum verður figgjad
av lýsingum, er tað sama
sum at lóggeva fyri, hvar
handlar skulu noyðast at
lýsa.
Neyvan meira
veruleikafjar
Hvat heldur tú um fyri-
brigdið >ótíðarjavna<?
— Her hugsar tú vist
um munin millum veru-
leikan og tað, ið skal
eitast veruleiki á mynd-
um. Menniskjan er neyv-
an meiri veruleikafjar nú
enn áður, — heldur tvørt-
urímóti. Sjónvarpið hevur
helst ikki endavent okkara
heimsuppfatan. Helst
skulu vit hava so góðar
sendingar sum meguligt,
so ger minni, um tær eru
foroyskar ella útlendskar.
Sjónvarpsleiðslan kann
fáa greiði á hesum.
Um valið sendur millum
ein føroyskan sjónleik ella
Dallas?
— Mundu tey flestu
ikki havt valt Dallas? Vit
sleppa ikki aftur um arva-
syndina. Við hesum meini
eg, at vit ikki kunnu
broyta mannalyndið til
nakað upprunaliga gott og
óskyldugt. Menniskjað er
ein skapningur, — góður
sum óndur. Okkum nýtist
ikki brúka sjónvarpið til
at leita fram tað ringa í
fólki.
— Persónliga síggi eg
lítið og einki sjónvarp. Tó
hevur tað lært meg ein
hóp. Hverja ferð, eg varn-
ist eina vánaliga sending,
fari eg fyri meg sjálvan
við einari góðari bók ella
blaði og lesi mær til ein
hóp av vitan, sigur Óli
Breckmann at enda.